Bústaðir skulu fáa møguleikan at byggja 200 bíligar leigu-íbúðir afturat.
Tað halda tingmanningarnar hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi. Tískal fara teir báðir flokkarnir nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at geva Bústøðum heimild til at læna 250 milliónir afturat, soleiðis at farast kann undir byggingina.
Báðir flokkarnir ásanna, at tað er stórur tørvur á bústøðum – og samstundis eru fleiri bústaðir fyritreytin fyri framhaldandi fólkavøkstri og búskaparvøkstri.
– Tað er neyðugt at økja útboðið av íbúðum við at Bústaðir byggja 200 leiguíbúðir afturat teimum 400, sum eru í gongd, sigur Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi í eini fráboðan í kvøld.
– Aldurssamansetingin er framvegis ein avbjóðing, og tað er sera týdningarmikið, at ungdómur og barnafamiljur kunnu støðast í Føroyum, sigur Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
– Vónandi verður hetta uppskotið samtykt, so vit skjótt kunnu tryggja hundraðtals vaksnum og børnum ein góðan bústað fyri ein rímiligan kostnað, leggur hann afturat.
Undanfarna samgonga gav Bústøðum heimild til at læna 250 milliónir til at byggja bústaðir fyri.
Hetta var kortini ikki nokk til at nøkta bústaðartørvin, og tí legði undanfarna landsstýri eisini fram ein bústaðarpakka, har nøkur av uppskotunum vórðu samtykt.
Men eitt uppskot lá eftir, og tað er hetta uppskotið um at geva Bústøðum heimild til at læna 250 milliónir afturat, og tað er hetta uppskotið, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin leggja fram aftur nú.
Talan um uppskotið, sum gevur Bústøðum heimild til at læna 250 millónir krónur afturat, og verur tað samtykt, kunnu Bústaðir byggja einar 200 bíligar, leigu-bústaðir afturat, siga teir báðir flokkarnir.
Verur uppskotið samtykt, fáa Bústaðir heimild at útvega lutaíbúðir. Men tað er ógvuliga ivingarsamt um tað verður samtykt, tí flokkar, sum nú mynda samgonguna, hava tvíhildið um, at hetta er ikki vegurin fram. Tvørtur ímóti hava tey víst á, at Bústaðir, og privata vinnan, skulu hava somu sømdir, og fáa tey tað, er bústaðartrupulleikin loystir upp á onga tíð.











