Fingu av grovfílini í Tórshavnar Býráð

Býráðslimir í Havn góvu Løgtingi og landsstýrið av grovfílini í gjárkvøldið

Í løgtinginum og í landsstýrinum verður grovur mismunur gjørdur á Havnini og á teimum ymsu økjunum kring landið.
Tað er vanlig hugsan í Tórshavnar býráð.
Tá ið spurningurin um at stuðul til hondbóltshøllina hjá Neistanum varð til viðgerðar í býráðnum í gjárkvøldið, varð orðaskiftið snarað inn á, hvussu órættvíst Tórshavnar Kommuna verður viðfarin av politisku landsmyndugleikunum.
Heðin Mortensen vísti á, at landið fer nú at byggja og betala 100% av eini ítróttarhøll í Sandoy, har tey ”nóg illa fáa mannað eitt innandura fótbóltslið”, sum Jákup Símun Simonsen tók til.
- Tað merkir so, at eisini havnarborgarar skulu betala sín part av ítróttarhøllini í Sandi.
Tað stóð heldur ikki á fáa stuðul úr landskassanum til badmintonhøll í Klaksvík.
Men Neistin, sum er felag í Havn, fær ongan stuðul.
- Í Suðurstreymoy ber onki til og tí má Tórshavnar Kommuna taka um endan, søgdu Býráðslimir í Havn um høllina hjá Neistanum.
Býráðslimir vístu eisini á, at samgongan hevur stuðlað eini almennari Trygdarmiðstøð í Klaksvík við teirri avleiðing, at ein privat trygdarmiðstøð í Havn fór á heysin.
Hvsassastur var Jákup Símun Simonsen, sum vísti á, at Havnar Sjúkrakassi varð avtikin við einum pennastroki og fluttur til Klaksvíkar og Strandferðslan varð flutt til Suðuroyar.
- Og í Hovi hava tey bygt ein ”opnahjall” av einum skúla ímeðan skúladepilin í Marknagili enn einaferð er útsettur.
Býráðslimir vístu eisini aftur og aftur á, at ágangur er á vinnuháskúlan at fáa hann til Klaksvíkar.
Og nú verður eisini tosað um kommunala útjavning og tað merkir, at tað skal takast frá Havnini og latast til aðrar kommunur.