við. Vestmenningar løgdu fyri við buldur og brak, og størsta partin av dystinum hildu teir seg fýra og fimm mál frammanfyri. StÍF hevur ofta verið marran hjá VÍF, og seinastu løtuna tóktist søgan skula endurtaka [...] niður í eitt mál, tá fimm minuttir vóru eftir, og so kókaði alt í høllini á Skála, men VÍF megnaði at halda høvdið kalt. Teir togaðu seg aftur avstað, og seinasta minuttin kundu teir enntá staðfesta sigurin [...] seinastu nógvu vikurnar. Finaluplássið, sum annars tóktist heilt trygt, er komið í álvarsligan vanda, og uppgávan var trupul, tá teir í dag vitjaðu hjá StÍF, ið hevur hótt við at taka annaðplássiði í deildini
bátunum. Leingi var ógvuliga javnt. Báran, Katla og Frúgvin bjóðaðu av, og eina løtu var púra javnt ímillum hesar tríggjar bátarnar og Sílið. So mistu Báran og Katla, meðan Frúgvin úr Miðvági eina løtu royndi [...] fýra teimum undanfarnu stevnunum, og tað slerdu tað so rimmar fast í endaspurtinum í dag. Í fínu líkindunum var tað hugaligt hjá áskoðarunum at síggja vakra róðurin og fína endaspurtin hjá Sílinum, sum [...] royndi at halda tørn. Tað megnaðu tær í eina løtu, men so stakk Sílið seg framum, og í endaspurtinum longdist munurin støðugt. 1 Sílið 05:16.10 2 Frúgvin 05:18.02 3 Katla 05:18.13 4 Báran 05:23.01 5 Erla
21. februar við íslendska rockbólkinum Dúndurfréttir og Føroya Symfoniorkestri hevur gingið so mikið væl, at avgjørt er at gera eina eyka konsert 20. februar. Eftir bert trimum vikum eru so gott sum øll [...] henda rock-klassikaran í Føroyum. Sama konsert við Dúndurfréttir og íslendska symfoniorkestrinum varð framførd í Reykjavík í mai í ár og har vóru eisini tvær fullsettar konsertir í Laugardalshøllini, har [...] er fyri góðum 3500 fólkum til hvørja konsertina. Næmingar úr 7. og 8. flokki í Kommunuskúlanum fara eisini at verða við til konsertina, og tey skulu syngja sangin ?Another brick in the Wall?, ið flest øll
Erla Kongsdóttir og Katla bjóðaðu eisini av, og tær vóru ógvuliga drúgvar. Men á málinum var einki at ivast í. Sílið vann við einari bátslongd aftur til Frúnna, og Erla Kongsdóttir og Katla vóru í tættari [...] kappingunum. Kvinnurnar á Sílinum vunnu, og harvið eru tær meistarar við fullum stigatali. Leingi var tað heilt spennandi. Saman við Sílinum hevði Frúgvin góðan start, og inn á Molan var rættuliga javnt ímillum [...] Havnarvág, og nú er tað mest sum klárt at rógva. 1 Sílið 04:48.03 2 Frúgvin 04:50.14 3 Erla Kongsdóttir 04:52.08 4 Katla 04:53.09 5 Báran 04:55.06 6 Ritan 04:59.07 7 Teistin 05:02.04 8 Blikur 05:03.20 1 Sílið
Floglíkindini hava verið so sum so í dag, og flogferðslan hevur verið tarna. Eitt av flogfarinum RC 459 úr Kastrup, við m.ø. Kim Wilde og Bryan Rice hevur verið í Íslandi. Flogfarið við teimum báðum stjørnunum [...] kl. 18.20. Eyðun Klakstein fyriskipari av Summar Festivalinum, vísir á, at eftir royndirnar við seinkingum í fjør, hava fyriskipararnir lagt seg eftir, at fáa nøvnini til landið í góðari tíð, og hetta kemur [...] morgin kl. 17.30 og Kim Wilde spælir klokkan 22.00 í annaðkvøld, so seinkingarnar fara ikki at hava nakra ávirkan á skránna, gleðist fyriskiparin um. Flogfarið við teimum báðum Rice og Wilde, skuldi eftir
