viðurkenning av føroyska bátinum, og samstundis verður staðfest, at føroyski báturin, og harvið bátasmíð, brúk, siðvenjur og vitan um føroyska bátin, skulu verjast og førast víðari til komandi ættarlið [...] verið einasta fiski- og flutningsfar, heilt frá víkingatíð fram til 1872, tá ið fyrsta sluppin kemur til Føroya. Óendaligar eru søgurnar, ið knýta seg at bátinum, siðir kring hann og brúk av honum. Aldargamli [...] báturin kann sigast at vera brúkslutur, eins og hann er eitt serstakt sniðgivið listarverk – og handverk. Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Mentamálum segði m.a. tá tað varð hátíðarhildið
fingið og við hvørjum skipi tey eru komin, og við hvørjum skipi hann sendi brøv avstað. Hann skuldi kunngera lógir, og skrivaði upp hvørjar tær vóru og nær tær vóru kunngjørdar samkomuni. Hetta og nógv annað [...] nær tey eru doypt og hvørjar gubbar og gummur tey høvdu, nær tey eru fermd, nær tey eru gift, hvørji børn tey hava fingið, og nær tey eru deyð. Alt hetta hava prestarnir í Todnesi sitið og skrivað við fj [...] Nú Sandoyggin er komin er Suðurstreymoy eftir fyri árini 1852-92. Tá fer at bera til at finna skyldfólk um allar Føroyar og tað fer at bera til at skriva bygdarsøgur á haldgóðum grundarlagi. Bókmentafelagið
serligum støðið tá tað kemur til burðardygd og umhvørvisvinarliga framleiðslu. - Okkara visjón er, at Pure Arctic kann vera fyrimynd av góðsku og burðardygd runt heimin, tá tað kemur til framleiðslu, greiðir [...] innflyta og selja tær bestu agurkirnar í heiminum, í fylgi okkara meining, í Føroyum, sigur Sverrir Sverrisson. Føroyar og Ísland eru hóast alt í familju, sigur Gunnlaugur Karlsson, vit kunna og muga arbeiða [...] felag, og tískil halda vit tað verða upplagt at samstarva við teir soleiðis at okkara vøra enn er heilt norðurlendsk og serlig, sigur Gunnlaugur Karlsson brosandi. - Øll okkara framleiðsla sum fer fram í
greiða honum frá føroyskum fótbólti, og hvussu vit síggja framtíðina fyri okkum. Og so gangi eg bara útfrá, at hann eisini fer at greiða frá nøkrum av sínum sjónarmiðum og ætlanum, staðfestir Óli. Atkvøðan [...] Johan Cruyff og Marco van Basten, sum hava fingið hendan heiðurin tríggjar ferðir, men hvørgin teirra varð kosin sum besti spælarin í Europa tríggjar ferðir á rað. Óli gjørdi skjótt av Og nú kemur hann so til [...] - Vit heilsaðust eitt sindur áðrenn dystin. Og eg tók sum so bara eina skjóta støðu og beyð honum at koma til Føroya. Hann var alt fyri eitt áhugaður, og vit avtalaðu so at gera hetta meira ítøkiligt
heldur løgmaður. Eitt øki, vit kundu samstarva um, er mentan og undirvísing. Og í gjár var hetlendsk sendinevnd og vitjaði Undirvísingar og Mentamálastýrið. Formaðurin í hetlendska stjórnarráðnum, Shetland [...] løgmaður væntar vitjanina at kunna styrkja mentanarligu og vinnuligu bondini millum Føroyar og Hetland. Vit hava nógv felags áhugamál. Eitt nú fiskivinnu og væntandi eina komandi oljuvinnu eisini. Á vitjanini [...] fylgi havt fundir við landsstýrismenn og ferðavinnuna. Eisini hava teir vitjað ymsar føroyskar fyritøkur. Teir hava millum annað vitjað Tórshavnar Havn og Undirvísingar- og Mentamálastýrið. Tá løgmaður í fjør
