Í fjør hevði G!festivalurin forkunnuga vitjan av amerikanska sangaranum Russ Taff. Stórur fagnaður var millum gospel áhugaðar føroyingar ta ferðina, og vit vænta tað sama hesuferð.
Vit hittu Russ Taff hósmorgunin í Loungini á Hafnia til eina samrøðu um tónleik, tað andaliga og kristindóm.
Gudsdyrkan sum lovsongur
Russ Taff hevur verið ein partur av bólkinum hjá Bill Gaither í fleiri ár, og haðani munnu fleiri føroyingar kennast við mannin. Harumframt framførdi hann á Gøtusandi á G!festivalinum síðsta summar.
- oh my lord ja, tað er heilt einfalt grundarlagið undir mínum tónleiki, svarar Taff, tá vit spyrja hann, hvønn týdning átrúnaður og serliga kristindómur hevur fyri hansara tónleik.
- Mítt lív er rørt av eini hægri makt, og trúgvin hevur ávirkað mín hugburð og hjálpt mær almikið í tí dagliga. Tí er tað natúrligt, at hetta gerst miðdepilin í mínum tónleiki. Tónleikurin snýr seg í høvuðsheitum um Jesus, sigur Russ Taff.
Tónleikurin hjá Russ Taff er eitt slag av gudsdyrkan, og tað er ígjøgnum tónleikin at Taff dyrkar tað andaliga.
- Ein prædikumaður segði einaferð, at hann hevði skift 10.000 prædikur við ein sálm, tí at ein prædika festir seg sjáldan í minnið eins og tónleikur, sigur Russ Taff.
- Tónleikurin er ein so ómetaliga týdningarmikil partur av lovsongi og gudsdyrkan sum heild. Tað er ein undurfullur partur av tí kristna lívinum, er niðurstøðan hjá Taff.
Sonur ein eldspýtandi prædikumann
Russ Taff er uppvaksin í Kalifornia á vesturstrond USA. Sum tanáringur flutti hann til Arkansas og seinni til Nashville, ein snúningsásur fyri bæði country og andaligan tónleik.
Um sín uppvøkstur og hvaðani tað tónleikaliga genið stavar sigur Taff:
- Pápi mín var pastorur í eini hvítusunnusamkomu. Hann var ein eldspýtandi prædikumaður, ið leikaði í sum eitt øtt, tá hann talaði, flennir Taff, tá hann lýsir pápa sín, tann karismatiska prædikumannin.
Mamman var hinvegin mildari, og hon legði gospel-tónleikin niður í lítla Taff.
- Hon lærdi meg at syngja ?from here? sigur Taff við djúpari rødd og leggur hondina á bringuna og búkin.
Bardagi ímóti tí konservativa
Nú er tónleikurin hjá Russ Taff rættiliga lívligur, og føroyingar hava møguliga tað orð á sær, at vit eru heldur konservativir, tá tað snýr seg um nýggj rák bæði innan tað verðsliga og tað andaliga lívið.
- Eg vil fegin flyta mørk og bróta múrar ígjøgnum mín tónleik. Nógvir ungir tónleikarar takka mær fyri, at vit hava verið ein sokallaður ísbrótari innan andaligan tónleik.
- Tað mest umráðandi er at vera natúrligur og ikki bara at passa inn í tað verandi uppfatanina av gudsdyrkan. Tað ræður eisini um at spreingja karmarnar. Eg havi ofta havt ósemjur við pastorar, sum ikki dámdu, at vit tóku trummusett við inn í samkomurnar.
Týskvøldið hevði Jessy Dixon konsert í ítróttarhøllini í Runavík, og Taff kennir væl Dixon.
- Eg eri eisini uppvaksin við tí svarta tónleikinum, sum mangan hevur givið mær góðan íblástur til mín tónleik, sigur Taff.
Pengarnir fylgja við
Tá Russ Taff spældi við bólkinum hjá Bill Gaither, sum Billboard Magazine samanbar hann við The Beatles innan gospel, spældu teir í stórum hallum frammanfyri 8-15.000 áhoyrarum. Harumframt hevur Taff fingið fimm Grammy virðislønir og níggju Dove virðislønir, ið er virðislønin innan gospel-tónleik.
- Tað er altíð stuttligt at fáa viðurkenning frá mínum starvsfeløgum, og tí eri eg sera fegin um tær virðislønir, eg havi fingið, sigur Taff.
Taff greiðir frá, at hann í byrjanini av síni yrkisleið livdi sera fátæksligt. Men nú er vend komin í, og pengar fylgja sjálvandi við, tá tónleikurin fær eitt størri publikum. Marknaðurin fyri slíkum tónleiki er í veruleikanum sera stórur yvir í USA, og umsetningurin kann gerast rættiliga stórur.
- Eg síggi onga mótsøgn í tí, at eg nú fái góðar pengar fyri mítt lívsverk. Vit hava eina ábyrgd og eina skyldu at deila okkara ríkidømi við onnur, sigur Russ Taff um pengarnar, ið eru ein sjálvsagdur partur av tí at gerast kendur.
- Vit stuðla sosialum arbeiði millum tey veikastu í samfelagnum, og lít á míni orð, tað eru nógv fátæk fólk í USA.
Aðru ferð í Føroyum
Hetta er aðru ferð, at Taff er í Føroyum, og honum dámar væl áhoyrararnar í her.
- Fólk liva við í tónleikinum og hava ein góðan eginleika at vera opin yvirfyri tí andaliga, sigur Taff um føroyska áhoyraran.
- Tað er umráðandi at minnast til, hví eg geri tað, sum eg geri. Eg vil presentera ein kærleiksfullan gud á mínum konsertum, og vónandi kemur boðskapurin greitt út, sigur Taff.
Á konsertunum í Føroyum hevur Russ Taff ein bólk við sjey føroyskum tónleikarum, og harumframt fer eitt kór eisini at syngja saman við honum.
Eftir konsertirnar um vikuskiftið fer Taff til Noregs at hava tríggjar konsertir, áðrenn hann fer at taka sær av løttum saman við sínum tveimum døtrum.
Russ Taff verður at hoyra fríggjakvøldið í Kelduni í Skálavík, leygarkvøldið í høllini á Hálsi og sunnukvøldið í KÍ-høllini í Klaksvík.










