Borgarar í Grønlandi ynskja at vísa samkenslu, nú 20 ára gamla, Birna Brjánsdóttir, er funnin deyð í dag.
Klokkan 19 í kvøld, grønlendska tíð, fara fólk at savnast framman fyri íslendsku sendistovuni í Nuuk, har tey fara at tendra livandi ljós fyri Birnu.
- Hetta er eitt mál, sum hevur ávirkað meg og alt okkara fólk ógvuliga djúpt.
Tað sigur Aviâja E. Lynge, sum hevur postað hugskotið um at minnast Birnu Brjánsdóttir á henda hátt, á sína Facebook-síðu, og tað eru fleiri, sum hava deilt boðini hjá henni.
- Tú følir jú ikki, at tað er nakað, tú kanst gera, tá nakað so óbehagiligt hendir, sigur Aviâja E. Lynge við Sermitsiaq. Hon heldur, at tað tí er so sjálvsagt, at grønlendingar vísa samkenslu yvirfyri Birnu og íslendska fólkinum.
Hugskotið hjá Aviâja E. Lynge hevur breitt seg til aðrar grønlendskar býir enn Nuuk, og í løtuni verður arbeitt við líknandi tiltøkum, bæði í Qaqortoq og Tasiilaq.
- Vit hava tøtt bond til íslendingar, og tað kennist væl, at vit í minsta lagi kunnu vísa okkara samkenslu á henda hátt, tá vit ikki kunnu gera annað, sigur Aviâja E. Lynge.










