Sveinur Tróndarson
Um ein mánað ella so kemur fyrsta veruliga arbeiðsplássið í Dali, tí tá letur havnarmaðurin Bødvar Poulsen, upp nýggjan snikkaraverkstað í bygdini.
Tað er so at siga tann øvugta verð, at ein havnarmaður soleiðis flytir út á bygd, tí tað mest vanliga er, at í meira lagið flytir til Havnar.
Men hjá teimum, sum tosað um bygdamenning, er tað kortini stuttligt at hoyra, og ikki verður tað verri tá snikkarin sjálvur sigur orsøkina verða:
? Tað kann fyri so vítt verða líkamikið um eg geri trappurnar í kjallaranum í Havn, ella um eg geri tær í Dali.
Øll familjan flytir
Tað er Bødvar Poulsen, snikkari, vit tosa um, og saman við konu og tveimum smábørnum selir hann húsini í Havn, keypir samstarvsfelagan út og flytir til Dals at búgva.
Hann sigur:
? Børnunum dámar so einastandandi væl í Dali, og sama er við okkum báðum, og tí hava vit valt at stinga í sekkin og flyta suður um Skopunarfjørð.
Bødvar rekur sjálvur annar Snikkarakjallaran, sum heldur til í sethúsum hansara í Norðasta Horni. Har hava teir hildið til í eini trý ár, og hesa tíðina hevur hann fingið nógvar góðar kundar.
Teir takast næstan bara við at gera trappur, og av somu orsøk heldur hann onga forðing vera yvirhøvur fyri at flyta virksemi til Dals.
? Í grundini kann tað gera tað sama hvar tú ert, tá tú gert trappur. Flutningurin skal sjálvsagt leggjast afturat, men tí tekur Strandferðslan sær av, sigur hann og leggur afturat, at frástøðan til Havnar har størsti marknaðurin er, er ikki so stór.
Bátur siglur fleiri ferðir um dagin, og skal hann til Havnar at taka mát, so kann hann vera í Havn klokkan hálvgun átta, so tað er eingin forðing sum so
Betri útgangasstøði
Nú Bødvar flytir virksemi til Dals, er hann sum sagt farin undir at byggja nýggjan virkisbygning.
Grundøkið er liðugt planerað, og í hesi vikuni fer hann suðuraftur at seta formarnar upp.
? Eg skal gera alt arbeiði sjálvur so at siga, og tí verður kostnaðurin ikki tann øgiligi tá virkið er liðugt. Onkustaðni millum 400 og 500 túsund krónur, sigur Bødvar.
Og tað er ikki illa sloppið tá hugsað verður um, at virkisbygningurin 160 fermetrar til støddar.
Tískil eru fíggjarligu umstøðurnar at reka virkið í Dali, nakað væl betri enn tær eru, eitt nú í høvuðsstaðnum, har tað er dýrt at keypa sær grundøki.
Heimurin tódnar
Hóast tað fyri mong kann tykjast djarvt at flyta út á bygd, so óttast Bødvar ikki á nakran hátt fyri nøkrum í tí sambandi.
? Vit kenna okkum ótrúliga væl í Dali, tá vit hugsa um, at tøknin er sera framkomin, so er so lætt at samstarva við umheimin, sigur Bødvar.
Hann vísir á, at tað er so lætt at samskifta við onnur, til dømis um internetið, so tað fer ikki at bila.
Tá snikkaravirkið í Dali fer undir virksemi um mánaðarskiftið februar marts, byrjar hann ikki á berum - minni enn so.
? Eg havi ein rættiliga stóran ordra liggjandi, sum eg skal undir um tað mundi, og eg ætli mær at gera alt suðuri í Dali. Eydnast tað ikki, so byrji eg í Havn og flyti tá tað er klárt í Dali, sigur Bødvar.