TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við veteranin og stórskjúttan hjá Kyndli, Finnur Hansson, sum skeyt sjey mál, tá Kyndil stríddi seg til javnleik 24-24, aftaná at hava verið aftanfyri 10-15 í steðginum, og eitt skiftið 7-15.
Finnur er nøgdur við tað eina stigið í mun til dystargongdina, tá hugsað verður um hvussu illa stóð til í fyrra hálvleiki. Hann er tó sera misnøgdur við avrikið hjá Kyndli í fyrra hálvleiki, men hann heldur, at teir fingu rætta uppá fleiri ting í seinna hálvleiki. Tað var ein góð kensla hjá Finni og liðfeløgunum at javna heilt ímóti dystarenda.
Finnur undirstrikar, at tað eisini hevði týdning, at munurin upp til annað plássið í FTZ deildini ikki øktist, nú kappingin í FTZ deildini fer at liggja still í fimm vikur, meðan steypakappingin verður avgreidd. Hann heldur, at ein munur uppá trý stig heldur enn fimm stig er ein avgerandi munur fyri motivasjónini til venjingarnar komandi tíðina.
Støðan í FTZ deildini :