Umhvørvisstovan vil hava fleiri grøn og umhvørvisvinarlig virki í Føroyum. Hon fer tí í næstum undir at skipa fyri fundum, til tess at kunna fólk um umhvørvismerking og grønt innkeyp. Serligur dentur verður lagdur á norðurlendska umhvørvismerki Svanan og evropeiska umhvørvismerki Blómuna.
Umhvørvisstovan sigur, at seinastu 10-20 árini eru umhvørvisvinarligar vørur og tænastur vorðnar alt vanligari og stóri vøksturin í úrvalinum av umhvørvisvinarligum vørum í handlunum, er ein ábending um, at kundaskarin, sum hugsar um umhvørvið, tá keypt verður, er vaksandi.
- Enn eru fá virki og handlar í Føroyum, sum framleiða ella bjóða eina vøru ella tænastu, sum er umhvørvismerkt. Í Føroyum er einans tvey svanagóðkend virki: Føroya Prent í Tórshavn og Estra í Gøtu.
- Fyri at økja um vitanina um norðurlendska umhvørvismerkið “Svanurin” og evropeiska umhvørvismerkið “Blóman”, fara vit í næstu viku at skipa fyri tveimum kunningarfundum. Tveir serfrøðingar frá íslendsku Svanamerkjaskrivstovuni fara at greiða frá um umhvørvismerking og hvørjar royndi íslendingar hava gjørt sær á hesum øki. Fyri bert tíggju árum síðani vóru sera fáar íslendskar fyritøkur umhvørvismerktar. Nú er talið munandi hægri og hava íslendingar góðar royndir við Svananum, boðar Umhvørvisstovan frá á heimasíðu síni.
Kunningarfundirnir verða hildnir 17. og 18. mars klokkan 09.00 á Umhvørvisstovuni á Argjum.