Fløgan hevur fingið góð ummæli bæði í Føroyum og uttan fyri landoddarnar. Lagið ?Vit vita at so er? kom beinleiðis inn á eitt fyrsta pláss á ?15 teimum bestu? og var hereftir á ovastu rók, til lagið varð tikið [...] okkurt nýtt og áhugavert lag. Høgni Reistrup hevur fingið 8 tónleikarar at spæla saman við sær á konsertini; Rúni Mouritsen, Høgni Fagraberg, Ísak Sambleben, Finnur Jensen umframt ein blásara og tríggjar [...] møguleiki fyri at ogna sær fløguna og at fáa hana signeraða. Sjónleikarhúsið hevur í 2007 verið karmur um nakrar av ársins bestu konsertupplivingum. Budam, Teitur Lassen og Guðrið Hansdóttir teljast millum
saman og práta eina løtu. Og mitt í rokanini síggjast tey trý systkini. Øll eru tey í ferð við at fyrireika teirra stóra dag í dag, nú tey fara um 18 ára aldursmarkið og gerast myndug. Fyri tey og foreldrini [...] foreldrini er hetta ein serstakur dagur, og hann skal haldast við lít. Tað verður bæði matur, dansur og annað á skránni í kvøld. Tað er ikki greitt enn, hvussu mong koma í føðingardagin. Men eitt tal nærri [...] Umframt 18 ára føðingardagin hjá Annu, Allani og Bjørt, fylti pápi teirra, Jákup Martin 50 ár mikudagin, sama dag sum hann hevði verið giftur við konuni, Saritu í 20 ár.
umfevnandi við tekningum frá øðrum norðurlenskum teknarum og greinum um teknilistina hjá Óla P og sum heild. Skemt 07 er sett og umbrotin á Sosialinum og prentað hjá Føroyaprent. Hon kostar 150 kr. [...] verður so tann 20. í røðini. Tað verður ein serstøk jubileumsbók. Í tí sambandi verður eisini skipað fyri framsýning við tekningum hjá Óla P í Danmark og møguliga eisini í øðrum Norðanlondum. Og fer Skemt 08 [...] blóðið flýtur. Løgmaður fylgir sum vera man útviklinginum úr erva, meðan Tobbi hvessir sær svørðið, og Jenis hevur krossin á lofti. Óli P gjørdi tekningina langt áðrenn samgongan nú um dagarnar mátti leggja
Havnin og skipini» læt upp á Torginum í SMS í gjár, og er fram til Leygardagin 7. november kl. 17. Hetta er forvitnislig framsýning, sum stuðlar hjá B36 hava skipað fyri. Á framsýningini eru eini 20 modellskip [...] har fólk kunnu vinna gávukort, skrivstovustól, ræstan fisk, bøkur og fløgur og gávukort til bensin. Tey, sum vinna, kunnu skriva navn og bústað á lutaseðilinog lata hann inn.Tá framsýningin endar leygardagin [...] til vega við at spyrja fólk, sum hava skil fyri slíkum og sum eiga skip. Eitt nú hevur Eiler Jacobsen, Shell, Skipafelagið, Skipasmiðjan, John Dam og Forngripafelagið latið tilfar til sýningina. Ferðaskipið
Sangurin er eisini søgan um, at tey nærmastu standa saman og hjálpa, tá harðast leikar á. Marner og Kemm Poulsen, sáli, hava skrivað orðini, og Marner hevur gjørt lagið. Hans Poulsen hevur framleitt. TUTL [...] Sangurin »Særd« kemur út í dag. Marner av Lofti er føddur og uppvaksin í Tórshavn. Marner hevur verið virkin tónleikari í meira enn 30 ár, og er í Føroyum helst mest kendur sum ein fjórðingur í bólkinum [...] árum síðani gav út fløguna »Her er Løtan«. Marner, sum hevur búð í Danmark í 30 ár og hevur gjøgnum árini skrivað og givið út fleiri føroyskar sangir. Marner er dag virkin tónleikari í Danmark. Ein nýggjur