Jens Martin Knudsen kosin besti spælari í Íslandi

Fótbóltur: Landsliðsmálverjin er upp á tal hjá trimum enskum feløgum, umframt at hann hevur fingið tilboð frá fleiri føroyskum feløgum

Jens Martin Knudsen er kosin besti spælarin í íslendsku kappingini, sum júst er av.

Tað er íslendska blaðið DV, sum hevur gjørt upp, hvør spælari hevur staðið seg best í farnu kapping, og teir koma eftir, at tað er føroyski landsliðsmálverjin.

? Tað hevur gingið sera væl hjá mær i farnu kapping. Eg havi verið rættiliga støðugur, umframt at eg havi spælt onkrar rættiliga góðar dystir, sigur 32-ára gamli Jens Martin Knudsen við Ítróttar-Sosialin.

Jens Martin hevur allar hinar spælararnar í Íslandi ? bæði útispælarar og málverjar ? aftanfyri seg. Næsti málverjin á listanum er íslendski landsliðsmálverjin og liðfelagin hjá Allani Mørkøre, Birkir Kristinsson, sum er nummar 9 á listanum.

Uni Arge, sum er liðfelagið hjá Jens Martini, hevur eisini klatrað langt upp eftir listanum, og hann er saman við fýra øðrum nummar 21.

Allan Mørkøre, sum ikki hevur spælt alt kappingarárið í Íslandi, hevur ikki vunnið seg upp millum 40 teir bestu, sum listin umfatar.


Lata bóltar fyri góð avrik

Eftir hvønn landskappingardyst í Íslandi ? teir eru 18 í tali í einum kappingarári ? letur blaðið DV teimum bestu spælarunum bóltar fyri teirra avrik.

Teir geva upp til tríggjar bóltar, men tá skal avrikið verða heilt serstakt. Tað eru bert teir spælararnir, sum hava spælt serliga væl, sum yvirhøvur fáa nakran bólt, og tað er sjáldan at nakar fær tríggjar bóltar. Jens Martin Knudsen hevur eina ferð fingið tríggjar bóltar, og tað var í dystinum móti Keflavík.

Men Jens Martin Knudsen hevur spælt sera støðugt alt kappingarárið, og hann hevur fingið í minsta lagi ein bólt næstan hvørja ferð. At tað eru 20 bóltar til Jens Martin í 18 dystum undirstrikar bara góða avrikið hjá runavíkinginum.

? Vit hava ikki havt tað sterkasta liðið í Íslandi, og eg havi sum oftast havt nógv at gera. Miðvøllurin hjá okkum hevur verið ov tunnur, og tað hevur gjørt, at verjan ofta hevur verið undir stórum trýsti, sigur Jens Martin.

26 mál eru farin ígjøgnum hjá honum í teimum 18 dystunum, men hóast tað verður hansara avrik mett sum tað besta í íslendsku kappingini í ár.


Áhugi úr Englandi

Jens Martin Knudsen kom heim til Føroya mánadagin, men gongst eftir vild, verður málverjin ikki leingi heima. Fleiri feløg í Europa hava sýnt honum áhuga, og tað er nær við, at Jens Martin sleppur at royna seg í einum enskum felag.

? Trý feløg í Englandi standa og mangla málverja í løtuni, men vit eru fleiri, sum eru uppá tal, sigur Jens Martin, sum ikki vil siga, hvørji feløg talan er um. Hann sigur, at tey spæla í næstbestu og triðbestu deildini í Englandi.

Harumframt vil Leiftur gjarna hava Jens Martin aftur til Íslands at spæla næsta ár, men tað er ikki sannlíkt, at Jens Martin fer at gera nýggjan sáttmála við teir.

Trý føroysk feløg liggja eisini fram við eftir sterka málverjanum, og sum vit hava skilt, er her talan um, at Jens Martin skal spæla og onkrastaðni verða venjari hjá besta liðnum og onkrastaðni í ungdómsdeildum. Eitt annað norðurlendskt felag hevur eisini sýnt Jens Martini áhuga.


Tímir ikki at royndarvenja

? Eg tími ikki at ferðast runt til royndarvenjingar fyri at vísa meg fram, sjálvt um tað kanska hevði verið tað rætta, sigur Jens Martin Knudsen

? Um eitt gott og seriøst tilboð kemur, eri eg klárur at sláa til og eisini vísa meg fram, um tað skal til, og stóri dreymurin er sjálvandi at sleppa til England at spæla.

Jens Martin Knudsen roknar við, at avgerðin um hansara fótbóltsframtíð verður tikin innan tvær vikur.

Tað er ikki sannlíkt, at Jens Martin Knudsen fer at spæla fyri nakað føroyskt felag tveir teir seinastu dystirnar í landskappingini í ár. Hann heldur ikki, at tað tænir nøkrum endamálið, og ístaðin er hann klárur til at rykkja út, um boð verða eftir honum úr útlandinum