Listasavn Føroya hevur arbeitt í eina tíð við at gera eina dataskráseting yvir teirra málningar, og tá arbeiðið var liðugt, var greitt, at áttati málningar eru so at siga horvnir. Tað vil siga, at Listasavnið veit ikki, hvar teir eru, ella hvat er hent við teimum.
Hetta harmast tey nógv um á savninum, og tí koma tey fram við hesum við vón um, at fólk fara at hyggja at málningum, sum tey hava hangandi.
? Skuldi tað so víst seg, at tað stendur Listasavnið á onkrum av teimum, so vil eg so staðiliga heita á fólk um at siga okkum frá. Ella um onkur er, sum møguliga veit, hvat kann verða hent við onkrum av málningunum, sigur Helgi Fossádal, stjóri á Listasavni Føroya.
Hann sigur, at síðani tíðindini bórust um, at málningar manglaðu, hevur Listasavnið fingið onkra fráboðan, men tað eru ikki nógvar. Og Helgi vónar tí, at tað fara at koma fleiri.
Dataskráseting
Horvnu málningarnir hjá Listasavninum eru flest allir gamlir málningar. Tað vil siga, at teir eru frá fyrr enn 1970, tá savnið fekk egin høli. Men onkur er kortini nýggjari.
Áðrenn tað hevði savnið onki fast høli, og tí vórðu málningarnir spjaddir runt um, har teir kundu hanga.
Listasavnið hevði eina pappírsskráseting, sum tey nú hava gjørt til eina dataskráseting, og tað er sum sagt í hesum sambandinum, at tey eru varðug við horvnu málningarnar.
Listasavnið veit sostatt av hesum málningum, men veit bara ikki, hvat er vorðið av teimum gjøgnum árini. Og tað vilja tey fegin fáa staðfest.
? Vit mugu sum stovnur gera alt tað, vit kunnu fyri at fáa málningarnar aftur ella staðfest, hvat er vorðið av teimum, sigur Helgi Fossádal.