trappurnar í kjallaranum í Havn, ella um eg geri tær í Dali. Øll familjan flytir Tað er Bødvar Poulsen, snikkari, vit tosa um, og saman við konu og tveimum smábørnum selir hann húsini í Havn, keypir sa [...] væl í Dali, og sama er við okkum báðum, og tí hava vit valt at stinga í sekkin og flyta suður um Skopunarfjørð. Bødvar rekur sjálvur annar Snikkarakjallaran, sum heldur til í sethúsum hansara í Norðasta [...] har størsti marknaðurin er, er ikki so stór. Bátur siglur fleiri ferðir um dagin, og skal hann til Havnar at taka mát, so kann hann vera í Havn klokkan hálvgun átta, so tað er eingin forðing sum so Betri
skal liggja í Suðuroynni. Tingmaðurin sigur, at tað er ikki so avgerandi, hvat í Suðuroynni útgerðarhavnin liggur. Her eru møguleikar bæði á Drelnesi og í Vági. Hann vísir á, at kommunan í Vági hevur longu [...] so nógv % í øllum fundum. Heine O Heinesen, formaður í Vinnunevndini sigur, at allir flokkarnir annars eru samdir um innihaldið í sjálvum lógaruppskotinum til 1. útbjóðing. Hann ivast annars í, um broy [...] umráðandi at fáa við í standardloyvini, ið skulu latast oljufeløgum, sum skulu bora eftir olju, at tey skulu brúka eina havn í Suðuroynni til útgerðarhavn. -Hóast virksemi kanska verður avmarkað í leitingartíðini
bólkum í kjallarum í Eysturoynni, fann Eivør sítt pláss undir liðini á Peturi Jensen í bólkin Clickhaze. Tey vóru við í Prix Føroyar kappingini í 1999, og eftir framførsluna í innleiðandi umfarinum í Vágum [...] ymsum spælistøðum í landinum, tó mest í høvuðsstaðnum. Men Eivør hevur eisini gjørt nógv við at syngja í kirkjum, bæði í Eysturoynni og í Havn. Rýmdi úr skúlanum Avgerðina um at gevast í fólkaskúlanum eftir [...] hon eftir 9 ár í fólkaskúlanum tók skúlataskuna á herðarnar og fór heim. Síðani hevur hon ikki verið aftur har. Hon skuldi í grundini sitið í eini skúlastovu í Fuglafirði hendan týsdagin í januar. Men ístaðin
aftastu í 1. deild og tey bæði fremstu í 2. deild fara í ein bólk, har tey spæla um rættin at vera í 1. deild komandi kappingarár. Spæli hesu ferð Spælið her varð spælt, tá Villy Dam í heyst var í Bridgehúsinum [...] ikki avgjørt hvar), í Klaksvík, í Fuglafirði og í Havn. Møguliga verður eisini spælt í Vágum. Tilmelding til simultankappingina ferð fram hjá teimum ymsu feløgunum. Steypakappingin Steypakappingin fer nú skjótt [...] Vikuskiftið 7. og 8. januar vórðu trý umfør í FM kappingini fyri lið spæld í Bridgehúsinum í Havn. Úrslitini av dystunum vóru hesi: 1. deild Farodane - Per Kallsberg, 20-10 Shell - Árant Berjastein, 8-22
liðug í mars mánaða komandi ár. 6,5 milliónir eru settar av til endamálið og 700.000 túsund eru settar av til at projektera skúlaútbygging í Hoyvík - og í Kaldbak. Í sambandi við útbyggingina í Kaldbak [...] samtykt at seta eina millión av til rennibreyt í ár. Ætlanin er at seta eina millión av um árið í trý ár til rennibreyt. Men tað er ikki avgjørt enn, hvar hon skal vera. Somuleiðis skal ein hálv millión [...] Tórshavnar Býráð fer í ár at gera íløgur fyri 32 milliónir krónur. Tað er greitt eftir býráðsfundin hóskvøldið, har í býráðið einmælt samtykti útbyggingarætlanina í ár. Sostatt samtykti býráðið einmælt
oddamaður í felagnum, sum ætlar at gera oljuhavn á Sundi. Í Sosialinum í gjár vísir hann á, at tað er nógv betri at gera oljuhavn á Sundi enn í Runavík, ella á Drelnesi. M.a. vísir hann á, at í illveðrinum [...] Sundi er í løtuni, er hon ikki nóg góð. ? Eitt nú mátti Norrøna herfyri rýma av Sundi og hon hevur nú ligið á Havnini burturav síðani tá. Sjómenn er ósamdir við Poul Mohr, stjóra á Skipasmiðjuni í Havn [...] leygardagin sleit Smyril tríggjar endar inni í keihylinum í Havn. So viðurskiftini høvuðsstaðnum eru ikki frægari enn so, skoytir hann uppí. ? Men, hvar finnur tú læ í ódnarveðri, spyr bátsmaðurin á Smyrli.
