javnaðarflokkinum til framtíðar støðu Føroya er eitt realistiskt uppskot, sum ber til at gjøgnumføra. Ole Stavad hevur við røðu síni boðað frá, at okkara uppskot er realistiskt. Hinvegin sigur hann eisini, [...] ins roknar við, at av tí at innihaldið í røðuni hjá Ole Stavad er so mikið ítøkiligt, kann tað koma at ávirka orðaskiftið í Føroyum. Her vísir hann m.a. til tað, sum Ole Stavad segði um støðuna hjá danska [...] skiftistíð uppá 15 til 20 ár er órealistisk. -Harvið hevur hann í veruleikanum hálað teppið undan øllum búskaparpartinum í Hvítubók. Skulu vit til at hava eina skiftistíð, sum ikki er so nógv ár, so eru allir
Knudsen er kosin besti spælarin í íslendsku kappingini, sum júst er av. Tað er íslendska blaðið DV, sum hevur gjørt upp, hvør spælari hevur staðið seg best í farnu kapping, og teir koma eftir, at tað er føroyski [...] aftanfyri seg. Næsti málverjin á listanum er íslendski landsliðsmálverjin og liðfelagin hjá Allani Mørkøre, Birkir Kristinsson, sum er nummar 9 á listanum. Uni Arge, sum er liðfelagið hjá Jens Martini, hevur [...] hvørji feløg talan er um. Hann sigur, at tey spæla í næstbestu og triðbestu deildini í Englandi. Harumframt vil Leiftur gjarna hava Jens Martin aftur til Íslands at spæla næsta ár, men tað er ikki sannlíkt
kvotubýtið. Harumframt er ætlanin, at londini framyvir skulu samstarva í nógv størri mun, tá talan er um fiskastovnar, sum ferðast á bæði norskum og føroyskum øki. Serliga verður her hugsað um at javna v [...] avleiðingar fyri fiskiflotan. Ætlanin er sostatt, at fiskiskapurin skal lagast til stovnin, soleiðis at sum mest verður fingið burturúr stovninum, samstundis sum talan er um ein burðardyggan stovn. Serliga [...] merkjast á kvotunum, sum føroyski flotin fær tillutaðar á komandi samráðingunum. Peter Angelsen greiddi frá, at tá samlaði fiskiskapurin fer at minkað somikið nógv, sum væntandi er, verður talan um skerjingar
skrivaða sum eina fløkju. Men tá prædikan er liðug, síggi eg, at skil er á henni hóast alt, og harafturat er hon viðkomandi. Tí ivist eg onga løtu í, at tað í veruleikanum er Andin, ið førir pennin, sigur Jústines [...] álvarsamur. Hann kennir tað, sum tað er Andin, ið skrivar, meðan hann er leikmaðurin. ? Jú, víst er meira millum himmal og jørð, enn tey flestu vita um. Einki skeinkiloyvi Føroyski assistenturin hjá donsku sjó [...] . Somuleiðis vísir Jústines Eidesgaard á tað stóra lopið, ið er millum prestin og meinigheitina. Talan er í hesum føri, um eitt lop, ið er so inngrógvið í vanliga føroyingin, og tí var tað við einari løgnari
sskapin. Men tað er eisini heilt givið, at tað nú eftir 50 árum við eini Heimastýrislóg er tørvur á eini nýggjari skipan. Tørvur er á eini nútímansgerð. Og her halda vit, at føroyski javnaðarflokkurin [...] hví ikki góðtaka hetta, tá tað er eitt føroyskt ynski hjá landsstýrinum og ein týðandi fortreyt fyri eini víðari fullveldisgongd? -Eg haldi ikki tað er fair at siga, at tað er nakar í Danmark, sum vil gera [...] javnaðarflokkin ynskja, er nakað, sum eg eisini skilji er stórur politiskur vilji fyri at gjøgnumføra í Danmark. Tí trúgvi eg ikki vit fáa nakað drúgvt orðaskifti. Sjálvandi er nakað av jura í hesum. Men
