komu heim at vitja. Eg kann minnast, at tá Jonhard bleiv sjúkur fyri gott 20 árum síðani, búðu vit í Essalág í Havn. Fastur og Simona komu til okkara at kóka havrasuppu til Jonhard, tí tað kundi styrkja hann [...] eru vit tvær Jonhard'ar. Eg sá, hvussu rørdur hann var, nú hann var blivin uppkallaður. Jonhard var eitt deiligt menniskja í allar mátar og góður við øll. Eg misti pápi í 1989, og eg minnist, góða fastur [...] hava havt so nógv samband, og tað koma vit framvegis at hava. Eg eri glað fyri at eiga eina so dýrabæra fastur sum teg. Eg skal heilsa tær hjá mammu og systkinum mínum. Harrin styrki teg í sakninum, góða
valdað á boriøkinum í fleiri ár. Stena Don lá á fjørðinum í tveir dagar, har seinastu tingini vórðu fingin uppá pláss undan boringini á landgrunninum. Tyrlan hjá Atlantsflogi flutti fólk millum pall og flogvøll [...] hann henda vegin væl fyrr. Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil sigur, at avgjørt var at fáa pallin skjótast til Føroya heldur enn at fara inn í norska havn at gera hann kláran, tí har kundi hann verið raktur [...] fyri allari boriverkætlanini fyri Statoil. Rúni M. Hansen sigur í hesum viðfangi, at tey tí neyvan fara at seta borin í aftur fyrr enn í 2008, um talan verður um eitt fund. Skuldi tað hent, at vit finna
til Havnar og fór í prentaralæru á Dimmalætting og var útlærdur hondsetari í 1946. Í 1947 gavst hann á Dimmalætting og fór til Bókaprent, har hann lærdi maskinseting. Ungdómsárini í Havn búði hann á KFUK [...] til 1949. Í 1949 fór hann til Keypmannahavnar á fakskúla og meistaraskúla innan prentarayrkið, og starvaðist har í tvey ár. Hann kom heim aftur í 1951 og starvaðist eitt skifti í Prentsmiðjuni í Bókahandlinum [...] varðhaldinum eina ferð um vikuna í tilsamans 36 ár. Í 1962 kom hann upp í sjómansmissiónsarbeiði, og var t.d. sjómanstrúboðari í Vestmannaoyggjunum og eitt stutt skifti í Ravnoynni. Sum trúboðari virkaði
má tað sigast at hava verið, tí í roynd og veru hava bert verið tveir fastir urguleikarar í Hesti síðani kirkjan varð vígd í 1911 - Hans Edvard Thomsen og síðani seinast í 50 unum Jørmundur Zachariassen [...] Teir gjørdu skjótt av: Fóru í bátin og løgdu leiðina inn á Strendur, hagani urgan varð flutt út aftur í Hest. - Vit royndu hana áðrenn, og sóu at hon var í góðum standi! Í summum heimum var fýrur mangan [...] er so nógv í tali. Hann minnist ein eldri mann úr Skopun, sum plagdi at sita á loftinum. Hann sang so skjótt, at tað vóru ikki øll sum dámdu hetta so væl. - Eg haldi tó, at í Christianskirkjuni í Klaksvík
nýggja tiltakinum í Havnar Kirkju, har fólk kunnu seta seg inn í kirkjuna eina løtu, í friði og náðum. - Hetta skal ikki síggjast sum ein mótsetningur til øll hini andligu tilboðini, sum eru í býnum, men heldur [...] til tiltakið, tá hann hevur ferðast í øðrum londum. Har er tað sera vanlig, at størru kirkjurnar í stórbýnum eru opnar, soleiðis at fólk kunnu koma inn av gøtuni. So, í einum gerandisdegi, merktur av skundi [...] gnum eru tað so nógv leitandi fólk, sum søkja eftir onkrum, og kanska leita tey serliga eftir sær sjálvum. - Um fólk kunnu finna frið í sær sjálvum, so er eitt av endamálunum rokkið. Vit verða alla tíðina
