TB er einsamalt á odda

Í næstbestu føroysku fótbóltskappingini hjá monnum, er stórur munur á toppi og botni, og nógvir stórsigrar eru longu komnir. Trý umfør eru nú spæld, og TB er einsamalt á odda, eftir at oddabrakið á Sevmýri endaði við heimasigri.

FÓTBÓLTUR

 

Stóri spurningurin um vikuskiftið, var hvørt TB megnaði at halda góðu gongdini, og um teir megnaðu at halda tørn, eisini móti teimum góðu liðunum. Hinir dystirnar um vikuskiftið vóru av ivasomum spenningi, hóast dysturin í Klaksvík millum KÍ og NSÍ var týdningarmikil fyri botnstríðið.

 

Oddabrak á Sevmýri

TB hevði um vikuskiftið vitjan av nýggja vágaliðnum 07 Vestur. Spenningur kom ongantíð í dystin, sum TB vann sannførandi 4-0, eftir hálvleiksstøðuna 1-0.

TB má sigast at hava fingið eina flúgvandi byrjan uppá kappingarárið. Ikki einans hava teir skorað ófatuliga nógv mál, teir hava eisini megnað, ikki at latið nakað mál fara ígjøgnum.

Higartil hava TB eina málúrtøku, ið sigur 20-0 eftir fýra dystir, og hesi tøl tala greitt fyri seg.

Um vikuskiftið var 07 Vestur á vitjan, og var tað áðrenn dystin væntað, at hetta fór at verða ein tættur og spennandi dystur, men so var ikki. Til tað var TB heilt einfalt nógv betur.

TB byrjaði eisini betur, og løgdu út sum eitt óløgið, men vágaverjan megnaði at halda tørn. Allan hálvleikin hevði TB eitt massivt trýst, og tríggjar minuttir fyri steðgin, eydnaðist tað loksins Olivuri Abrahamsen at fáa hol á til 1-0, ið eisini var hálvleiksstøðan.

Trýstið hjá TB minkaði ikki í øðrum hálvleiki, og eftir 58 minuttir fekk Óli Johannesen økt um støðuna, tá hann var fyrstur til bóltin. Tá 70 minuttir vóru leiktir var bríkslað fyri brotssparki, og tað skoraði Jóhan Eivind trygt. Í yvirtíðini megnaði Jóhan Eivind at skora sítt mál nummar átta í landskappingini, og var tað eftir ein solotúr frá nýggja TB-manninum úr Senegal, Joseph Bassana, í vinstra borði.

07 Vestur royndi at menna seg, og mundu verið hepnir í onkrum støðum, men vónin var sløkt hjá teimum, og trúgvin uppá ein sigur var, at síggja til, ikki til staðar.

Samanumtikið ein rudduligur sigur til TB, ið ikki var eitt mál ov lítil.

 

Suðuroyarliðini á veg upp

Hóast tað enn er so ómetaliga tíðliga í kappingarárinum, til at tosa um, hvør fer at liggja ovarliga á stigatalvuni, tá kappingarárið tekur at halla, so má sigast, at góðar ábendingar hava verið fyri hesum. Sum væntað áðrenn kappingarbyrjan, eru tað tey fýra, TB, VB/Sumba, 07 Vestur og AB, ið eru í oddinum. Tó eru tað suðuroyarliðini bæði, ið hava betru kortini á hondini. Hvørki TB ella VB/Sumba hava gjørt annað enn at vunnið í ár, meðan tað hinvegin hevur gingið eitt sindur verri í hond hjá AB og 07 Vestur. Tey hava bæði tapt ein dyst hvør, og tað er tað ikki ráð til at gera ov ofta. Tískil verður tað ein sera týdningarmikil dystur um tvey umfør, tá TB á Sevmýri tekur móti VB7Sumba.

VB/Sumba var um vikuskiftið á vitjan á Toftum, har teir møttu botnproppinum B68, og har var talan um ein dyst, har vindurin hevði eitt sindur av ávirkan, men at tað annars var ein fult uppiborin sigur til gestirnar Gestirnar úr Suðuroynni løgdu seg eisini á odda 3-0 áðrenn hálvleik, og einsamalla mnálið í øðrum hálvleiki stóð Óli Olsen fyri. Málini hjá VB/Sumba skutu Kári í Lágabø, Teitur Tausen og Suni úr Hørg.

Stórsigur á Argjum

Argjamenn skuldu royna at reisa seg eftir ósigurin á útivølli móti 07 Vestur, tá teir um vikuskiftið fingu vitjan av hinum nýggja felagsliðnum Víkingi. Víkingur var undan ferðini til havnar, ósigrað, so spenningurin í Gøtu og Leirvík mundi vera stórur, um teir mundu fara at megna at standa móti á Argjum.

Í fyrsta hálvleiki gekk javnt á, og AB fekk eina dreymabyrjan, men gott korter seinni javnaði Víkingur, og spenningur kom í aftur. Tíggju minuttir undan steðginum løgdu vertirnar seg tó aftur á odda, og so var ongin vegur aftur. Í seinna hálvleiki skutu argjamenn seks mál aftuyrat, og var tað Jón Nielsen, ið byrjaði málveitsluna eftir steðgin. Jón endaði við at skora tvey mál, og er AB enn at meta sum ein styrki í oddastríðnum.

 

 

Fakta frá dystunum um vikuskiftið

 

AB-Víkingur 8-1 (2-1)

1-0: Rógvi Holm, 2.

1-1: Kaj Ennigarð, 18

2-1: Dion Split, 35.

3-1: Jón Nielsen, 55.

4-1: Jón Nielsen, 65.

5-1: Allan Mørkøre, 68.

6-1: Magnus Jakobsen, 71.

7-1: Rói Danielsen, 80.

8-1: Kenneth Jacobsen, 90.

 

B68-VB/Sumba 3-1 (3-0)

0-1: Kári í Lágabø

0-2: Teitur Tausen

0-3: Suni úr Hørg

1-3: Óli Olsen

 

HB-EB/Str. 3-0 (0-0)

1-0: Rói Danielsen

2-0: Tummas H. Rubeksen

3-0: Jóan P. Holm

 

KÍ-NSÍ 2-1 (2-1)

1-0: Leon Bjartalíð

1-1: Eyðstein Skipanes

2-1: Leon Bjartalíð

 

TB-07 Vestur 4-0 (1-0)

1-0: Olivur Abrahamsen, 42.

2-0: Óli Johannesen, 58.

3-0: Jóhan Eivind Mouritsen, 70. (br.)

4-0: Jóhan Eivind Mouritsen, 90.