Andin førir pennin

Átrúnaður. ? Tá eg seti meg at skriva prædiku eftir dagsins teksti, er heilt vanligt, at eg als einki skilji meðan eg sjálvur skrivi, men tá prædikan er liðug og eg síggi, at hon hóast alt hevur innihald, má eg ásanna, at Andin hevur ført pennin, sigur Jústines Eidesgaard, ið er útsendur sum assistentur fyri donsku sjómanskirkjuna

Fyrrverandi blaðmaðurin, Jústines Eidesgaard, arbeiðir sum assistentur fyri donsku sjómanskirkjuna í Hamburg. Hann hevur fyrr verið útsendur í Singapore í Thailandi, so hann er ikki heilt ókendur á økinum. Men Jústines dylur tó ikki fyri, at honum dámar betur at vera í Hamburg, har mentanin líkist mest teirri føroysku, hóast hann helt tað vera ógvuliga áhugavert at uppliva eysturlendsku mentanina í Singapore.


Fjølbroytt arbeiði

At arbeiða sum assistentur fyri donsku sjómanskirkjuna er eitt ógvuliga fjølbroytt arbeiði. Í vanliga gerandisdegnum vitjar Jústines umborð á donskum skipum, ið vitja í havnini í Hamburg, men hetta er ikki einasti táttur í starvi Jústines. Starvið er so mikið víttfevnandi, at Jústines eisini við jøvnum millumbilum átekur sær prestagerningin. Hetta ger hann til tær Guðstænastur, har presturin ikki er til staðar.

Í donsku sjómanskirkjuni í Hamburg er serføroyska fyribrigdið deknaguðstænasta ókent. Tá sagt verður, at Jústines Eidesgaard átekur sær prestagerningin, so skal hetta skiljast í orðsins rætta týdningi. Hann virkar tá nevniliga sum prestur.

Tískil skal hann eisini skriva prædikuna sjálvur, og hon skal sjálvsagt skrivast eftir dagsins teksti. Og hetta hevur Jústines longu gjørt meira enn 30 ferðir.


Hugsar sum blaðmaður

Tá Jústines skal skriva eina prædiku letur hann seg í blaðmannabúnan. Hann hevur jú, sum áður sagt, drúgvar royndir sum blaðmaður. Sjálvur heldur hann tað, at skriva prædiku, minnir ógvuliga nógv um at skriva kronikk. Men í sama viðfangi, sum hann greiðir frá hesum, skundar hann sær at siga, at hann hevur ógvuliga stóra virðing fyri kirkjuni og prædikustólinum, og tí skal hetta als ikki skiljast, sum hann heldur seg hava eins góðar førleikar at skriva prædiku, sum ein prestur, ið hevur lisið í 6 ár og meira.

Vanliga mannagongdin hjá Jústinesi, tá hann skal skriva prædiku, er, at hann lesur tekstin eftir fyriskrivaðu tekstarrøðini til viðkomandi sunnudag mánadagin áðrenn prædikan skal haldast.

? Tekstirnir kunnu viðhvørt vera torskildir, men tá vikan nærkast endanumm seti eg meg at skriva prædikuna. Og satt at siga hendir tað ofta, at eg meðan eg skrivi, síggi tað skrivaða sum eina fløkju. Men tá prædikan er liðug, síggi eg, at skil er á henni hóast alt, og harafturat er hon viðkomandi. Tí ivist eg onga løtu í, at tað í veruleikanum er Andin, ið førir pennin, sigur Jústines álvarsamur. Hann kennir tað, sum tað er Andin, ið skrivar, meðan hann er leikmaðurin.

? Jú, víst er meira millum himmal og jørð, enn tey flestu vita um.


Einki skeinkiloyvi

Føroyski assistenturin hjá donsku sjómanskirkjuni í Hamburg vísir á, at hann ikki hevur heimild at fremja øll ritualini undir sínum Guðstænastum, sum ein prestur hevur. Vanligt er, at hann lýsir signing yvir kirkjufólkið, eins og prestur ger, eftir Guðstænastuna, men Jústines vísir skemtandi á, at hann ikki hevur skeinkiloyvi. Her meinar hann við, at hann ikki kann standa fyri eini altargongd.


Løgið fyrstu ferð

Jústines greiðir frá, at tað kendist løgið, fyrstu ferð hann skuldi standa fyri einari Guðstænastu og skuldi prædika frá prædikustólinum.

Orsøkin var stóra virðingin, hann hevur fyri prædikustólinum. Tann virðingin, sum liggur so djúpt í øllum føroyingum. Somuleiðis vísir Jústines Eidesgaard á tað stóra lopið, ið er millum prestin og meinigheitina. Talan er í hesum føri, um eitt lop, ið er so inngrógvið í vanliga føroyingin, og tí var tað við einari løgnari kenslu, hann fyrstu ferð trein prædikustólin. Men Jústines valdi, eins og mangir aðrir assistentar innan donsku sjómanskirkjuna at leypa í vaðið.


Roynt seg í Føroyum

Um ólavsøkuleitið var Jústines heima í Føroyum á vitjan. Í hesum sambandi helt Jógvan Fríðriksson, prestur, ið umboðar donsku sjómanskirkjuna í Føroyum, tað vera hóskandi, at Jústines helt prædiku í kirkjuni í heimbygd síni, Oyndarfirði.

Jústines tók av, og nú skuldi hann fyri fyrstu ferð halda eina prædiku á føroyskum í heimlandinum. Dagurin, prædikan varð hildin, var ein stórur dagur fyri Jústines, hóast hann áður hevði hildið eina ørgrynnu av prædikum fyrr. Men hesar vóru hildnar í Hamburg á donskum. Nú var talan um at prædika á føroyskum í Føroyum og enntá í kirkjuni í heimbygdini, har hann sjálvur so mangan sjálvur hevur sitið og lýtt á mangt eitt uppbyggjandi orðið.