Jónas fekk selfie við Ronaldo

- Eg rópti á hann, og so kom hann kom yvir til mín, sigur 12 ára gamli Jónas.

Tað var gravgangur eftir at sleppa at síggja Cristiano Ronaldo, tá ið portugisiski landsliðshópurin kekkaði inn á Hotel Føroyum umleið kl.20.30 í kvøld.

 

Cristiano Ronaldo gekk framvið teimum allarflestu, men beint áðrenn hann fór framvið mannamúgvuni, steðgaði hann á og heilsaði upp á nøkur børn.

 

Les eisini: Nú er Ronaldo í Føroyum

 

Ein av teimum hepnu, sum fekk bæði klemm og selfie saman við Cristiano Ronaldo, var 12 ára gamli Jónas Jóannisarson Iversen.

 

- Eg rópti á hann, og so kom hann kom yvir til mín. Tað var mega kul, greiðir Jónas frá, sum eisini bleiv ruskaður í hárið av Ronaldo, tá ið hann sá hvussu glaður Jónas bleiv fyri myndina.

 

Les eisini: Ronaldo á Hotel Føroyum

 

- Vanliga haldi eg við FC Barcelona og Messi, men tá ið man sær Ronaldo, so má man bara hava eina mynd saman við honum. Hann og Messi eru mínir yndisspælarar, sigur Jónas, sum tó ikki væntar, at Ronaldo og Portugal fara heimaftur við nøkrum stigi.

 

- Eg tippi 2-1 til Føroyar, sigur Jónas, áðrenn hann ovurfegin fer víðari at vísa øðrum myndina, sum hann fekk saman við portugiskisku heimsstjørnuni.