sjey mál, tá Kyndil stríddi seg til javnleik 24-24, aftaná at hava verið aftanfyri 10-15 í steðginum, og eitt skiftið 7-15. Finnur er nøgdur við tað eina stigið í mun til dystargongdina, tá hugsað verður [...] verður um hvussu illa stóð til í fyrra hálvleiki. Hann er tó sera misnøgdur við avrikið hjá Kyndli í fyrra hálvleiki, men hann heldur, at teir fingu rætta uppá fleiri ting í seinna hálvleiki. Tað var ein góð [...] at javna heilt ímóti dystarenda. Finnur undirstrikar, at tað eisini hevði týdning, at munurin upp til annað plássið í FTZ deildini ikki øktist, nú kappingin í FTZ deildini fer at liggja still í fimm vikur
Neistin vann bert ein dyst síðsta kappingarár, og var tað nevniliga ímóti StÍF í fyrsta umfarinum. Hetta vildu teir fegnir endurtaka ímóti einum StÍF-liði, sum var serstakliga illa rakt av skaðum. Meðan [...] Meðan Neistin hevði allar sínar mans tøkar, so manglaði StÍF brøðurnar JustiStÍF nógvar leikarar. Brøðurnir Leivur og Sveinur Justinusen vóru ikki við. Leivur er úti í 4-6 vikur, meðan Sveinur neyvan spælir [...] góðar undan dystinum sunnudagin. Hinvegin høvdu bæði Jakob Jónsson og Artur Johansen melda seg klárar til dystin, og sjálvt um teir ikki hava vant í ár, so kom hetta sera væl við hjá strandingum.
Neistin kundi um vikuskiftið avdúka, at felagið hevur gjørt avtalu við Finnur Hansson, sum skal styrkja um hópin komandi kappingarár. Við hesum hava meistararnir styrkt um hópin við tveimum av fremstu
Hóast, at Neistin í ár vann føroyameistaraheitið, hevur liðið fingið tveir nýggjar stórleikarar í álopspartinum. David Edvardsen skrivaði fyri viku síðan undir við havnarfelagið, og nú er greitt, at Finnur
Hondbóltur Við fimm stigum niður til H71 á triðja plássinum er lítil ivi um, at Neistin nú er væl ávegis móti FM-finaluni. Tað var niðurstøðan eftir dystin á Hálsi sunnudagin, tá Neistin og H71 spældu eina grannauppgerð [...] ber illa til at siga annað, enn at hoyvíkingarnir eisini hjálptu væl til í so máta. Ikki bara hildu teir á fram at misnýta góðar møguleikar. Tríggjar ferðir áttu teir eisini brotskast, men til hvørt av [...] kosin, men við fimm stigum niður til næstu kappingarneytarnar er lítil ivi um, at Neistin er annað liðið í finaluni. Og við tilgongd av Jacob Larsen og Jakob Jónsson til komandi dystirnar verður talan eisini
hevur alt kappingarárið talst millum niðaru liðini á stigatalvuni, meðan Neistin hinvegin hevur verið í toppinum, og meðan Neistin higartil hevur vunnið allar sínar dystir í endaspælinum, hava hoyvíkingar [...] væntandi, at Neistin fór at vinna ein stórsigur, og á tann hátt betra eitt sindur um málmunin, sum kann fáa avgerandi týdning í seinasta enda. H71 gavst ikki At byrja við var eisini líkt til, at júst ein [...] var mest sum avgjørt, kundi Neistin so fáa nøkur løtt mál afturat. Sjálvsagt var frøi á neistaleikarunum, nú teir aftur eru ájavnir vestmenningum í stigum, men hugburðurin til uppgávuna skal í øllum førum
í kappingini. Her hevur Neistin tó tann fyrimun, at tær longu hava spælt annan dystin móti VÍF, soleiðis at tær her hava tryggjað sær, at VB fer at missa tvey stig, har Neistin ikki kann missa fleiri. [...] spæla heimadyst, tá tær sunnudagin fingu vitjan av Kyndli. Einki var at ivast í, at VB var favorittur til dystin, og dysturin skuldi eisini vinnast, um VB framhaldandi skuldi fylgja við í bronsustríðnum. Hinvegin [...] grundspælinum, tá tær grønu á heimavølli vundu burtur úr VB. Vendi eftir time-out Tað var eisini líkt til, at Kyndil aftur hesa ferð skuldi geva VB ein skarpan gang, tá farið varð undir dystin sunnudagin.
Simonsen tók til. - Tað merkir so, at eisini havnarborgarar skulu betala sín part av ítróttarhøllini í Sandi. Tað stóð heldur ikki á fáa stuðul úr landskassanum til badmintonhøll í Klaksvík. Men Neistin, sum er [...] landið. Tað er vanlig hugsan í Tórshavnar býráð. Tá ið spurningurin um at stuðul til hondbóltshøllina hjá Neistanum varð til viðgerðar í býráðnum í gjárkvøldið, varð orðaskiftið snarað inn á, hvussu órættvíst [...] vísti á, at Havnar Sjúkrakassi varð avtikin við einum pennastroki og fluttur til Klaksvíkar og Strandferðslan varð flutt til Suðuroyar. - Og í Hovi hava tey bygt ein ”opnahjall” av einum skúla ímeðan s
Josef Abrahamsen 5, Finnur Hansson 5, Hjalti Mohr Jacobsen 3 og Høgni Klein Olsen 1. Neistin-KÍF 17-20 (9-12) Neistin: Rói Berg Hansen 4, Rasmus Múller 3, Herbjørn Lava 3, Sjúrður Thomassen 3, Teis Horn [...] vunnu 34-30. KÍF avgreiddi hinvegin sín setning á útivølli ímóti Neistanum. Hálvleiksstøðan var 12-9 til kollfirðingarnar, og hóast heldur langt var ímillum málini hjá teimum í seinna hálvleiki, so kom sigurin
Hondbóltur Skuldi Neistin spæla við í dystinum um finalupláss, so var kravið treytaleyst ein sigur á Tjaldri, sum als ikki hevur mist stig í ár. Men tað var í veruleikanum langt frá, at Neistin kom í nær námind [...] saman, var ikki stórvegis, sum Neistin fekk gjørt. Í verjuspælinum gekk annars hampuliga væl hjá Neistanum stóran part av dystinum, men í álopinum vildi lítið og einki bera til. Ofta vórðu álop endað óneyðuga [...] strikuni. Sigurin ber við sær, at Tjaldur framvegis hevur fult stigatal í toppinum á stigatalvuni. Neistin er hinvegin longu nú endað í einum ongamannalandi, har liðið helst vinnur sær bronsumerki, men har