Finn bjargaði Neistanum

Hoyvíkingar megnaðu ikki at basa stórspælinum frá málmansveteraninum, og so kundi Neistin taka eitt stórt fet móti FM-finaluni

Hondbóltur

 

Við fimm stigum niður til H71 á triðja plássinum er lítil ivi um, at Neistin nú er væl ávegis móti FM-finaluni.

Tað var niðurstøðan eftir dystin á Hálsi sunnudagin, tá Neistin og H71 spældu eina grannauppgerð, ið kann flokkast millum tær heilt undirhaldandi.

 

Undirhaldið var nú ikki so heilt nógv takkað verið góðum spæli. Ferðin varð frá byrjan sett langt upp, og tí var talið av mistøkum eisini hareftir. Tað eydnaðist tó fyri tað mest hjá Neistanum at halda sær frammanfyri, tó at H71 eisini hevði sínar løtur, har teir vóru á odda.

Eftir steðgin hevði dysturin tó hug til at venda. Jens Skipagøta í H71 hevði einar tvær tríggjar framúr bjargingar, og so tóktist tað, sum skuldu hoyvíkingarnir veruliga gera um seg. Í hinum endanum hevði Nemanja Racic trupult við at lyfta sítt málmansspæl, og í eini seinastu roynd at venda dystinum, skiftu teir bláu ístaðin Finn á Svøð inn.

Málmansveteranurin hevur kanska ikki havt heilt so nógva spælitíð í ár, men teir 20 minuttirnar, sum hann hesa ferð var á vøllinum, prógvaði hann so dyggiliga sítt virði. Alt fyri eitt hevði hann nakrar frálíkar bjarginar móti leysum hoyvíkingum, og tað gav Neistanum møguleikan at vinna seg aftur.

Og so ber illa til at siga annað, enn at hoyvíkingarnir eisini hjálptu væl til í so máta. Ikki bara hildu teir á fram at misnýta góðar møguleikar. Tríggjar ferðir áttu teir eisini brotskast, men til hvørt av hesum kom Racic aftur í málið at bjarga skotinum, fyri síðani at lata sessin frá sær aftur til Finn.

Frustratiónirnar hjá H71 bara øktust, men veruliga møguleikan mistu teir ikki, fyrr enn Esbern Patursson fekk sær eina púrasat óneyðuga útvísing til seinasta minuttin. Og so kundi Neistin punktera dystin heilt við tveimum teimum seinastu málunum.

 

Hóast spælið væl kundi verið betur, so var fagnaðurin hjá teimum bláu stórur. Gaman í eru enn seks dystir eftir at spæla, áðrenn finaluliðini verða kosin, men við fimm stigum niður til næstu kappingarneytarnar er lítil ivi um, at Neistin er annað liðið í finaluni. Og við tilgongd av Jacob Larsen og Jakob Jónsson til komandi dystirnar verður talan eisini um styrkt lið, sum skal taka seinasta takið.

Hoyvíkingar kunnu hinvegin í stóran mun takka sær sjálvum, at úrtøkan ikki gjørdist størri hesaferð. Og so er spurningurin, um teir hóast hetta megna at halda dampinum uppi seinasta partin av kappingini.

 

Fakta um dystin

Neistin-H71 26-23 (15-13)

10 min: 3-3

20 min: 10-9

40 min: 17-17

50 min: 21-19

Málskjúttar

Neistin: Jugoslav Djumic 7, Karl Herup Olsen 6, Ingi Olsen 4(1), Blagoje Buha 3(1), Roar Dalsgarð 2, Tróndur Kragesteen 2, Dann Thorleifsson 1, Jón Ludvík 1

H71: Dánjal Tórgarð 6(4), Bárður Brimvík 5, Gunnar Bláberg 4, Niels Viggo Niclasen 3, Eyðun Højgaard 2, Janus Sørensen 2, Halgir Dahl Olesen 1

Brotskøst: Neistin 2, H71 6

Útvísingar: Neistin 5, H71 3

Diskvalifikatión: Neistin 1 (3X2 minuttir)

Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen