Sofus Clementsen nýggjur stjóri í Postverkinum

41 ára gamli sandoyingurin vil ikki avdúka, hvørjar ítøkiligar broytingar eru viðskiftafólkunum í væntu.


Sofus Clementsen er navnið á nýggja stjóranum á Postverki Føroya. Sofus er 41 ára gamal og hevur búð í Danmark í fleiri longri tíðarskeið. Hann er útbúgvin MBA frá Danmarks Tekniske Universitet og HD frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.
Sofus hevur seinastu 10 árini búð og starvast í Danmark, har hann millum annað hevur starvast hjá altjóða teldufyritøkuni CSC. Har hevur hann verið programmleiðari í fyritøkuni, sum hevur 80.000 starvsfólk um allan heimin. Harumframt starvaðist hann eitt áramál hjá ATP sum verkætlanarleiðari. Sofus Clementsen hevur eisini royndir innan føroyska vinnulívið, eitt nú starvaðist hann eitt áramál á Elektron.
 
Nøgd nevnd
P/f Postverk Føroya varð umlagt til partafelag 1. januar 2005, og nevndin sigur, at postverkið gongur framtíðar avbjóðingum á møti við at leggja dent á tænastumenning og marknaðarføring av tí, ið postverkið kann bjóða kundunum. Og nevndin hevur fult álit á, at nýggi stjórin er tann rætti at lyfta hesa uppgávu saman við starvsfólkunum í postverkinum.
Sambært nevndini hevði tað týdning fyri valið av Sofus, at hann hevur drúgvar royndir innan samskiftið, starvsfólkaviðurskifti og ikki minst royndir innan verkætlanararbeiði.
Brynhild Setberg, næstforkvinna í nevndini fyri p/f Postverk Føroya sigur, at valið av nýggjum postverksstjóra vónandi fer at merkja, at leikluturin hjá felagnum verður endurskoðaður, og at støðið í størri mun verður tikið í teimum avbjóðingum, sum eru millum annað innan KT-økið.
 
Spennandi avbjóðing
Sofus Clementsen sigur, at hann sær tað sum eina stóra avbjóðing og tað mest spennandi, sum kundi henda í lívið hansara júst nú, at sleppa at ganga á odda fyri at nútímansgera postverkið. Í fyrsta umfari sigur hann tað hava størstan týdning at lagt verður rætt út; at fáa øll við og at kundarnir merkja at postverkið flytur seg. Og hóast hann lovar, at postverkið fer at bjóða fleiri tænastur, vil hann ikki koma nærri inn á, hvat hesar tænastur fara at fevna um.
Spurdur hvat slag av leiðara hann er, sigur hann, at hann ynskir eitt hóskiligt samsvar millum tað at fáa hugskot, og at fáa tey út í lívið.
- Eg ynski, at tað skal vera eitt passaligt flow í tí, sum kemur burturúr. At tað skal vera samband millum hugskot og veruleika og at øll skulu trúgva upp á tað, sum tey gera, sigur Sofus Clementsen, sum tekur við starvinum tann 1. oktober 2006. Hann er ikki leysur av gamla starvinum enn, og so skal hann eisini hava tíð til at flyta familjuna heim til Føroyar.
Seks umsøkjarar vóru til starvið. Sambært nevndini vóru allar umsøkjarar væl skikkaðir og til samrøðu.