Neistin kundi um vikuskiftið avdúka, at felagið hevur gjørt avtalu við Finnur Hansson, sum skal styrkja um hópin komandi kappingarár. Við hesum hava meistararnir styrkt um hópin við tveimum av fremstu spælarunum í landinum, tí fyri stuttum varð avtala eisini gjørd við David Edvardssen, sum kemur úr StÍF. Finnur Hansson spældi í vetur við Kyndli, men hann var eisini partur av mansliðnum hjá Neistanum, sum í 2000 vann FM-heitið.










