Treiskir toftamenn settu føðingardagsbarnið upp á pláss

Væl skipaða heimaliðið hevði størri tyngd og gjørdi sær dælt av, at klaksvíkingar enn eina ferð høvdu stórar trupulleikar av fløtu verjuni

Fótbóltur

Tað var intensivitetur og dramatikkur og undirhald fyri allar pengarnar, tá ið 99 ára føðingardagsbarnið úr Klaksvík við stórum og í 1. hálvleiki mælskum fylgi vitjaði á Svangaskarði, har heimaliðið spældi av øllum alvi fyri at varðveita møguleikan í hvussu so er at røkka Europa Cup plássi og eisini fyri at halda lív í vónini um, at tað skal eydnast at fáa HB aftur.
B68 legði bragdligari fyri. Teir vunnu flestu nærdystirnar, og hóast møguleikarnir ikki vóru so upplagdir beinanvegin, so lá tað líka sum í luftini, at tað fóru at verða teir, sum skuldu leggja seg framum.
Eftir lítlari løtu miðskeiðis í 1. hálvleiki snaraðist dystargongdin heilt á. KÍ skoraði upp á brotsspark, og seinnapartin av fyrra umfarinum vóru klaksvíkingar eina tonn omaná. Teir høvdu eisini møguleikan at leggja seg uppaftur betri fyri, men Albert Sævarsson tveitti seg niður ímóti handaru stólparótini og stórbjargaði stútaranum hjá annars sera væl spælandi Atla Danielsen, sum í hesum førinum ikki fekk heilt tak á innlegginum frá Arnoldi Joensen.
Eingin ivi var um brotssparkið, sum stóðst av einasta stóra mistakinum í B68 verjuni. Vandin var lítil ella eingin, tá ið Hans Fróði Hansen, sum annars var ein brandur í miðverjuni, tøvdi eitt sindur og í staðin fyri at skumpa bóltin út av vøllinum í høgru royndi at snýta Eyðun Klakstein. Tað miseydnaðist, Eyðun setti ferð á inn í brotsteigin, eingin ivi var um, at tað var brotssparkið, sum hann ætlaði sær, og tað eydnaðist. Eyðun fór um koll stutt innanfyri brotsteigarmarkið, dómarin bríkslaði, og Jan Andreasen sendi málverjan í annað borðið og bóltin dygst inn við stólparótini í hinum borðinum.

KÍ trupulleikar í verjuspælinum
Beinanvegin í seinna umfarinum sást, at B68 var sinnað at leggja meiri fyri í royndunum at fáa mál. Tryggu verjuspælararnir skiftust um at fara fram við í álop, og B68 yvirtakið á miðvøllinum gjørdist alt størri. Fróði Benjaminsen og Jann Ingi Petersen fingu eisini hjálp frá Boga Petersen og Øssuri Hansen. KÍ var sera álopssinnað í útgangsstøðu. Arnold Joensen og Eyðun Klakstein vóru meiri vongspælarar í 4?2?4 spælskipan enn miðvallarar í 4?4?2 skipan, og harvið var bitin hjá Atla Danielsen og Jan Joensen á sentralu plássunum ov stórur.
Klaksvíkingar gjørdu tað eisini torført hjá sær sjálvum. Teir lyftu ofta bóltin frameftir. B68 var nógv stinnari í luftspælinum, og eftir steðgin royndu teir at flyta heilt fløtu verjuna langt fram á vøllin. Sum fleiri aðrar ferðir fyrr í ár knípti tað heilt nógv við uppbakkingini, og tað dugdi B68 liðið væl at fáa nyttu burturúr.
Á tímaslagnum javnaði Fróði Benjaminsen, sum taldist millum teir bestu, til 1?1. Eftir einfalt eitt tvey samanspæl tíggju metrar frammanfyri miðstrikuna gjørdist hann púra leysur við KÍ málverjanum. Landsliðsmaðurin sneiddi hegnisliga framvið málverjanum, trillaði bóltin í tóma málið, og so vóru greiðar ábendingar um, at síðsti hálvi tímin fór at vera sera torførur hjá KÍ.
Eitt lítið korter seinni skoraði B68 tvey mál og so var greitt í hvønn posa stigini skuldu fara. Í báðum førunum vóru toftamenn púra leysir við KÍ málverjanum, tá ið teir skoraðu. Klaksvíkingarnir vildu hava, at serliga í 2. hálvleiki sera væl upplagdi John Heri Dam skuldi vera rangstaddur í báðum førunum, men linjuverjin og dómarin lótu spælið halda fram, og so var Kartin Joensen prísgivin. Í fyrra førinum trillaði John Heri bóltin upp á tvørs til raska Jann Inga Petersen, og í seinna førinum smekkaði John Heri flatt til úr sekstan metrum, eftir at Albert Sævarsson hevði sparkað langt út, og bólturin hevði snittað ein á vegnum.
B68 spælararnir stórfegnaðust, og KÍ spælararnir vóru vónbrotnir. Breiddin, tyngdin, dýpdin og organisatiónin í verjuspælinum vóru í longdini betri hjá heimaliðnum, sum framvegis hevur møguleika at vinna FM. Setningurin hjá KÍ verður nú at halda seg omanfyri miðstrikuna, og næsta sunnudag fáa teir á heimavølli ímóti B36 møguleika at vísa, at tað kann verða betri, enn tað so mangan hevur verið í ár, og enn tað serliga í 2. hálvleiki var á Svangaskarði.

Dysturin í tølum
B68?KÍ 3?1 (0?1)
0?1: Jan Andreasen br 22.
1?1: Fróði Benjaminsen 61.
2?1: Jann Ingi Petersen 73.
3?1: John Heri Dam 74.
Dómari: Dagfinn Olsen
B68: Albert Sævarsson ? Dánial Hansen, Hans Fróði Hansen, Arnbjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen ? Bogi Petersen (Eyðstein Skipanes, 60.), Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen ? Súni Fríði Johannesen (Jóhan Petur Poulsen 10./Øssur Jacobsen 77.), John Heri Dam
Gult kort: Øssur Jacobsen 82.
KÍ: Kartin Joensen ? Jan Andreasen, Allan Joensen, Aleksander Djordjevic, Harley Bertholdsen ? Arnold Joensen, Atli Danielsen, Jan Joensen (Leon Bjartalíð, 76.), Eyðun Klakstein (Símun Joensen, 60.) ? Jacob Bymar, Hjalgrím Elttør (Marius Nystrøm Hansen, 80.)
Gult kort: Eyðun Klakstein 40., Jan Joensen 65.