Størsta italska ítróttarblaðið, La Gazetta dello Sport nevnir 2-1 sigurin hjá Bayern München yvir Fiorentina í Champions League kappingini ígjár fyri stuldur.
Italska ítróttarblaðið gevur norska dómaranum Tom Henning Øvrebø skyldina fyri, at Fiorentina tapti dystin. Í dystinum í gjárakvøldið góðkendi Tom Henning Øvrebø 2-1 sigursmálið hjá Miroslav Klose, hóast hesin var í einari upplagdari offside-støðu. Italska ítróttarblaðið gevur eisini ilt av sær um, at Massimo Gobbi hjá Fiorentina fekk tað reyða kortið í seinna hálvleiki. Blaðið leggur upp til, at bert dómarar frá teimum stóru londunum burdu dømt dystir millum lið frá teimum stóru londunum.
Norski dómaraleiðarin, Rune Pedersen er ósamdur við hesum sjónarmiðinum: - UEFA kann ikki loyva sær bara at geva slíkar dystir til dómarar frá teimum størru londunum. Teir loyva heldur ikki dómarum fram at, sum ikki eru nóg góðir, sigur Rune Pedersen við norsku tíðindastovuna, NTB.
Rune Pedersen viðgongur kortini, at Tom Henning Øvrebø hevði nakrar óhepnar avgerðir í dystinum ígjár. - Eitthvørt lið, sum tapir ein týdningarmiklan dyst, og heldur, at dómarin hevur skyldina, fer altíð at geva ljóð fyri hesum. Men um dómarafrágeiðingin hjá UEFA sigur, at Tom Henning Øvrebø dømdi vánaligt, so taka vit hetta sjálvsagt til eftirtektar, sigur Rune Pedersen.
Tom Henning Øvrebø gjørdist illa gitin, tá hann í hálvfinaluni millum Chelsea og Barcelona í fjør yvirsá fleiri brotsspørk, sum Chelsea av røttum átti.