Íslendskt grønmeti er burðardygt

Okkara visjón er, at Pure Arctic kann vera fyrimynd av góðsku og burðardygd runt heimin.

Seinastu tíðina hevur skandinaviska fyritøkan Pure Arctic roynt seg á Føroyska marknaðinum við at selja Íslendskt grønnmeti. Hetta hevur, inntil víðari, verið gjørt uttan at upplýsa ella marknaðarføra vøruna á Føroyska marknaðinum. Pure Arctic samstarvar í løtuni við fyritøkur í Norðanlondum, og hava seinastu tíðina samstarva við Føroysku fyritøkuna Poul Hansen (PH). Sverrir Sverrirsson var við til at stovna fyritøkuna Pure Arctic, og greiðir hann frá at Pure Arctic er ein fyritøka, har roynt verður at framleiða mat, ið er á einum serligum støðið tá tað kemur til burðardygd og umhvørvisvinarliga framleiðslu. 

 

 

- Okkara visjón er, at Pure Arctic kann vera fyrimynd av góðsku og burðardygd runt heimin, tá tað kemur til framleiðslu, greiðir Sverrir Sverrirsson frá. Vit samstarva við Íslendsku fyritøkuna Sölufélags garðyrkjumanna (SFG) ið framleiðir grønmeti í Íslandi. Tað serliga við hesum grønmetinum er framleiðslan, ið bæði er burðardygg samstundis sum hon er umhvørvisvinarlig og er heilt uttan týningarevni, sum vanligt er at finna í influtta grønmeti úr eitt nú Spania, sigur Sverrir Sverrirsson. 

 

 

Gunnlaugur Karlsson eigur og rekur fyritøkna SFG, ið er í samstarv við Pure Arctic, hann vil vera við at tað er eftirspurningur á reinari vøru, og at um fólk verða meira upplýst um møguleikan so verður eftirspurningurin bara vaksandi. 

 

- Av tí at eftirspurningurin er vaksandi eru vit byrjaðir eitt samstarv við Pure Arctic soleiðis at okkara vøra kann røkka út um Íslendsku landoddarnar. Pure Arctic er eitt skandinaviskt felag, og tískil halda vit tað verða upplagt at samstarva við teir soleiðis at okkara vøra enn er heilt norðurlendsk og serlig, sigur Gunnlaugur Karlsson brosandi.

 

- Øll okkara framleiðsla sum fer fram í Íslandi, er hundrað prosent burðardygg. Vit nýta vatn frá keldum úr náttúruni, grøna orku sum eisini er framleidd úr Íslendsku náttúruni soleiðis at vit fáa rætta ljósið og røttu umstøðurnar at veksa grønmeti, greiðir Gunnlaugur Karlsson frá. Trupulleikin tá tað kemur til týningarevni er ógvuliga lítil og nærum ókendur tá talan er um framleiðslu av Íslendskari rávøru, helst tá tað verður samanborði við vøru, ið er influtt. Av tí at vit hava so reint vatn er eisini lættari hjá okkum at stýra hesum trupulleikanum, sum onnur hava tá talan er um týningarevnir. Eftirspurningurin av slíkari vøru er veksandi í londum rundan um okkum, vit eru júst byrjaðir at innflyta til Danmarkar nú og so hava vit prøva at selt eitt sindur í Føroyum, uttan at marknaðarføra vøruna, og tað hevur gingið væl, sigur Gunnlaugur Karlsson. 

 

- Ætlanin er ikki at framleiðslan skal vaksa for nógv saman við eftirspurninginum, tí okkara vøra er serstøk og tað skal hon helst blíva við, við at vera. Av tí sama kostar t.d. ein Íslendsk agurk meira enn ein Sponsk agurk. Okkara vøra er í hásæti og har liggur okkara framleiðsla eisini.

- Sjálvandi er møguleikin fyri at vaksa um framleiðsluna til staðar, men so leingi tað kann ávirka góðskuna av vøruni er tað ikki ein møguleiki beinleiðis, sigur Sverrir Sverrirsson.

 

 

- Nú kunna vit við gleði fortelja Føroyingum, at vit fara at innflyta og selja tær bestu agurkirnar í heiminum, í fylgi okkara meining, í Føroyum, sigur Sverrir Sverrisson. Føroyar og Ísland eru hóast alt í familju, sigur Gunnlaugur Karlsson, vit kunna og muga arbeiða meira saman tí vit hava so nógv at bjóða hvørjum øðrum.