tri Føroya úti í Nóatúni í Havn fylgja tey væl við gongdini í samfelagnum og royna eisini at laga undirvísingina eftir framtíðar tørvi á útbúnum fólki, ikki minst tí tørvi, sum verður í føroyska samfelagnum [...] ikki til at seta seg hendur í favn og siga, at vit bíða og vita, um nøkur olja er. Tað vildi verið skeivt. Tí hava tey valt at seta hetta í gongd. Er eingin olja her, so er hópurin av møguleikum aðrastaðni [...] gáttina í Føroyum verður eisini hugt at, hvussu henda vinna kann fáa rúmd innan undirvísingar- og granskingarkarmar stovnins. Hans Pauli Joensen er leiðari á Náttúruvísindadeildini. Í løtuni er hann eisini
hevði stóran týdning fyri, hvar silvurmerkini enda, tá kappingarárið er runnið. Skal metast eftir hesum, er lítið at ivast í, at VÍF í løtuni hevur sera góð kort á hondini í silvurstríðnum. Takkað verið [...] hevði hug at halda nøsini framman fyri VÍF. Miðskeiðis í hálvleikinum kom tó brádliga vend í. Eina løtu riggaði einki í álopspartinum á neistaliðnum, og í hinum endanum lá alsamt betri fyri hjá VÍF. Eftir lítlari [...] tá VÍF næstu ferð skal royna seg móti Tjaldur, er lítið at ivast í, at tey bæði stigini helst gerast til fýra, tá komandi vikuskiftið er runnið. Dysturin í tølum: Málskjúttar: Neistin: Katrin á Neystabø
H-vindeygað í áravís hevu verið brúkt í Føroyum, er neyðugt at hava slík tiltøk av og á, sigur Heðin Poulsen. Marknaðurin skal røkjast alla tíðina, og kappingin, sum altíð hevur verið, er bara harnað seinnu [...] var ein túr framvið, tá glasið varð uppfunnið. Eitt vindeygað er sjálvandi ikki bara ramman, so stjórin á Termovirkinum í Havn, Djóni Ziska er eisini við og sigur frá muninum millum vanligar termorútar og [...] Vatnsoyra Snikkaravirki hevur øll árini gjørt vindeyguni í samstarvi og við loyvi frá fyritøkuni Spilka as í Ålesund. Nú nýggja sniðið er komið á marknaðin, er leiðarin á menningardeildini hjá Spilka komin til
Tá ið tað nýggja djórasavnið letur upp á Debesartrøð í Havn um hálvan mei, hevur tað ein lítlan dýrgrip at vísa fólki. Hetta er ein fiskur, sum er so sera sjáldsamur, at tað eru avbera fá djórasøvn, sum [...] tilsamans í øllum heiminum. Fiskurin, sum nú verður at síggja á djórasavninum, er sostatt tann fimti, sum tað ber til at staðfesta, nakrantíð er fiskaður.Hinir fiskarnir eru fiskaðir víða hvar, úr Kyrrahavinum [...] sjálvur. Talan er nevniliga um ein shcerbachevi!!, sum hann eitur á fakmáli. Hesin fiskurin er tveir metrar langur, og sum tað sæst, reiðiliga tunnvaksin. Av tí, at hann er so sjáldsamur, er tað eisini snøgt