Liverpool, Manchester City, Real Madrid og Inter Milan vunnu favorittsigrar, nú seinna hálva av fjórða umfari í bólkaspælinum í Champions League bleiv spælt í kvøld.
Í bólki A vann bæði Manchester City, meðan Paris Saint Germain spældi javnleik . Í Manchester vann heimaliðið 3-1 á Club Brugge. Phil Foden, Riyad Mahrez, Raheem Sterling og Gabriel Jesus skoraðu málini fyri heimaliðið. PSG var aftanfyri móti RB Leipzig, men við tveimum málum frá Gini Wijnaldum vendi franska høvðusstaðarliðið dystin. Tað endaði tó við javnleiki, tá Dominik Szoboszlai javnaði við brotssparki.
Manchester City – Club Brugge 4-1
RB Leipzig – Paris Saint Germain 1-2
Støðan:
- Manchester City 9
- PSG 8
- Club Brugge 4
- RB Leipzig 0
Í bólki B er Liverpool stóri vinnarin. Við 2-0 sigri á Atletico Madrid er Liverpool víðari við fullum stigatali eftir fýra dystir. Diogo Jota og Sadio Mané løgdu Liverpool á odda í fyrra hálvleiki, áðrenn Felipe hjá atletico Madrid fekk eitt heldur bíligt reytt kort.
Tað gongur einki hjá AC Milan, sum er sjeyfaldur vinnari av Champions League. Eftir nøkur ár uttanfyri er AC Milan við aftur, men heldur ikki í dag gekk at fáa fult. AC Milan spældi javnleik móti FC Porto, sum er í harðari kapping við Atletico Madrid, um at koma víðari.
Liverpool – Atletico Madrid 2-0
AC Milan – FC Porto 1-1
Støðan:
- Liverpool 12
- FC Porto 5
- Atletico Madrid 4
- AC Milan 1
Bólkur C: Tað er sum í gomlum døgum í Amsterdam, har Ajax er í stórformi í Champions League. Hollendska stórliðið hevur fult stigatal eftir annan sigurin upp í slag móti Borussia Dortmund. Ajax vann 3-1, eftir at Borussia Dortmund fekk Mats Hummels útvístan. Nakað heimamenninir vóru alt annað enn nøgdir við.
Marco Reus legði tó Dortmund á odda við brotssparki, men við millum annað Sebastian Haller á málskjúttaralistanum vendi Ajax dystin. Í hinum dystinum í bólkinum vann Sporting Lisabon heili 4-0 á Besiktas.
Borussia Dortmund – Ajax 1-3
Sporting – Besiktas 4-0
Støðan:
- Ajax 12
- Borussia Dortmund 6
- Sporting 6
- Besiktas 0
Í bólki D vann Real Madrid týðandi sigur á Shakhtar Donetsk úr Ukreina. Gestirnir vóru annars væl við í dystinum, eftir at Karim Benzema aftaná eitt korter legði Real Madrid á odda. Tað var ikki óuppiborið, tá Fernando javnaði fimm minittir fyri tíð.
Í seinna hálvleiki var Shakhtar Donetsk omaná, men so kom gylta løtan hjá Real Madrid. Við flottum og skjótum spæli bleiv Karim Benzema, sum sjálvur var partur av uppspælinum, spældur púra leysur í brotsteiginum og skoraði til 2-1. Real Madrid liggur nú væl fyri í stríðnum um at koma víðari. Í hinum dystinum vann Inter Milan 3-1 í Moldova móti FC Sheriff.
Real Madrid – Shakhtar Donetsk 2-1
FC Sheriff – Inter Milan 1-3
Støðan:
- Real Madrid 9
- Inter Milan 7
- FC Sheriff 6
- Shakhtar Donetsk 1












