Hetlendsk vitjan

Hetlendski løgmaðurin vitjar í hesum døgum í Føroyum eftir innbjóðing frá Anfinni Kallsberg, løgmanni. Í dag var hann millum annað og vitjaði Undirvðisingar- og Mentamálastýrið

Vit eiga at royna at fáa meira samstarv við hetlendingar, heldur løgmaður. Eitt øki, vit kundu samstarva um, er mentan og undirvísing. Og í gjár var hetlendsk sendinevnd og vitjaði Undirvísingar og Mentamálastýrið.

Formaðurin í hetlendska stjórnarráðnum, Shetland Islands Council, Tom Stove, vitjar í hesum døgum í Føroyum. Vitjanin er komin í lag eftir innbjóðing frá Anfinni Kallsberg, løgmanni, sum var á vitjan í Hetlandi í fjør.

Tom Stove kann metast at vera løgmaður í Hetlandi.

Í tíðindaskrivi sigur løgmansskrivstovan, at løgmaður væntar vitjanina at kunna styrkja mentanarligu og vinnuligu bondini millum Føroyar og Hetland. Vit hava nógv felags áhugamál. Eitt nú fiskivinnu og væntandi eina komandi oljuvinnu eisini.

Á vitjanini í Føroyum hevur Tom Stove við fylgi havt fundir við landsstýrismenn og ferðavinnuna. Eisini hava teir vitjað ymsar føroyskar fyritøkur. Teir hava millum annað vitjað Tórshavnar Havn og Undirvísingar- og Mentamálastýrið.

Tá løgmaður í fjør var í Hetlandi, vitjaði hann millum annað fiskivinnuskúlan í Scalloway, sum hann helt, at føroyingar áttu at lært eitt sindur av.

Anfinn Kallsberg, løgmaður sigur, at hetlendingar høvdu dugað sera væl at samskipa hendan skúlan við praktisku vinnuna.

Til dømis bar til á sama staði at fáa grundundirvísing í fleiri lørugreinum innan sjóvinnu, sum so vórðu specialiseraðar seinni.es Eidesgaard:


»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«


»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað

persónliga frælsið fer fyri bakka«


»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«


»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«


»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá

Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein

samtykt«



ENDURGEVINGAR:


Høgni Hoydal:


»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«


»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«


»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir

fíggjarlógarviðgerðini seinast«


»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«


»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«


»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av

Christiansborg«