Nólsoyingar á NRK

Í hesum døgum luttaka nólsoyingar á einari altjóða amatør sjónleikarastevnu í Tromsø við leikinum Havgird.

Og fyrrapartin var norska tjóðarsjónvarpið, NRK, á vitjan, meðan hópurin var í ferð við at seta pallin upp.

Norska sjónvarpið tosaði við Hilmar Joensen (myndin), Mariann Hansen og Barbaru Andreasen, tær báðar í sínum leikbúnum.

Leikurin Havgird varð valdur út sum ein av 20, ið eru við á hesari altjóða stevnuni, har heili 58 sjónleikarafeløg høvdu søkt um luttøku.

Havgird er ein samanrenning av íslendskum og føroyskum hugskotum, og er talan um sonevnt »deviced theatre«. Tað vil siga, at leikurin er bygdur upp frá grundini við ongum leikriti, men hevur tikið skap sum venjing og hugskot leið.

Nólsoyingarnir vóru við á norðureuropeisku amatør sjónleikarastevnuni, sum var á Akureyri í Íslandi í fjør, og teir vórðu aftur bodnir upp til Íslands á páskum í ár. Nú eru teir so í Tromsø at føra fram.

Ikki er heilt greitt, hví norska sjónvarpið valdi júst føroyska leikin at umrøða, men tey, ið hava hug at síggja innslagið, kunnu skrúva á NRK 1, sum sendir upptøkurnar klokkan 17.40 í dag í distriktsnyt, føroyska tíð.