Hetta er eitt aðalmál hjá Miðflokkinum. Tað sigur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, og tí vil hann hava samgonguna at halda tað, hon hevur lovað í samgonguskjalinum.
Hann vísir á, at í samgonguskjalinum hevur samgongan lovað, at foreldur skulu fáa møguleika at syrgja fyri sínari egnari, privatu barnaansing.
Hann sigur, at tað er eitt aðalmál, at pengarnir skulu fylgja barninum. So tá ið samgongan varð skipað, varð tað ein avtala, at kommunurnar skulu fáa heimild til at rinda foreldrunumm pengarnar, sum kommunan annars rindar fyri at hava børnini hjá teimum á dagstovni.
Tað merkir, at har foreldur ikki brúka dagstovnarnar, skulu kommunurnar fáa heimild til at rinda teimum upphæddina, tað annars kostar kommununi at hava barnið á dagstovni.
Vit hava áður skrivað, at eitt barn í einum kommunalum dagstovni, kostar einar 90.000 krónur í miðal um árið. Foreldrini rinda sjálvi einar 20.000 krónur og kommunurnar rinda einar 70.000 krónur um árið.
Men ætlanin hjá samgonguni er, at hava foreldrini ikki børnini í dagstovninum, skulu kommunurnar fáa heimild til at rinda foreldrunum hesar 70.000 krónurnar, og tá ið foreldrini sjálvi rinda 20.000 krónur, fáa tey sostatt 90.000 krónur meiri til taks um árið.
Bill Justinussen sigur, at hetta sama stóð í samgonguskjalinum frá 2011, tá ið somu flokkar sótu í samgongu, men tað er púra einki hent síðani, og sostatt hevur Miðflokkurin nú bíðað í 10 ár eftir at fáa eitt av sínum høvuðsmálum, framt.
Ein orsøk til at einki er hent, er, at tað ikki var greitt, hvørjum landsstýrisfólki, hetta málið hoyrir undir. Men nú er Bill Justinussen farin at ótolnast, og á Løgtingið hendan dagin, spurdi hann Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, hvussu tað gongur at halda hetta lyftið hjá samgonguni.
Samgongan hevur áður sagt, at endamálið er at geva foreldrum størri frælsi at gera av, hvørja barnaansing tey vilja hava til børnini. Talan kann vera um, at foreldur ansa børnunum heima. Talan kann eisini vera um, at ein bólkur av foreldum tekur seg saman um at skipa fyri barnaansing, tað kann vera eitt grannalag, ein felagsskapur, ella okkurt annað.
Ein annar møguleiki er eisini, at námsfrøðingar, ella onnur, stovnað privatar ansingarstovnar, og bjóðað foreldrum ansingartænastu. Arbeiðspláss kundu eisini bjóðað ansing, har foreldur vóru saman við børnunum í steðgum.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at eftir at stórur ivi hevur verið um, hvar málið hoyrir heima, men nu er staðfest, at tað er hennara málsøki.
Hon sigur, at enn er ikki nógv gjørt við málið, men at nú skal nakað henda, vissar hon um. Endamálið er at geva foreldru størri frælsi at velja ta barnaansing, tey vilja, sigur hon.
Hon vísir eisini á, at tað eru eisini nógv foreldur, sum arbeiða skiftisvakt, men dagstovnarnir hava ikki opið um kvøldið og um næturnar, og heldur ikki um vikuskiftini og halgidagar.
Fáa vit eina skipan, har pengarnir fylgja barninum, kunnu foreldrini rinda onkrum at ansa børnunum.
Hetta er eitt mál, andstøðan í Løgtinginum er grundleggjandi ósamd við samgonguna um. Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, helt, at tað sær út til, at einasta endamálið er at fáa kvinnurnar heim at passa kjøtgrýturnar. Meiri um tað um eina løtu.