Finnur í serflokki

Eitt skaðarakt StÍF lið, við Finni Hansson á odda, megnaði at vinna á Neistanum á Hálsi sunnudagin. Teir førdu at kalla allan vegin, men móti endanum mundu neistamenn fanga strandingar aftur.

Neistin vann bert ein dyst síðsta kappingarár, og var tað nevniliga ímóti StÍF í fyrsta umfarinum. Hetta vildu teir fegnir endurtaka ímóti einum StÍF-liði, sum var serstakliga illa rakt av skaðum.
Meðan Neistin hevði allar sínar mans tøkar, so manglaði StÍF brøðurnar JustiStÍF nógvar leikarar. Brøðurnir Leivur og Sveinur Justinusen vóru ikki við. Leivur er úti í 4-6 vikur, meðan Sveinur neyvan spælir undan jólum. Harafturat eru bæði Alexandur Johansen og Pauli G.Hansen givnir, meðan Bárður Danielsen hevur ein skaða at dragast við. So fyritreytirnar hjá strandigum vóru ikki góðar undan dystinum sunnudagin.
Hinvegin høvdu bæði Jakob Jónsson og Artur Johansen melda seg klárar til dystin, og sjálvt um teir ikki hava vant í ár, so kom hetta sera væl við hjá strandingum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Strandingar vildu meir
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Tað bleiv eisini skjótt týðiligt, at strandingar vildu meir enn neistamenn. Teir løgdu bragdliga fyri, og eftir fyrstu 15 minuttunum høvdu teir vunnið sær eina trygga fimm mála leiðslu. Hesa leiðslu hildu teir fast í, og Neistin gjørdi sær ikki arbeiði lættari, tá teir fingu tríggjar útvísingar uppá heilt fáar minuttir.
Sum hálvleikurin leið kom Neistin betur við í dystin, og eftir at hava verið aftanfyri við seks málum fimm minuttir áðrenn hálvleik, so megnaðu teir at berja seg nakað inná aftur strandingar, soleiðis at StÍF bert var á odda 17-13 í hálvleikinum.
Tað var týðiligt, at neistaverjan hevði stórar trupulleikar av álopsspælinum hjá StÍF, og serliga høvdu teir ilt við at fáa fatur á Finni Hansson. Hann hevði ein sera góðan dag, og í fyrra hálvleiki hevði hann fingið heili 9 mál.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Finnur helt fram við góða spælinum
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Um Neistin ætlaði at steðga StÍF, so var av stórum týdningi at steðga Finni Hansson til annan hálvleik. Men hetta gekk ikki heilt eftir vild hjá neistamonnum. Teir megnaðu í góðan mun at draga inná StÍF, men Finnur Hansson var ikki til at steðga henda dagin. Hann skoraði snøgt sagt, tá hann vildi.
Men sjálvt um teir ikki megnaðu at steðga Finni, so megnaðu teir veruliga at skapa spenning aftur í dystin. Teir drógu støðugt inná strandingar, og um hálvan seinna hálvleik minkaði Neistin um munin niður í bert eitt mál, og nú var dysturin ordiliga opin aftur.
Men so settu strandingar trumf á. Uppá fýra minuttir fingu teir 4 mál, meðan Neistin einki fekk, og so vóru aftur 5 mál á muni millum liðini bæði.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útvísingar mundu kosta sigurin
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
5 mál frammanfyri við færri enn 10 minuttum eftir. Hetta sá veruliga gott út hjá strandingum. Men so byrjaðu teir at gera tað ómetaliga ringt fyri teir sjálvar. Fyrst fekk Artur Johansen beinleiðis reytt kort, og síðstu fáu minuttirnar vóru teir raktir av ikki færri enn fýra útvísingum.
Hetta gagnnýttu neistamenn næstan til fulnar. Teir tóku eitt mál fyri og annað eftir inná strandingar, og seint í dystinum minkaðu teir um munin niður í bert eitt mál. Í sama tíðarskeiði høvdu bæði Áki Mørk og Tróndur Kragesten havt skot á stongina, so við eitt sindur størri hepni høvdu neistamenn fingið javnleikin.
Soleiðis skuldi tað tó ikki blívu. StÍF vann dystin við einum máli, 33-32. Sigurin var fult uppiborin. StÍF førdi at kalla allan vegin, og høvdu teir ikki verið so illa raktir av útvísingum ímóti endanum, so høvdu strandingar sikkurt vunnið ein sannførandi sigur.
Hesin sigurin hevði tó neyvan komið í hús uttan ein vælleikandi Finn Hansson. Finnur fekk heili 16 mál, so tað er ikki minst honum at takka, at StÍF vann henda dystin.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málskjúttar Neistin:
Blagoje Buha 11, Roar Dalsgarð 5, Tróndur Kragesten 4, Dann Thorleifsson 4, Helgi Mikkelsen 4, Áki Mørk 3, Jokuslav Dumizh 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útvísingar Neistin: 4
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málskjúttar StÍF:
Finnur Hansson 16, Jakob Jónsson 7, Jørmund Joensen 5, Artur Johansen 2, Borgar Danielsen 1, Terji Poulsen 1, Andre F. Danielsen 1
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útvísingar: 4
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Reytt kort: 1