Heinesen, Guðrið Poulsen og Tita Winther, sum fáa ta uppgávuna. Sensurnevndin verður vald fyri trý ár, ein limur fer út um árið og ein kemur til. Í ár er Marius Poulsen farin úr og Tita Winther komin í. [...] gongdin við at venda og kvinnurnar eru vorðnar meiri sjónligar. Á stóru framsýningini hjá føroyingum í Íslandi herfyri vóru tað serliga kvinnurnar, sum vórðu róstar og fingu góð ummæli. Og tað er stuttligt [...] seg eitt sindur, onnur tøkni verður brúkt og kvinnurnar tora betur, sigur Astri Luihn. Í august verða Føroyar fyri fyrstu ferð vertsland í Nordisk Kunstforbund og Tróndur Patursson, listamaður, verður formaður
millum tað at fáa hugskot, og at fáa tey út í lívið. - Eg ynski, at tað skal vera eitt passaligt flow í tí, sum kemur burturúr. At tað skal vera samband millum hugskot og veruleika og at øll skulu trúgva upp [...] gamal og hevur búð í Danmark í fleiri longri tíðarskeið. Hann er útbúgvin MBA frá Danmarks Tekniske Universitet og HD frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Sofus hevur seinastu 10 árini búð og starvast [...] 1. januar 2005, og nevndin sigur, at postverkið gongur framtíðar avbjóðingum á møti við at leggja dent á tænastumenning og marknaðarføring av tí, ið postverkið kann bjóða kundunum. Og nevndin hevur fult
í fjør og aftur tíðliga í hesum mánaðinum. At tjóðbankin lækkar rentuna plagar at skapa bjartskygni á marknaðinum og hava postiva ávirkan á partabrævavirðini. Keyp Vestas og Novo Í blaðnum kemur Kaupthing [...] vaksa inn í himmalin. Men í mars mánaði í fjør vendi gongdin og eftir fáum døgum mistu nógv fólk nógvan pening. Hendan vánaliga gongdin stóð við og versnaði sum árið leið. Hóast flestu av hinum partabræva [...] hækkaði við 23 prosentum í 2000. Hørð byrjan Fyrsta føroyska íløgufelagið, Kaupthing Føroyar, gjørdist formliga virkið 1. mars og byrjaði soleiðis sítt virksemi, júst sum partabrævavirðini fóru at ganga skjótt
millum 8 og 12 stig. Í gjár: Brúgvalagið við Føroyar fer norðureftir og lágtrýstið í útsynning úr Írlandi kemur móti Føroyum. Í dag: Lágtrýstið vestanfyri Skotland fer spakuliga í landnyrðing norðan og grynnist [...] eystri og yvirhøvur turt og sólglottar. Seinnapartin veksur hann vindin til hvassan vind og um kvøldið regn. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið fríggjadagin: Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og ælingur [...] sólglottar. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið leygardagin: Fleyr til gul av ymsum ættum og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið hvítusunnudag og 2. hvítusunnudag: Gul til stívt
? Sum sagt so eru hetta treytirnar. Og hinvegin kanst tú siga, at um tú ongar pengar hevur til skrivstovuhald og annað, so kemur í øllum førum einki burturúr, og so er óneyðugt at sita her. Torbjørn Jacobsen [...] limirnir hava góðar arbeiðsumstøður og fáa alla ta hjálp, teir hava brúk fyri í sínum politiska arbeiði. Hendan støðan kemur eisini fólkatingsumboðunum hjá Føroyum og Grønlandi til góðar. Hon ger, at Torbjørn [...] bólkinum er at arbeiða fyri sjálvstýri í Føroyum og Grønlandi. Harumframt skal bólkurin arbeiða fyri at styrkja samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark sum tríggjar sjálvstøðugar tjóðir. Pengarnir