Tann fimti í heiminum varð fingin undir Føroyum

Ein sera sjáldsamur fiskur, sum er fingin norðan fyri Ytra Banka verður ein av áskoðaramagnetunum á tí nýggja djórasavninum, sum letur upp í Havn um hálvan mei

Tá ið tað nýggja djórasavnið letur upp á Debesartrøð í Havn um hálvan mei, hevur tað ein lítlan dýrgrip at vísa fólki.

Hetta er ein fiskur, sum er so sera sjáldsamur, at tað eru avbera fá djórasøvn, sum kunnu breggja sær av at hava ein slíkan at vísa fram.

Talan er um ein fisk, sum vágatrolarin Vesturskin, fekk norðanfyri Ytrabanka 30. apríl 1997.

Fiskurin varð fingin á 845 metra dýpi.

Talan er um ein djúphavsfisk, sum er so sjáldsamur, at áðrenn Vesturskin fekk sín, eru bara fýra fiskar av hesum slagnum fingnir tilsamans í øllum heiminum.

Fiskurin, sum nú verður at síggja á djórasavninum, er sostatt tann fimti, sum tað ber til at staðfesta, nakrantíð er fiskaður.Hinir fiskarnir eru fiskaðir víða hvar, úr Kyrrahavinum í Atlantshavi.

Jákup Reinert á fiskirannsóknarstovuni sigur, at tá ið talan er um so stórt dýpi, eru umstøðurnar at kalla eins allastaðni, og tí kunnu djúphavsfiskar, sum hesir, eisini finnast næstan allastaðni.


Ein fiskur sum kryddar

Fiskifrøðingar munnu ikki teljast ímillum tað best umtókta fólkaslagið, og so er tð ikki so galið at fáa ein fong sum hendan at frøðast yvir.

Ella sum Jákup Reinert sigur: Ein fiskur sum hesin er kryddið í lívinum hjá einum fiskifrøðingi.

Hann sigur, at hendan dagin Vesturskin trolaði, fingu teir nakrar sjáldsamar fiskar, sum teir lótu Fiskirannsóknarstovuni.

? Allar hinar vistu vit um, men hesin eini var ookkum púra fremmandur.

Tað tók eisini rættiliga langa tíð at staðfesta, hvat hetta var fyri ein, tí tað eydnaðist heldur ikki endaliga at staðfesta slagið eftir teimum bókum, sum vóru til taks.

Endin varð so, at fiskurin varð sendur til Danmarkar, til ein serfrøðing á ?Zoologisk Museum? at vita, um hann kundi koma tí nærri.

Og hann staðfesti so endaliga, hvat fiskur talan er um. Hesin fiskurin er so sjáldsamur, at hann hevur ikki nakað enskt navn, og tíansheldur nakað føroyskt navn.

Men hann er av ættini ?Lampo Grammus.

Og hetta ávísa slagið hevur eitt navn, sum tykist okkum minst líka fremmant, sum fiskurin sjálvur.

Talan er nevniliga um ein shcerbachevi!!, sum hann eitur á fakmáli.

Hesin fiskurin er tveir metrar langur, og sum tað sæst, reiðiliga tunnvaksin.

Av tí, at hann er so sjáldsamur, er tað eisini snøgt sagt einki, vit vita um hann, hvussu hann livir, hvussu hann ferðast o.s.fr.

Tíðindini um slíkan fong fara víða um og serfrøðingurin á ?Zoologisk Museum? í Danmark fer nú at skriva um fiskin í einum fronskum, fakligum tíðarriti.

Ætlanin er nú at gera ein form av fiskinum og so at stoypa ein nágreiniligan eftirlíkning, sum skal sýnast fram á tí nýggja djórasavninum, sum letur upp aftur nú.

Djórasavn hevur verið úti á Debesartrøð, í hølunum sum verða nevnt Neystið. Men har er alt gjørt av nýggjum og ætlanin er nú at lata uppaftur um hálvan mei.

Doretha Bloch sigur, at hesin fiskurin er eitt av sjáldsomum dýrum, sum, verða st síggja í tí nýggja Djórasavninum, sum letur upp 15. mai. Sum fralíður er ætlanin at hava ein serligan framsýningarglugga, sum eitur stórtíðindi?, ella okkurt sovorðið.