Fyribils er eingin ætlan um at seta radiosendarar upp í tunlinum til Viðareiðis. Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt hann um nøkur ætlan er um at seta radiosendarar upp í Viðareiðistunlinum
Uni Rasmussen sigur frá Landsverki, at tað fer at kosta umleið 750.000 krónur at seta radiosendarar upp, soleiðis at útvarpsrásir hoyrast í Viðareiðistunlinum. Verður tað gjørt, fer tað eisini at bera til hjá løgregluni, og tilbúgvingini annars, at samskifta inni í tunlinum í samband við óhapp og annað.
Men Landsverk mælir til at onnur arbeiði verða gjørd fyrst. Tað er eingin ventilatión í Viðareiðistunlinum og Landsverk heldur, at tað hevur størri týdning fyri trygdina í tunlinum. Ein leyslig meting er, at ein nýggj ventilatiónsskipan kostar einar fimm milliónir krónur.
Landsverk varðar av 19 tunlum. Harumframt stendur Landsverk fyri at gera tríggjar tunlar gjørdir nú, og ein tunil fer í gongd í næstum. Tunlarnir, sum eru í ger, eru tveir tunlar Norður um Fjall og Dalstunnilin, og tunnilin, sum fer ígongd í næstum, er Fámjinstunnilin.
Av verandi tunlum hava seks tunlar radiosendara og seks hava ventilatiónsskipan. Tað er ikki nøkur ætlan at seta radiosendarar upp í Viðareiðistunlinum beint nú, men málið verður kortini umrøtt við Landsverk, sigur Uni Rasmussen.











