ÚTISETI
Todi Jónsson arbeiðir stútt og støðugt fyri at koma aftur í toppvenjing og harvið at økja um møguleikarnar at fáa líkinda sáttmála við okkurt annað felag enn FCK.
Eftir FCK venjingina leygarmorgunin varð sekstan manna hópurin til ferðina til Herning og FCM kunngjørdur, og navnið á Toda var ikki millum tey útvaldu.
- Eg skal ikki dylja, at mær hevðí dámt best at farið við til Herning. Men um eg skal síggja tað frá positivu síðuni, so bar hetta møguleika fyri dystarvenjing á næstbesta liðnum við sær, og tað var kanska ikki so galið at fáa 75 minuttir á vøllinum, heldur enn kanska at sita í 90 minuttir á beinkinum í Herning, sigur Todi Jónsson.
Næstbesta FCK liðið vann 5-0 á Helsingør. Todi Jónsson var á vøllinum, inntil tað restaði eitt korter, og hann skoraði til 2-0.
- Eg kenni meg vera væl fyri, og eg eri nøgdur við mítt avrik á næstbesta liðnum, sigur Todi Jónsson.
Í morgin fer landsliðið at savnast at fyrirreika seg til stóru avbjóðingarnar ímóti Sveis og Írlandi. Landsliðsvenjarin hevur ikki mett, at Todi Jónsson er nóg birgur til tær uppgávurnar.
Í gjár fór Todi undir nýggja arbeiðsviku í FCK, og í morgin verður sjøtul settur á juni mánað, sum eftir øllum at døma verður síðsti mánaðurin hjá Toda í FCK. Millum teir, sum í gjár vóru til venjingar saman við Toda, vóru landsliðsspælarar úr Noregi, Svøríki, Finnlandi, Estlandi og Suðurafrika, umframt spælarar, sum eru úttiknir til donsku A og U 21 landsliðini.