hevur handtikið tveir ungar mans, í 20'unum, eftir eina spreinging nærindis eina løgreglustøð í Rosengård býarpartinum í Malmø. - Spreingingin var ætlað móti løgregluni og tess arbeiði, sigur Rickard Lundqvist [...] skrivar, at spreinginin hoyrdist um stóran part av býnum og loypti hvøkk á íbúgvarnar. Trykkið merktist fleiri hundrað metrar frá staðnum. Løgreglustøðin og fleiri bilar í grannalagnum fingu stórar skaðar av [...] spreingingini. Eingin fólkaskaði stóðst av spreinginini. - Handtiknu menninir eru kenningar hjá løgregluni og hava tilknýti til brotsmannaverðina her í býnum, sigur Carina Persson, lokalløgregluovasti í Syd við
skinnara um fótin og spælir ikki komandi tveir mánaðirnar. Sostatt skulu Føroyar spæla uttan Helga Hoydal og Fríða Weyhe í annaðkvøld, tá Italia tekur ímóti. Dysturin byjar klokkan 19.45 og verður beinleiðis [...] vinstru hond. Eg helt fast í einum spælara, og skuldi rykkja meg leysan til at steðga einum øðrum, tá fingurin er fastur í troyggjuni. Tað er hovið á hondini og røntgenmyndin vísti eitt brot, sigur Fríði [...] Føroyar taptu í dag annan dystin í HM undankappingini. Rumenia vann 28-20. Í fyrra hálvleiki mátti ein vælspælandi Fríði Weyhe lata seg skifta út við pínu í hondini. Hann hevur brotið eitt bein í hondini
nar og er ætlað einum breiðum hyggjaraskara. - Umframt at vera spurnakapping, lýsir hendan sendingin eisini væl føroysku ítróttarsøguna. Vit lagt okkum eftir at fara víða um í ítróttargreinum, og luttakandi [...] kenna úr triathlon, og rógvaranum, Svein Rógva Ljósstein Nielsen. Rógvarin, Ludvík við Stein, er liðskipari á liði B. Hann hevur mannað sítt lið við dartspælaranum, Kristian Joensen, og tennisspælaranum, [...] eisini fleiri enn tjúgu ítróttargreinar, sigur Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum og vertur í sendingini. Hóast talan er um hugnaliga sending, ið ætlað einum breiðum hyggjaraskara, so
yvirfyri Birnu og íslendska fólkinum. Hugskotið hjá Aviâja E. Lynge hevur breitt seg til aðrar grønlendskar býir enn Nuuk, og í løtuni verður arbeitt við líknandi tiltøkum, bæði í Qaqortoq og Tasiilaq. - [...] sum hevur ávirkað meg og alt okkara fólk ógvuliga djúpt. Tað sigur Aviâja E. Lynge, sum hevur postað hugskotið um at minnast Birnu Brjánsdóttir á henda hátt, á sína Facebook-síðu, og tað eru fleiri, sum [...] Borgarar í Grønlandi ynskja at vísa samkenslu, nú 20 ára gamla, Birna Brjánsdóttir, er funnin deyð í dag. Klokkan 19 í kvøld, grønlendska tíð, fara fólk at savnast framman fyri íslendsku sendistovuni í
Og tað eru framvegi sjúkrahús í Danmark, sum eru tað stóra álitið hjá okkara heilsuverkið. Men samstundis verða nakir sjúklingar eisini sendir, bæði til Íslands, og til onnur lond eisini. Nú Løgtingið [...] sendir á sjúkrahús uttanlands til serviðgerð, og av teimum eru 1224 sendir á sjúkrahús í Danmark. Sostatt eru 90 prosent av sjúklingunum sendir til Danmarkar, og av teimum eru 80 prosent send á ríkissjúkrahúsið [...] serviðgerðirnar eru. Men annars eru 20 sjúklingar sendir til Kroatia, har tey, eitt nú fáa viðgerð fyri Psoriasis, 116 sjúklingar eru sendir til Íslands, ein er sendir til Noregs og ein til Zürich. Tey, sum verða
við FC Barcelona og Messi, men tá ið man sær Ronaldo, so má man bara hava eina mynd saman við honum. Hann og Messi eru mínir yndisspælarar, sigur Jónas, sum tó ikki væntar, at Ronaldo og Portugal fara heimaftur [...] kekkaði inn á Hotel Føroyum umleið kl.20.30 í kvøld. Cristiano Ronaldo gekk framvið teimum allarflestu, men beint áðrenn hann fór framvið mannamúgvuni, steðgaði hann á og heilsaði upp á nøkur børn. Les eisini: [...] Føroyum Ein av teimum hepnu, sum fekk bæði klemm og selfie saman við Cristiano Ronaldo, var 12 ára gamli Jónas Jóannisarson Iversen. - Eg rópti á hann, og so kom hann kom yvir til mín. Tað var mega kul,
valdur út sum ein av 20, ið eru við á hesari altjóða stevnuni, har heili 58 sjónleikarafeløg høvdu søkt um luttøku. Havgird er ein samanrenning av íslendskum og føroyskum hugskotum, og er talan um sonevnt [...] leikinum Havgird. Og fyrrapartin var norska tjóðarsjónvarpið, NRK, á vitjan, meðan hópurin var í ferð við at seta pallin upp. Norska sjónvarpið tosaði við Hilmar Joensen (myndin), Mariann Hansen og Barbaru Andreasen [...] leikriti, men hevur tikið skap sum venjing og hugskot leið. Nólsoyingarnir vóru við á norðureuropeisku amatør sjónleikarastevnuni, sum var á Akureyri í Íslandi í fjør, og teir vórðu aftur bodnir upp til Íslands
Riddarin úr Miðvági. Undan dagsins róðri høvdu teir vunnið sannførandi í Klaksvík, í Hósvík og á Tvøroyri, og aftur í dag var Riddarin ógvuliga sannførdur vinnari. Harvið er rættuliga sannlíkt, at tað verður [...] næstfyrstur á øllum stevnunum, og tað var hann aftur í dag. Lómur var greitt nummar tvey eftir startspurtin, men Smyril úr Vági var ógvuliga boysin. Hann vann seg stútt og støðugt inn á Lóm eftir at hava [...] hava verið meiri enn eina bátslongd aftanfyri. Og í endaspurtinum tóktist tað sum um, at Smyril tók Lóm. Í síðstu tøkunum svaraði Lómur tó aftur, og tá ið teir fóru um málið var Lómur stavnin frammanfyri
á sama hátt, sum Milan-liðið hjá honum gjørdi. Og hví skuldi hann ikki tað. Tann spælistílurin hjálpti honum og Milan til tvey Champions League-heiti, og tað talið skuldi verið trý. Teir skuldu ongan tíð [...] Liverpool sítt besta kappingarár í 20 ár, men kortini endaðu teir fýra stig aftan fyri okkum. Bara at klára tað sama í ár, verður serstakliga trupult hjá teimum. Og tað verður enn truplari at betra, sigur [...] serliga høgt í metum millum Liverpool-viðhaldsfólk. Ikki minst høvdu hann og Rafael Benitez fleiri verbalar samanbrestir í vár, og longu nú tykist Fergie at hita upp til enn ein av slagnum. - Eg rokni við
farin undir at fyrireika íbúðarbygging kring landið. - Húsalánsgrunnurin kann útvega, leiga og reka íbúðir, og vænta tey at fara undir einar 15 verkætlanir í ár. Talan er ikki um marglætisíbúðir, men um [...] Sjóvar kommuna vísir á, at uppskotið er, at kommunan útvegar grundstykki og ger tað byggibúgvið. Húsalánsgrunnurin byggir íbúðirnar, og høvið verður so at keypa sær ein lut í eini íbúð. - Kostar íbúðin eitt [...] íbúðirnar tær, sum eru millum 63 og 80 fermetrar til støddar. Ein annar møguleiki er at byggja leiguíbúðir. Sjóvar kommuna hevði málið fyri á kommunustýrisfundi mánakvøldið, og varð samtykt at arbeiða víðari