Til minnis um Jonhard Vang Jacobsen

Leygardagin 10. juni andaðist Jonhard á Ríkissjúkrahúsinum.

Tað kom okkum øllum dátt við, at Jonhard ikki var millum okkum meira. Jonhard hevur verið sjúkur í meiri enn 20 ár, men hevur livað eitt hampuligt lív kortini. Hann kláraði væl at passa húsið og at gera fastur døgurða, tá hon kom úr arbeiði, og hann koyrdi hana aftur og fram á Fiskavirkið hvønn dag. Hann diggaðist eisini við seyð, passaði væl upp á abbabørnini og nú eisini langabbasonin Páll Eirik. Hann var altíð glaður, tá Jonhard og Esther komu heim at vitja.
 
Eg kann minnast, at tá Jonhard bleiv sjúkur fyri gott 20 árum síðani, búðu vit í Essalág í Havn. Fastur og Simona komu til okkara at kóka havrasuppu til Jonhard, tí tað kundi styrkja hann, og tað man hava hjálpt. Fastur, tú gjørdi alt, fyri at hann skuldi klára seg, og tað gjørdi hann eisini. Sjálvt um hann ikki bleiv 100 prosent, fekst tú hann aftur til Gøtu.
 
Jonhard var ein stillur og friðarligur maður. Tá man kom at vitja, og eg og fastur flentu eftir onkrum stuttligum, og vit so nøkunlunda vóru lidnar at tosa um tað skemtiliga, kom altíð ein viðmerking frá Jonhardi, sum var stuttligur, men kundi eisini vera speiskur. So vit aftur at flenna.
 
Mær untist at kenna Jonhard væl. Eg minnist, at tá Simona og Páll fingu tvíburðarnar Hjørdis og Poulu, var Jonhard so stoltur, tí hann var blivin abbi at tvíburum, og hann tosaði eisini altíð um tær. Hann var eisini góður við tær og tær við hann, og heimið hjá Jonhardi og fastur hevur verið sum eitt annað heim hjá teimum.
 
Jonhard gleddist um síni børn, Simonu og Hans Petur. Simona eigur í dag tríggjar deiligar gentur, Hjørdis, Poulu og Leilu. Eg eri sjálv gumma Poulu. Hans Petur eigur eisini tvey deilig børn, Esther og lítla Jonhard. Eg kann minnast dagin, tá lítli Jonhard, sum eg og Árni eru fadrar at, fór til dópin. Eg bar lítla Jonhard, og tá vit komu út úr kirkjuni, kom Jonhard til mín og segði, at nú eru vit tvær Jonhard'ar. Eg sá, hvussu rørdur hann var, nú hann var blivin uppkallaður. Jonhard var eitt deiligt menniskja í allar mátar og góður við øll.
 
Eg misti pápi í 1989, og eg minnist, góða fastur, at tá var tú ein góður stuðul hjá mammu og okkum systkinum. Tú hevur ikki altíð havt tað so lætt, men at hjálpa øðrum gloymir tú ongantíð.
 
Fastur, eg vóni, at Harrin styrkir teg, børnini, svigarbørnini, ommubørnini og langommusonin ígjøgnum hetta. Eg veit, at tað er ikki lætt hjá tær, nú Jonhard er farin. Hann var altíð hjá tær, og tú var altíð hjá honum, alt døgnið. Men góða fastur. Orð eru so fátæk, men eg biði um, at tú fært styrki. Eg veit, at tað er einsligt hjá tær nú, men tú hevur tíni børn og ikki minst ommubørnini rundan um teg.
 
Góða fastur. Vit báðar hava havt so nógv samband, og tað koma vit framvegis at hava. Eg eri glað fyri at eiga eina so dýrabæra fastur sum teg. Eg skal heilsa tær hjá mammu og systkinum mínum. Harrin styrki teg í sakninum, góða fastur.
 
Hvíl í friði, góði Jonhard.
 
Joan