Finnur Hansson skiftir til Neistan

Hóast, at Neistin í ár vann føroyameistaraheitið, hevur liðið fingið tveir nýggjar stórleikarar í álopspartinum. David Edvardsen skrivaði fyri viku síðan undir við havnarfelagið, og nú er greitt, at Finnur Hansson komandi kappingarár skal spæla við Neistanum.

Finnur Hansson hevur í hesum kappingarárinum verið ein av stuðulsleikaranum hjá Kyndli, men nú skal hann væntandi ganga á odda, nú bláa havnarfelagið skal royna at endurvinna meistaraskapin.