árum síðan - beint vestur úr Mykinesi - so línuskipini ikki sluppu heilt inn á seks fjóðringar úr grunnlinjuni. Hvar hesin kassi er endaður, veit eg ikki, men staðfestast kann bara, at línuskipini nú hava [...] eina leið vestan fyri Mykines – í allar ævir – tí hetta skal vera ungfiskaleið burturav. - Hetta er ikki hissini økið (sí mynd). Ja, Vágoy hevði passað tríggjar ferðir inn í hetta økið, sum nú eftir øldir [...] kipini fyltu seg í økinum, sum nú skal friðast, tí sambært fiskifrøðingum er bara ungfiskur her. Dánjal A. Hansen heldur, at tað saktans kann diskuterast, um tað er rætt, at hesi stóru línuskip skulu sleppa
liðugt, var greitt, at áttati málningar eru so at siga horvnir. Tað vil siga, at Listasavnið veit ikki, hvar teir eru, ella hvat er hent við teimum. Hetta harmast tey nógv um á savninum, og tí koma tey [...] síðani tíðindini bórust um, at málningar manglaðu, hevur Listasavnið fingið onkra fráboðan, men tað eru ikki nógvar. Og Helgi vónar tí, at tað fara at koma fleiri. Dataskráseting Horvnu málningarnir hjá Lis [...] gamlir málningar. Tað vil siga, at teir eru frá fyrr enn 1970, tá savnið fekk egin høli. Men onkur er kortini nýggjari. Áðrenn tað hevði savnið onki fast høli, og tí vórðu málningarnir spjaddir runt um, har
tað ikki at rigga betur, mugu tey eisini umhugsa at fáa fatur á onkrum heilt nýggjum slagi av sendara. Men hóast sendararnir ikki senda so leingi, legst alla tíðina til av vitan, so tað er als ikki nyttuleyst [...] av einum vónbroti tí sendararnir slóknaðu so skjótt. Tað kanst tú lesa meiri um HER Men hóast tað ikki gekk eftir vild seinast, vilja tey fegin slepp at merkja fleiri grindir. Bjarni Mikkelsen sigur, at [...] at royna alla tíðina at bøta um sendararnar í royndunum at fáa teir at halda betur. Tey vita ikki, hví sendararnir slókna so skjótt, men ein meting er, at hvalirnir síggja, at har er okkurt fremmant, sum
Enn er ikki avgjørt, hvar hondbóltslandsdysturin millum Føroyar og Danmark skal spælast. Eingin høll í Føroyum lýkur krøvini hjá altjóða hondbóltssambandinum, men Hondbóltssamband Føroya hevur søkt um [...] um undantaksloyvi at sleppa at hava dystirnar í Føroyum kortini. Hondbóltssamband Føroya vísir á tvær møguligar hallir til dystin. Onnur er ítróttarhøllin á Hálsi í Havn, sum vanliga verður nýtt til landsdystir [...] landsdystir. Hóast hon júst er umvæld, lýkur hon ikki altjóða krøvini til hondbóltsdystir á hægsta stigið, sum allir landsdystir hjá danska landsliðnum verða mettir at vera. Hin møguleikin er at flyta dystin
Lopransdali. ? Men kortini er tað hent, at Landsverkfrøðingurin hevur lovað aðrari kommunu (Vágs Kommunu. blm.) grótið. Sostatt hevur hann brotið gamla siðvenju og tað góðtaka vit ikki, serliga ikki, tá ið hann [...] at verður so farið út, framvið Akralandinum, skal heldur ikki nógv fyllast meiri enn einar 15 metrar út, so er dýpið 25 metrar, so tað skal ikki fyllast nógv út, so hava vit eina rættiliga djúphavn í Lopra [...] einfaldari. Men tað eru tær ikki og vit í bygdaráðnum í Sumbiar Kommunu eru vald at røkja áhugamálini hjá Sumbiar Kommunu og at skapa neyðugu fortreytirnar hjá okkum sjálvum, ikki hjá øðrum kommunum. Og spyrt
fólk í heila tikið, sum ikki hava so nógvan pening í løtuni, fegin vilja læra seg kynstrið at seta pengar í skilagóðar íløgur, sigur Reimund Langaard. Hann afturvísir kortini ikki, at tað eisini er ein ávísur [...] so síggja tey tilkomnu íløgur sum ein møguleika til pensjónina. Tað skilst á øllum brøgdum, at tað ikki bert eru hugsjónarligir handilsskúlanæmingar, ið hava áhuga fyri íløguspælinum hjá Kaupthing og Sosialinum [...] Hinvegin ynskir Kaupthing eisini at vekja áhugan hjá teimum ungu, tá tað kemur til eftirløn. - Eg veit ikki hvussu nógv yngra ættarliðið hugsar um eftirløn, men vit vilja heilt víst eggja teimum til at gera
krónurnar í skattainntøku ikki til stórt annað enn nøkur smærri kommunal arbeiðir. - Nei, tað leypa bert nakrar fáar 100.000 krónur av um árið. So tú skilir at vit megna ikki at fara undir nakað stórt [...] Onkur vildi helst hildið, at Kalsoyggin er at meta sum ein útoyggj. Men tað er ikki vist, at tú fært oyggjarfólkið at skriva undir uppá tað. Hagtølini vísa, at fólkatalið í oynni er tað lægsta seinastu [...] soleiðis einans 108 fólk á Kalsoynni. Tá tey vóru flest, í 2003, vóru tey 147 í tali. Men tað eru kortini tey sum hava hug at bøta uppá hetta og ynskja at seta føtur undir egið borð í Húsa kommunu. - Vit
samgonga gav Bústøðum heimild til at læna 250 milliónir til at byggja bústaðir fyri. Hetta var kortini ikki nokk til at nøkta bústaðartørvin, og tí legði undanfarna landsstýri eisini fram ein bústaðarpakka [...] ivingarsamt um tað verður samtykt, tí flokkar, sum nú mynda samgonguna, hava tvíhildið um, at hetta er ikki vegurin fram. Tvørtur ímóti hava tey víst á, at Bústaðir, og privata vinnan, skulu hava somu sømdir
radiosendara og seks hava ventilatiónsskipan. Tað er ikki nøkur ætlan at seta radiosendarar upp í Viðareiðistunlinum beint nú, men málið verður kortini umrøtt við Landsverk, sigur Uni Rasmussen.
við hesum sjónarmiðinum: - UEFA kann ikki loyva sær bara at geva slíkar dystir til dómarar frá teimum størru londunum. Teir loyva heldur ikki dómarum fram at, sum ikki eru nóg góðir, sigur Rune Pedersen [...] Pedersen við norsku tíðindastovuna, NTB. Rune Pedersen viðgongur kortini, at Tom Henning Øvrebø hevði nakrar óhepnar avgerðir í dystinum ígjár. - Eitthvørt lið, sum tapir ein týdningarmiklan dyst, og heldur, at