Trekk teg tilbakar í aftankvirru

Fríggjakvøldið letur Havnar kirkja dyrnar upp fyri fólkið, sum hava tørv á at sita í friði eina løtu.


Kvirra. Tankar. Bøn. Og annars bara at vera.
Hetta er endamálið við nýggja tiltakinum í Havnar Kirkju, har fólk kunnu seta seg inn í kirkjuna eina løtu, í friði og náðum.
- Hetta skal ikki síggjast sum ein mótsetningur til øll hini andligu tilboðini, sum eru í býnum, men heldur sum eitt øðrvísi tilboð til fólk, sum kanska júst nú hava tørv á at kobla úr og bara at vera seg sjálvi - kanska saman við onkrum hinumegin, sum gevur ugga ella meining, sigur Helgi í Brekkunum, krikjuráðslimur, sum er stigtakari til tiltakið.
 
Íblástur uttanlands
Helgi greiður frá, at hann millum annað hevur fingið íblástur til tiltakið, tá hann hevur ferðast í øðrum londum. Har er tað sera vanlig, at størru kirkjurnar í stórbýnum eru opnar, soleiðis at fólk kunnu koma inn av gøtuni. So, í einum gerandisdegi, merktur av skundi, verðsligheit og kroppsdyrkan, er tørvurin á friði, náðum og hugsavnan um tað andliga avgjørt til staðar hjá nógvum fólkum. Ikki minst í Havn, har býurin í alt størri mun er átøkur einum stórbýi, við øllum resinum sum hartil hoyrir.
- Tað er blivið soleiðis, at tað stendur altíð ein persónur ímillum teg sum kirkjugangara og so tankarnar, bønina ella sambandi við teg sjálvan ella okkurt annað. Eg haldi, at fólk hava gott av bara at sita og sita, og sjálvi gera av, hvagar tey rætta tankarnar, um tey rætta teir nakrastaðni, greiðir Helgi í Brekkunum frá. Og hann vísir á, at í nútíðarsamfelagnum eru tað so nógv leitandi fólk, sum søkja eftir onkrum, og kanska leita tey serliga eftir sær sjálvum.
- Um fólk kunnu finna frið í sær sjálvum, so er eitt av endamálunum rokkið. Vit verða alla tíðina áløgd ymiskt frá øðrum, hvussu vit skulu ganga ílatin, hvat vit skulu læra, at vit skulu skikka okkum væl, ikki at drekka ov nógv og ikki at gera okkum fyri skommum. Hetta ger, at nógv fólk missa seg sjálvi og síni egnu virði burtur, tí tey vita ikki, hvat tey sjálvi ganga inn fyri, sigur Helgi í Brekkunum, sum eisini bjóðar seg fram til eitt lítið prát við fólk úti í forkirkjuni, um tey ynskja tað.                                                                                                                                   

Okkurt smávegis á skránni
Og hann sigur seg vera samdan við tey, sum siga, at tá kristindómurin vil hava vald á fólkið, so er tað ikki kristindómur longur, og at tað tí hevur alstóran týdning, at vit møta fólki har sum tey eru og taka tey sum tey eru. Tí ongin er fullkomin. 
Í fyrstu atløgu er ætlanin, at kirkjan skal vera opin eitt fríggjakvøld um mánaðin kl. 21-22:30, men um tað, sum frá líðir vísir seg, at tørvur er á at hava tað oftari, so ber tað kanska eisini til, sigur Helgi, sum vónar, at onnur við honum og kirkjuráðnum hava hug at skipa fyri aftankvirruni.
Ætlanin er ikki, at løtan skal fyllast við tilboðum og tiltøkum, men okkurt smávegis verður tó á skránni. Hesaferð verður orgulspæl við Oddvør Johansen, ið er organistur í Havnar kirkju, klokkan 22 og klokkan 22.30 verður andakt.