Nolsøe, sum er í starvi í høvuðssæti Sparikassans í Havn, hevur í hesum døgum starvast 40 ár í Føroya Sparikassa. Í tí sambandi hevur móttøka verið í høvuðssætinum Yviri við Strond, og nógv nýttu høvið at [...] síðani byrjaði í Føroya Sparikassa, arbeiddi hann í gróthúsinum í miðbýinum. Tá vóru 12 fólk í Sparikassanum. Hetta var sum ein stór familja. Fólkatalið í Føroyum var nakað tað sama, sum í dag. Vit høvdu [...] haft høvi og tann framíhjárætt at vitja í nógvum londum og nógvum peningastovnum uttanlands - líka frá Grønlandsbankanum í Nuuk í minus 55 gradum til RABO Bank í Hollandi við fullkomnum reindyrkaðum sj
nærri kanningar, siga tey á Politistøðini í Havn". Í tíðindunum á portalinum varð lagt aftrat: "Í bilinum var ein kvinna, ein maður og eitt barn. Tunnilin er stongdur í løtuni, men sløkkiliðið er á veg eftir [...] tilburðin í tíðindunum? Nú dagurin nærkast, tá ið blómur verða lagdar kring um á vegunum, har fólk eru deyð í ferðsluni, hava vit skift orð við Hendrik Egholm, ið var maðurin, sum sat aftanfyri róðrið í Sig [...] bløddi eitt sindur í øðrum arminum, helst av brotna rútinum, men tað hevði ikki nógv upp á seg. Sum seinnaparturin leið, hevði eg ilt ymsastaðni í kroppinum, og eg hevði eisini ógvuliga ilt í knøunum. Hann
og februar kunnandi fundir í Havn, í Klaksvík, í Eysturoynni og í Suðuroy, fyri foreldrum, stuðlum, kommunum og dagstovnum. Á fundunum varð greitt frá lógarbroytingunum, og hvørjar avleiðingar hesar fóru [...] frá stuðlunum, bar hetta í flestu førum til. Hóast fólk vóru søgd upp og ikki vistu, um vit fingu boðið teimum starv aftur, stóð ikki á at fáa fólk at loysa av og at taka eyka tøk í hesari stravnu tíð. Tað [...] broyttar, var samstundis ein meting gjørd av, hvussu nógv av børnunum kundu integrerast, og hvørji børn áttu at hoyra til skipanina hjá Almannastovuni. Í hesi uppgerð var funnið fram til, at kr. 12,7 mió
aftur fáa eitt havnaumhvørvi sum fólk kunnu trívast í, í Havn. Men vit hava eisini brúk fyri grønum økjum í býnum, miðbýarlundir og parkir. Vit eru ikki heilt fyri ongum í so máta. Viðarlundin er sjálvandi [...] og súkklufólkið, og tá skapa vit ítøkiligt grundarlag fyri mentanarligari menning. Vit eiga at hava í huga at býurin fer at vaksa. Í dag búgva um 19.000 fólk í kommununi, og tað tykist sum alt fleiri [...] og Tinghúsvegin, við mentanargøtuna í Tórsgøtu, soleiðis at henda fysiska miðjan í býnum, hjartað í býnum, eisini gerst tann mentala og mentaða miðjan. Í dag virkar Tórsgøta eitt sindur bakgøtulig
Tað fór hann undir 7. januar í 1961. Í sjeyti árunum fór Ólavur undir reiðaravirksemi. Bæði í tí og í øllum hinum virkseminum høvdu tey nógv við fólk at gera, og ikki minst í tí partinum átti Ellu Mia stóran [...] leygardagin fylgdi hon væl við í, hvussu tað gekst Eysturoyingi. Í kirkjuni er hon trúgv, hon vitjar mentanarlig tiltøk, og í hesum døgum fylgir hon væl við í HM kappingini í fótbólti. Í danska summarveðrinum sæst [...] eiga seks børn: Sæunn (1950) í Saltangará, Dagbjørt (1952) í Norðragøtu, Elin (1954) á Nesi, Hallbera (1956) í Syðrugøtu, Malan (1959) við Gøtugjógv og Ólavur (1968) í Havn. Ommubørnini eru seytjan, og