fólk, ið búgva her, tí tað er her vit hoyra til. Eg hoyri breyðpolitiska hugsan frá javnaðarflokkinum, eg hoyri ideologiskt flog frá tjóðveldis-flokkinum. Eg vil flog, men eg vil eisini hava breyð á borðið [...] um. Eg hoyri tær ikki heldur frá tjóðveldisflokkinum, ið eg veit, eisini er ein flokkur, ið hugsar um annað enn sjálvan seg. Er tað so, at tá vit hava tikið sjálvræðið, so taka vit dystin upp við ?svarta [...] Sum orðaskiftið er nú, eru tað tey, ið hava vanliga lønarinntøku (ikki hýru), ið skulu gjalda gildið. Og summi av okkum hava onki í móti tí. Eg meini: vit rýmdu ikki í 90-árunum. So talan er um nógv fólk
hagtølunum frá bretskum øki í huga, er kanska rætt at vera meira enn eitt sindur varin við metingum og vónum. Men oljufeløgini tykjast kortini trúgva uppá, at her er okkurt. 1. útbjóðing fer kanska at geva [...] Eftir tí sum skilst, so eru gjørdar ómetaliga nógvar seismiskar kanningar júst her, og tað, sum feløgini síggja, skilst, er eisini sera áhugavert. Onkur skal hava luftað ?tankan? um elefantar - fílar - [...] heitið ?Norðuratlantiska Kuwait?. Geva vit nógv loyvi beinanvegin, er so ikki møguleiki fyri, at tað kunnu verða funnin fleiri keldur enn gott er vil onkur spyrja? Og verða fleiri keldur funnar, verða vit so
men á tann hátt, at prísurin á RAM til teldur er farin ?til himmals? um vit kunnu siga tað so. Fyritøkur í Havn, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at tað er stórur munur á prísinum nú, og bara fyri tveimum [...] fyri 64 Mb RAM Sama skil er, um tú ætlar tær at keypa 128 Mb RAM. Prísruin var fyri tveimum trimum vikum síðani um 1.500 krónur, men skal hesin luturin keypast úr Danmark í dag, so er søluprísurin heilar 3 [...] taiwanskum fyritøkum, men eftir jarðskjálvtan er virðið á gymsluni hækkað til 280 mió. krónur. Stjórin í fyritøkuni váttar fyri Computerworld, at goymslan er upp á uml. 200 mió. krónur, men hann kann ikki
eftir mínum tykki bleiv í so gruggutur er, at stundir ikki vóru til at finna fram til greiðari semjur. Hagfrøðiliga lýsingin av føroyska búskapinum Viðv. 2: Her er talan um sterkari part í búskaparálitinum [...] teir hava framleitt. Hetta er eindømi í nýggjari búskaparsøgu Føroya, tí øll árini millum 1962 og 1989 hava føroyingar brúkt millum 12% og 15% meira enn teir hava framleitt. Her er talan um ógvuliga stórt [...] at klára seg uttan ríkisveitingarnar, meðan aðrir siga, at hetta bert partvíst er galdandi. Allir eru tó samdir um, at her er talan um týðandi skift í mun til tíðarskeiðið áðrenn 90-ini. Stórt yvirskot á
hetta". Samstundis er lýsingin merkt av klaustrofobi og av, at tann fagri dalurin er deyðans dalur. Men hetta er heimurin hjá dronginum, og hóast hann er vandamikil og demoniskur, so er tað hansara verð [...] spurningurin er, um ikki allir hesir slankar steðga søgugongdini og tyngja um leiðina framá? Mangan er tað so, at hóast tað verður sagt frá hendingum, er tað eins og søgan stendur still. Tað er líkasum hon [...] burturvik. Spurningurin er, um Gunnar Hoydal ikki er lyrikarin, ið skrivar prosa og tí er sterkastur í tí støku myndini, meðan tann episki streymurin hevur hug at hvørva. "Dalurin fagri" er ein merkisverd roynd