Vit sita inni í hugnaligu og fjálgu stovuni hjá Gladys og føroyska manni hennara. Maðurin siglir við trolara úr Hirtshals. Tvey ára gamli Joshua, sum spælir bil á gólvinum, tosar bæði filipinsk og føroysk orð, meðan hálvt ára gamli Michael bara tosar babymál enn.
Trygg barnaár
Ikki visti lítla Gladys at hon ein dag skuldi hoyra heima á nøkrum køldum oyggjum í Norðuratlantshavinum. Foreldrini hjá Gladys høvdu níggju børn, fimm døtrar og fýra synir, og fyri at tryggja teimum ein góðan uppvøkstur og góða frammtíð, vórðu tvær av døtrunum fluttar til eldri familju at vera.
Gladys búði hjá ommu síni frá hon var fýra til hon var trettan. Omman búði ikki langt frá foreldrunum, og sum siður er á Filipsoyggjunum var familjan tætt knýtt. Gladys minnist barnaárini sum trygg og stuttlig, omman forkelaði hana, og hon spældi við síni syskinabørn.
Sum 13 ára gomul flutti hon til mostur sína fyri at ganga í studentaskúla.
Filipinska netverkið
Gladys heldur, at Føroyar líkist Filipsoyggjunum eitt sindur. Klaksvík við sínum brekkum og fjøllum líkist einari filipinskari bygd, og familjusamanhaldið er líka sterkt í báðum londum. Tað búgva eisini nógvir filipinarar í Føroyum, og teir halda líka væl saman, sum føroyingar gera, tá teir eru uttanlands.
Gladys hevur fleiri filipinskar vinkonur í Føroyum, og tær hjálpa og stuðla hvørja aðrari. Tað fer ikki ein føðingardagur framvið, uttan at tær allar eru saman. Mamma Gladys var í Føroyum og hjálpti henni, eftir at fyrsta barnið varð føtt, og nú hevur elsta systir hennara júst verið og hjálpt henni í seks mánaðir. Hetta er filipinskt, sigur hon. Vit hjálpa hvørjum øðrum.
Lærarastarv
Eftir lokið miðnám las Gladys til lærara á Filipsoyggjunum í fýra ár við sergrein í barnasálarfrøði. Skúlin var dýrur, men foreldrini goldu. Filipinarar seta stóra æru í skúlagongd, og foreldur Gladysar goldu fyri skúlagongdina hjá øllum børnum sínum. Tvær systrar hennara eru útbúnar bókhaldarar og tvær eru jarðarmøður.
Eftir at hava arbeitt sum lærari í fimm ár, flutti hon til Manilla, har hon við stuðli frá fólki úr Svøríki fekk høvi at lesa tónleik í tvey ár, og síðani fekk hon bjóðað starv í stórari evangeliskari kirkju í Manilla. Kirkjan hevði egnan skúla, tónleikaskúla og professionelt kór, og Gladys arbeiddi sum sanglærari um dagin og kórsangari um kvøldi.
Føroyskir fordómar
Gladys hevur eisini onkrar føroyskar vinir. Her hevur samkoman, sum hon gongur í, havt serligan týdning. Men sjálvt um hon ikki hevur møtt beinleiðis rasismu í Føroyum, so heldur Gladys, at summi fólk hava eina ov svart-hvíta mynd av Filipsoyggjunum.
Gladys fortelur um einaferð, hon fór at vitja eina føroyska familju. Tá hon skuldi koyra hurðina aftur, fekk hon ikki handtakið at rigga. Hon royndi at koyra hurðina aftur, men hon glapp upp aftur. Konan í húsinum sær, hvat hon stríðist við og sigur: Brúka tit ikki hurðar í Filipinunum?
- Hon segði tað ikki í óreinheit, men eg bleiv so kløkk og kedd, sigur Gladys.
Føroyski maðurin
Framtíðin hjá Gladys lá ikki í lærarastarvinum í milliónabýnum Manilla. Hon hevði leingi havt hug at ferðast út í heim at uppliva okkurt annað. Í 2000 var hon tríggjar mánaðir í Svøríki og vitjaði familjurnar, sum høvdu stuðla útbúgving hennara, og í 2001 arbeiddi hon eitt hálvt ár sum lærari í Kina.
Afturkomin úr Kina, møtti hon einum stillum, blíðum hvítum manni heima hjá felags vinum. Maðurin var føroyingur, og hann var og vitjaði fólk, sum hann var komin at kenna, tá hann sigldi við hjálparskipinum Doulos. Tey gjørdust væl, og tá hann fór heimaftur, hildu tey sambandið við líka við at skriva. Í 2002 kom hann aftur, tey giftust, og fluttu til Føroyar.
Málið og arbeiðið
Gladys er í løtuni í barnsburðarfarloyvi, men annars arbeiðir hon á fiskavirki. Og tað er ikki júst tað, sum hon droymdi um, tá hon las til lærara í Filipsoyggjunum.
- Tá eg keypti inn á “wet market” í Manilla, bað eg altíð fiskahandlaran vaska fiskin fyri meg, tí eg helt fisk vera so ólekran. Og nú skilji eg lippir sum onki, sigur hon og flennir.
Tá mamma hennara var og vitjaði, var hon kedd um, hvussu hart arbeiði dóttirin hevði. Men tað er ikki so nógv at gera við tað, sigur Gladys. Hon hevur søkt um at fáa útbúgving sína góðkenda her, men kravið er, at hon dugir føroyskt og tekur eina roynd á læraraskúlanum.
- Men eg veit ikki, um eg nakrantíð fari at duga nóg væl føroyskt, sigur hon hugsunarsom.
Sitat:
Tá mamma hennara var og vitjaði, var hon kedd um, hvussu hart arbeiði dóttirin hevði. Men tað er ikki so nógv at gera við tað, sigur Gladys.
Føroyska konan, sum sær hana stríðast við eina hurð, spyr: Brúka tit ikki hurðar í Filipinunum?
- Hon segði tað ikki í óreinheit, men eg bleiv so kløkk og kedd, sigur Gladys.
Hon hevur søkt um at fáa útbúgving sína góðkenda her, men kravið er, at hon dugir føroyskt og tekur eina roynd á læraraskúlanum.
- Men eg veit ikki, um eg nakrantíð fari at duga nóg væl føroyskt, sigur hon hugsunarsom.










