Vilja fegin sleppa at merkja eina grind afturat

Vit royna alla tíðina at gera merkini betri, men seinasta royndin at merkja, gekk ikki eftir vild

– Tað er einki annað enn at gera eina roynd afturat. Tað sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur og hvalagranskari á Søvnum Landsins.

 

Tey vilja fegin sleppa at merkja fleiri grindir fyri at fáa meiri at vita um, hvussu grind ferðast, tí tað er eitt týðandi grundarlag undir stovnsmetingunum av grind. Og av tí sama hevur tað eisini stóran týdning fyri royndir okkara at prógva, at grindadrápið er burðardygt.

 

 

Seinast, tey merktu grind, var í Bø í heyst, men tann royndin var eitt sindur av einum vónbroti tí sendararnir slóknaðu so skjótt. Tað kanst tú lesa meiri um HER

 

Men hóast tað ikki gekk eftir vild seinast, vilja tey fegin slepp at merkja fleiri grindir. Bjarni Mikkelsen sigur, at royna alla tíðina at bøta um sendararnar í royndunum at fáa teir at halda betur.

 

Tey vita ikki, hví sendararnir slókna so skjótt, men ein meting er, at hvalirnir síggja, at har er okkurt fremmant, sum teir sí bíta av hvørjum øðrum.

 

Lívfrøðingurin sigur, at teir royna at fáa sendararnar at fella so væl inn í hornið á hvalinum, sum tilber. Men fáa tey tað ikki at rigga betur, mugu tey eisini umhugsa at fáa fatur á onkrum heilt nýggjum slagi av sendara.

 

Men hóast sendararnir ikki senda so leingi, legst alla tíðina til av vitan, so tað er als ikki nyttuleyst kortini. Bjarni Mikkelsen ásannar, at tað er neyðugt við vælvild frá grindamonnum, at teir fáa grind at merkja, so tað vónar hann, heldur fram.

 

- Aðalendamálið við merkingini er at finna útbreiðsluøkið hjá grind. Vit vilja kanna, um teir grindahvalirnir, sum koma til Føroya, eru partur av einum stórum samlaðum stovni, sum ferðast runt í øllum Norðuratlantshavinum, ella um tað kanska er ein lokalur stovnur, sum bara ferðast í økjum nærindis Føroyar, hevur Bjarni Mikkelsen áður sagt við okkum. 

 

Náttúrugripasavnið vil nevniliga hava eitt vísindaligt grundalag at meta um, antin okkara grind er burðardygt. Tað er jú stórur munur á, um mann veiðir av einum lokalum lítlum stovni, ella um tað er av einum størri spjøddum stovni.