Enn er ikki avgjørt, hvar hondbóltslandsdysturin millum Føroyar og Danmark skal spælast. Eingin høll í Føroyum lýkur krøvini hjá altjóða hondbóltssambandinum, men Hondbóltssamband Føroya hevur søkt um undantaksloyvi at sleppa at hava dystirnar í Føroyum kortini.
Hondbóltssamband Føroya vísir á tvær møguligar hallir til dystin. Onnur er ítróttarhøllin á Hálsi í Havn, sum vanliga verður nýtt til landsdystir. Hóast hon júst er umvæld, lýkur hon ikki altjóða krøvini til hondbóltsdystir á hægsta stigið, sum allir landsdystir hjá danska landsliðnum verða mettir at vera.
Hin møguleikin er at flyta dystin til Klaksvíkar, í Badmintonhøllina í Klaksvík. Og borgarstjórin har norðuri, Jógvan Skorheim, er jaliga sinnaður at hýsa landsdystinum.
- Umstøðurnar í Badmintonhøllini eru góðar, og við ávísum broytingum, kunnu vit fáa ein fantastiskan hondbóltsdyst á altjóða støði leiktan við góðum stemningi, skrivar hann á Facebook-vanga sínum.
Við Norðlýsið sigur hann, at badmintonhøllin lýkur flestu krøvini, millum annað eru áskoðarapláss báðu megin vøllin.
- Tað eru tó nøkur viðurskiftir sum mangla, men møguliga eru tað viðurskiftir, sum vit kunnu fáa uppá pláss, so vit fáa spælt dystirnar í Klaksvík, sigur hann við Norðlýsið.