Danskar milliónir til fullveldisstríð

Fólkatingsarbeiði: Torbjørn Jacobsen og teir báðir grønlendsku fólkatingslimirnir fáa tríggjar milliónir krónur um árið í stuðuli til arbeiðið í Fólkatinginum. Endamálið hjá norðuratlantiska bólkinum er at vinna Føroyum og Grønlandi sjálvstýri, og donsku pengarnir skulu millum annað brúkast til hetta stríðið

 

Umstøðurnar hjá donsku fólkatingslimunum eru góðar. Fólkatingið heldur tað vera umráðandi, at teir 179 limirnir hava góðar arbeiðsumstøður og fáa alla ta hjálp, teir hava brúk fyri í sínum politiska arbeiði.

Hendan støðan kemur eisini fólkatingsumboðunum hjá Føroyum og Grønlandi til góðar. Hon ger, at Torbjørn Jacobsen, Kuupik Kleist og Lars Emil Johansen fáa meira enn tríggjar milliónir krónur um árið í stuðuli frá Fólkatinginum, sum teir kunnu brúka í strembanunum eftir at røkka málunum, teir hava sett sær.

Fólkatingið samtykti í fjør, at allir fólkatingslimir fáa 35.700 krónur í part til skrivstovuhald. Og allir teir, sum eftir valið 20. november sita í Fólkatinginum sum leysgangarar, fáa harumframt 57.000 krónur í sokallaðum bólkastuðuli. Torbjørn Jacobsen er leysgangari eins og teir báðir grønlendsku limirnir, og teir fáa sostatt 93.000 krónur í part hvønn mánað í stuðuli. Tilsamans er talan um góðar 3,3 milliónir krónur um árið. Tað er einki krav, at allir pengarnir skulu brúkast. Tað, sum ikki verður brúkt, fer aftur í danska statskassan.

Torbjørn Jacobsen, sum fríggjadagin tók sæti á Fòlkatingi fyri Høgna Hoydal, heldur sjálvur, at hetta er ein øgilig rúgva av pengum.

? Tú kann gott siga, at vit við hesum hava ótálmaða atgongd til pengar. Tað er ein øgilig rúgva. Men hetta eru umstøðurnar, sum allir fólkatingslimir arbeiða undir. Eg gangi útfrá, at teir, sum hava gjørt skipanina, hava mett, at hetta er neyðugt. At hetta er tað, sum tænir fólkastýrinum best. Og sum føroyskir og grønlendskir fólkatingslimir ganga vit undir somu treytir sum allir hinir, sigur hann.


Hava gjørt samstarvsavtalu

Norðuratlantiski bólkurin hevur gjørt eina samstarvsavtalu, har tað verður sagt, at endamálið hjá bólkinum er at arbeiða fyri sjálvstýri í Føroyum og Grønlandi. Harumframt skal bólkurin arbeiða fyri at styrkja samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark sum tríggjar sjálvstøðugar tjóðir.

Pengarnir, sum limirnir fáa í stuðuli, skulu brúkast til hetta arbeiðið. Teir fara allir í sama kassa og skulu millum annað fíggja eina felags skrivstovu á Christiansborg við trimum skrivarum. Ein heimasíða skal gerast, sum upplýsir almenningin um arbeiðið hjá norðuratlantiska bólkinum.

Hvat pengarnir annars skulu brúkast til, vita teir tríggir ikki enn. Torbjørn Jacobsen sigur, at øll viðurskifti ikki eru komin uppá pláss enn. Teir tríggir fólkatingslimirnir skulu í næstum seta seg niður at fáa nærri greiðu á, hvat samstarvið teirra millum skal snúgva seg um.


Keypa serfrøðingavitan

Ein møguleiki er, at bólkurin velur at keypa serfrøðingavitan fyri ein part av pengunum. Hetta kann til dømis koma uppá tal í samband við, at onkur teirra vil seta fram ein fyrispurning í Fólkatinginum um Thule-radarstøðina og verjuavtalurnar millum Danmark og USA.

Torbjørn Jacobsen vísir á, at tað higartil hevur víst seg at vera næstan ógjørligt at fáa upplýsingar um avtalurnar millum Danmark og USA. Í Grønlandi vita tey ikki, hvat avtalurnar snúgva seg um, og spyrt tú, fært tú einki svar. Hetta er eitt mál, sum upptekur grønlendska fólkið nógv, og sum teir báðir grønlendsku fólkatingslimirnir fara at leggja stóra orku í. Teir vilja hava at vita, hvat avtalurnar innihalda.

? Tí kann tað koma uppá tal at fáa serfrøðingar at hjálpa okkum við at orða fyrispurningar til ráðharrar. Serfrøðingarnir kunnu hjálpa okkum við vitan, so fyrispurningarnir verða orðaðir á ein sovorðnan hátt, at vit fáa sum mest burturúr og eitt svar, sum vit kunnu brúka til nakað, sigur Torbjørn Jacobsen.


Mugu vera varnir

Torbjørn Jacobsen heldur tað annars vera umráðandi at ansa eftir, hvat pengarnir verða brúktir til.

? Teir skulu brúkast til politiska arbeiðið í Fólkatinginum. Hesar karmarnar skulu vit alla tíðina halda okkum innanfyri, sigur hann og útilokar í sama viðfangi, at eitt nú Fregnir fer at fáa ein part av pengunum.

Spurdur, um tað kennist løgið at fáa so nógvar danskar pengar at arbeiða við, tá ið endamálið hjá honum sjálvum er loysing frá Danmark, er hann eitt sindur ivandi.

? Sum sagt so eru hetta treytirnar. Og hinvegin kanst tú siga, at um tú ongar pengar hevur til skrivstovuhald og annað, so kemur í øllum førum einki burturúr, og so er óneyðugt at sita her.

Torbjørn Jacobsen heldur annars ikki, at tað er avgerandi, hvussu nógvir pengar verða brúktir og ikki. Tað er arbeiðið, sum kemur burturúr, sum er avgerandi.

? Men um vit einki skilagott fáa burturúr undir hesum treytunum, so er okkurt galið við monnunum, staðfestir Torbjørn Jacobsen at enda.