Føroyar taptu í dag annan dystin í HM undankappingini. Rumenia vann 28-20. Í fyrra hálvleiki mátti ein vælspælandi Fríði Weyhe lata seg skifta út við pínu í hondini. Hann hevur brotið eitt bein í hondini.
Les eisini: Taptu aftur við málum
- Eg havi brotið eitt bein í vinstru hond. Eg helt fast í einum spælara, og skuldi rykkja meg leysan til at steðga einum øðrum, tá fingurin er fastur í troyggjuni. Tað er hovið á hondini og røntgenmyndin vísti eitt brot, sigur Fríði Weyhe.
Les eisini: Helgi Hoydal brotið fótin
Hann hevur verið á sjúkrahúsinum. Hondin er í gips og boðini eru, at talan er um eitt lítið brot. Tí skal heimvendi kollfirðingurin sita uttanfyri komandi fýra vikurnar.
Í gjár brotnaði eisini Helgi Hoydal. Hann breyt eitt bein í fótinum í dystinum móti Ukraina. Hann hevur fingið ein stóran skinnara um fótin og spælir ikki komandi tveir mánaðirnar. Sostatt skulu Føroyar spæla uttan Helga Hoydal og Fríða Weyhe í annaðkvøld, tá Italia tekur ímóti. Dysturin byjar klokkan 19.45 og verður beinleiðis á Rás2.
Ferðafrásøgn út Italia:










