Svenska løgreglan hevur handtikið tveir ungar mans, í 20'unum, eftir eina spreinging nærindis eina løgreglustøð í Rosengård býarpartinum í Malmø.
- Spreingingin var ætlað móti løgregluni og tess arbeiði, sigur Rickard Lundqvist, løgregluovasti á staðnum, við svenskar miðlar.
Ógvusliga spreingingin skakaði løgreglustøðina um níggjutíðina lokala tíð í gjárkvøldið. Aftonbladet skrivar, at spreinginin hoyrdist um stóran part av býnum og loypti hvøkk á íbúgvarnar. Trykkið merktist fleiri hundrað metrar frá staðnum.
Løgreglustøðin og fleiri bilar í grannalagnum fingu stórar skaðar av spreingingini. Eingin fólkaskaði stóðst av spreinginini.
- Handtiknu menninir eru kenningar hjá løgregluni og hava tilknýti til brotsmannaverðina her í býnum, sigur Carina Persson, lokalløgregluovasti í Syd við P1 Morgon.
Hon sigur, at løgreglan seinastu tíðina hevur gjørt fleiri átøk móti brotsmannaliðum í býnum.
- Vit hava verið sera virkin í økinum og tíverri, tá vit gera rannsóknir móti brotsmonnum kann tað fáa slíkar avleiðingar fyri okkum, sum sjálvandi als ikki kann góðtakast, sigur hon.
- Spreingingin í kvøld vísir, at vit mugu framhaldandi arbeiða hart og miðvíst móti harða kriminalitetinum. Vit mugu ongantíð bakka undan, sigur hon á heimasíðuni hjá løgregluni.