Riddarin verjir borg

6-mannafør menn: Tíðirnar vísa, at mest suvereni kappróðrarbáturin í ár er 6-mannafarið Riddarin úr Miðvági. Undan dagsins róðri høvdu teir vunnið sannførandi í Klaksvík, í Hósvík og á Tvøroyri, og aftur í dag var Riddarin ógvuliga sannførdur vinnari. Harvið er rættuliga sannlíkt, at tað verður Riddarin, sum fer at vinna FM.

Í dag var stór kapping um næstfremsta plássið. Higartil hevði Lómur av Argjum verið næstfyrstur á øllum stevnunum, og tað var hann aftur í dag. Lómur var greitt nummar tvey eftir startspurtin, men Smyril úr Vági var ógvuliga boysin. Hann vann seg stútt og støðugt inn á Lóm eftir at hava verið meiri enn eina bátslongd aftanfyri. Og í endaspurtinum tóktist tað sum um, at Smyril tók Lóm. Í síðstu tøkunum svaraði Lómur tó aftur, og tá ið teir fóru um málið var Lómur stavnin frammanfyri Smyril.

 

1 Riddarin 07:24.04

2 Lómur 07:29.07

3 Smyril 07:29.22

4 Skúgvur 07:38.16

5 Gongurólvur 07:41.06

6 Tvørabáturin 07:47.23

7 Húsfrúgvin 07:57.23

 

Støðan

1 Riddarin 28

2 Lómur 24

3 Smyril 20

4 Skúgvur 13

5 Gongurólvur 12

6 Tvørabáturin 11

7 Húsfrúgvin 2