bíða, gott er. Men heldur tú fram við tí, hendir tað ongantíð. Tað er her og nú, tað ræður um og so er í øllum lívsins viðurskiftum, sigur Elin Mouritsen. Tað er ikki av tilvild, at 3. mai er valdur at [...] Sjálvandi unni eg øllum tað tey eiga, men at síggja føroysk barnakømur setir tankarnar í gongd. Tað er eisini gleðin við at geva, tí eg trúgvi hon virkar báðar vegir, sigur Elin. Íblásturin Tað var ein sending [...] við at læra at spæla bólt. At savna leikur inn er ein háttur at hjálpa, sigur Elin Mouritsen. Føroysk børn eiga nógv at spæla við og barnakømurini í dag eru at líkna við smáar leikuhandlar. ? Vónandi vilja
ikki vanir við tað. Ljóðbílætið sjálvt broytist eisini totalt, í mun til tað bólkarnir eru vanir við, tá teir øva ella spæla í smærri hølum, sum taka 100-200 fólk. Tí er tað gott, eisini at gera nýggir bólkar [...] var at gjera bólkarnir betrið førar fyri st nýta tað ljóðútgerð optimalt, sum er til taks, og sum er neyðug í einum stórum høli. Nógvir bólkar ( bæði gospel og ikki-gospe) hava ikki møguleika, at øva við [...] trummir. Tey fara at syngja á enskum, tó verður ein sangur á føroyskum. »Aurora« var í Fuglafirði og hevði konsert á jólum, og í summar er ætlanin at fara uttanlanda til Danmark og Noreg at syngja. Eirikur
til at samfelagið ikki skrædnaði. Mítt svar er, at tað er ein innari megi í okkara samfelag. Tað er tann samábyrgd, sum er millum fólk í Føroyum. Eg dugi ikki at finna aðra frágreiðing, sigur Hans Pauli [...] valstríðum? Tað er eitt sindur møtumikið at málið um ríkisfelagsskapin altíð verður tikið fram og pískað upp í skúm. Tað haldi eg vera burturvið, tá so nógv onnur týðandi stórmál krevja at fáa viðgerð [...] Hans Pauli Strøm er sannførdur um, at einki samfelag, tað veri seg danska ella svenska, sum komu fyri so stórum bakkasti sum tað føroyska, hevði hórað undan, uttan at kollsigla. Tað hendi so knappliga
Men tað er sera umráðandi, at hetta ríkidømi verður umsitið á skynsamligan hátt og tað vil siga, at vit eiga at binda ein munandi part av hesum peningi í grunnar, sum vit lata standa uttanlands, soleiðis [...] samfelag. Somuleiðis eiga vit at seta pening í ein vinnulívsgrunn, soleiðis at vit kunnu gera íløgur í fiskivinnuna og aðrar alternativar vinnur. Tað er sera umráðandi, at vit reka ein varnan oljupolitikk [...] soleiðis at okkara eftirkomarar eisini fáa burtur úr oljuríkidøminum. T.d. eiga vit at seta pen-ing í ein kreppugrunn, so-leiðis at vit og komandi ættarlið hava nakað at taka til, um ein hervilig búskaparkreppa
einum tilskoti, tí tað er greitt, at prísurin skal vera tann besti. Prísurin ger munin, og tí skal hann vera so góður, at tað ikki lønar seg at selja veiðina uttanlands. Tað er avgerandi, at vit fáa mest møguligt [...] arbeiðsplássini og tað gerst við at stuðla teimum, sum veiða fiskin. Tað at fiskurin verður útfluttur vegna tað, at okkara fiskimenn fáa ov lítið fyri hann, er eingin meining í. Tað stýri, sum vit hava [...] Tí er tað mín sannføring, at vit skulu bera so í bandi, at okkara fiskimenn og útróðrarflotin fær tann besta prísin fyri vørur sínar, og tað gerst við, at landskassin verður við í prísásetingini við einum
