Ónd ringrás hjá ÍF

Heldur ikki hesaferð megnaðu fuglfirðingar at gagnnýta sínar møguleikar, og so vórðu teir ístaðin punkteraðir av málum frá mótstøðuni

Fótbóltur

Eftir fimm dystum við bara einum stigi sum úrtøku, slapp KÍ sær sunnudagin úr naggatódnini, sum liðið hevur verið í. Hetta tá teir í Fuglafirði vunnu ein tryggan 3-0 sigur.
Við hesum slapp KÍ sær kanska eitt sindur burturúr óndu ringrásini, sum liðið hevur verið í, men hinvegin tykist ÍF kanska at vera enda í eini tilsvarandi ringrás. Í øllum førum var hetta onnur ferðin á rað, at ÍF var fyri greiðum tapi, og eins og í Havn fyri viku síðani, so var leingi einki sum helst, sum bendi á, at talan skuldi gerast um greitt tap.

Trilvandi byrjan
Fyrstu góðu løtuna av dystinum var tað nevnliga ÍF, sum tóktist vera betra liðið. Fleiri ferðir vóru teir eisini nær við at leggja seg á odda, men meira enn nær við komu teir ikki, og brádliga svaraði KÍ aftur í hinum endanum.
Heðin á Lakjuni, sum aftur hesaferð var ein av trimum framherjum, fekk bóltin. Hann dróg nakað inn í vøllin, áðrenn hann langaði til, og so sang bólturin í meskunum.
Hetta gav nakað meira av friði á spælið hjá KÍ, sum fram til tá hevði verið rættiliga óskipað. Sum um trúðu spælararnir nú brádliga uppá, at tað eisini bar til hjá teimum at vinna.

Óttaðust endurtøku
Hinvegin mundu fuglfirðingar missa pippið eina løtu. Kanska leitaðu tankarnir ov nógv aftur til Gundadal og stórtapið, sum teir tá vóru fyri, og sálarliga var talan í øllum føurm um minst eitt stig aftur eftir hæli, so at siga.
Og nú var tað eisini KÍ, sum stóð fyri tí nógva. Pressið móti ÍF riggaði heilt væl til tíðir, soleiðis at bólthaldarin alla tíðina var undir trýsti, samstundis sum møguleikararnir at sleppa av við bóltin vóru fáir, og hetta gav ofta úrslit í, at KÍ antin vann bóltin og kundi fara í skjótt álop, ella at fuglfirðingar sendu langt og høgt móti álopinum, har tað aloftast var Niklas Niclassen, sum var hægstur í luftini.
Og beint fyri steðgin fingu teir eisini málið, sum mest sum punkteraði spenningin. Eftir at hava vunnið bóltin, varð spælt skjótt niðaneftir, og áðrenn ÍF-verjan var komin upp á pláss, fekk Heðin eina góða sending, sum hann eisini hagreiddi væl og virðiliga.

Einvegis
Eftir steðgin megnaði ÍF ongantíð veruliga at koma aftur í dystin. Klaksvíkingar ætlaðu sær so undir ongum umstøðum eina endurtøku av avrikinum móti NSÍ á heimavølli, har ein 2-0 leiðsla varð tveitt burtur.
Og á tímanum fall triðja málið eisini, og var uppskriftin neyvt tann sama, sum tá Heðin økti til 20. Hesaferð varð tvørbólturin tó sendir til Ova, og hann ivaðist ikki, men langaði í meskarnar.
Og heldur enn at munurin skuldi minkað, tóktist meira sannlíkt, at hann skuldi økjast. Fleiri ferðir var nær við, og millum annað hevði ein hart arbeiðandi Hjalgrím Elttør einar tvær ferðir upplagdar møguleikar. Tvær ferðir hevði linjuverjin eisini flaggið á lofti, tá gestirnir hildu seg hava skorað, men alt í alt, so kundi hetta neyvan oyðilieggja nakað av gleðini. Enn er KÍ tó ikki serliga væl við í kappingini, men teir fingu loksins ein sigur, og so er spurningurin, um hesin var tað lyftið, sum skuldi til, fyri at teir bláu loksins kunnu stremba móti oddinum, har teir halda seg hoyra heima.