Tíanverri er tað oftani so, at vinnulívsfólk duga ikki at síggja dygdina hjá mentanarfólki og øvugt. Tað er líkasum, at vit hvør í sær grava okkum niður í skotgravir og so ?bekempa? hvør annan. Harvið [...] hvørjum einstøkum - og tað gera vit nettup við at byggja brýr millum vinnulív og mentan heldur enn at lata hesi stríðast hvør móti øðrum. Og í hesum viðfangi kann eg ikki lata vera við at taka fram ta stórhending [...] heimin. Tað skal vera mín inniliga vón og áheitan á allar politikarar, nú Norðurlandahúsið fyllir 15 ár, at vísa takksemi fyri tað, sum hetta hús hevur staðið og stendur fyri. At teir, sum koma at ráða fyri
lond og eiga at víðka okkara samstarv við tey, soleiðis at ferðavinnan fær somu møguleikar at trívast og nørast sum aðrar vinnur her á landi. Bera vit so í bandi, er einki at ivast í, at ferðavinnan uppá [...] land upp fyri fremmandafólkum at vitja land okkara. Tað er eisini neyðugt, at ferðafólk ikki bert síggja fornminnisleivdir í Kirkjubø, men koma runt alt landið at síggja og tosa við fólk. Í Eysturoy hava [...] eyðkenni føroyinga. Annað vandamál er umhvørvið. Tað er ófrávíkilig treyt, at ferðavinnan ikki spillir náttúruvøkru náttúru okkara, tí so hava vit mist meira fyri minni. Hetta er ynski allra føroyinga, og eitt
fyri bert at nevna nøkur mál, trupulleikar, sum vit merkja í gerandisdegnum. Javnaðarflokkurin vil vera við til at loysa spurningin um kommunuskuldina og aftur gera tað møguligt hjá kommununum at skapa líkinda [...] líkinda kor fyri sínar borgarar, uttan at vit læna okkum út á sjógv. Javnaðarflokkurin er og fer framvegis at vera aktivur í at finna eina loysn á barnaansingartrupulleikunum í kommununi. Skúlamálini skulu [...] lokalsamfelagum. Javnaðarflokkurin leggur stóran dent á korini hjá teimum eldru og fer tí at virka fyri at skunda undir, so at bústovnar til eldri verða bygdir. Javnaðarflokkurin leggur fram ein politikk, ið ikki
bólk, sum eg haldi vit øll serstakliga eiga at hava í huganum. Hetta eru jú børn/ungdómur okkara. Tað er okkara skilda at bera so í bandi, at tey sjálvi hava møguleika at skapa sær eina framtíð. Javnað [...] kunnleikastøði. Er tað so ikki ein andsøgn, at kanska fleiri hundrað ungfólk við hægri útbúgvingum, vilja ikki koma heim til Føroyar aftur, tí onki er fyri teimum her? Her átti tað almenna at fingið eyguni [...] javnaðarflokkurin ásannar, kanska sum tann einasti av flokkunum, at tað eru mál, sum krevja at vera tikin í álvara her og nú. Eitt av hesum er arbeiðsloysið. Sambært Hagtíðindum nr. 4 fyri -97 eru umleið 2
ini hevur ferð eftir ferð lagt fram uppskot um at útróðrarbátar undir 15 tons kundu fiska frítt, men hevur tað verið sum at sletta vatn á gás. Hví tað er ein so negvativur politiskur óvilji ímóti útró [...] niður í kr. 8.200, soleiðis at fyri hvørjar 1.000 kr., ið útróðrarmaðurin fær í fiskipart, verður minstaforvinningurin lækkaður 500 krónur. Hetta vil siga tað sama sum, at um tað við tógvið stríð eydnast [...] í teimum borgarligu flokkunum, tað skilji eg einfalt ikki. Men hvør veit, kanska niðpíningin av útróðrarflotanum ger tað lættari hjá kapitalinum við umsetiligum kvotum at uppkrevja allan útróðrarflotan