Ioana fer eftir silvurmerkjunum

Í stórum pørtum av dystinum hevði Neistin eitt gott tak á vestmannagentunum, men sum ikki einaferð avgjørdi Ioana Rápa dystin til fyrimuns fyri VÍF

Neistin-VÍF 20-24 (11-10)


Dysturin leygardagin var allar helst ein av teimum, sum hevði stóran týdning fyri, hvar silvurmerkini enda, tá kappingarárið er runnið.

Skal metast eftir hesum, er lítið at ivast í, at VÍF í løtuni hevur sera góð kort á hondini í silvurstríðnum. Takkað verið Ioanu Rápa, eydnaðist tað teimum nevnliga at fáa tvey stig norður aftur við sær, tá tær leygardagin vóru í Havn, har tær vitjaðu Neistan.


Sera javnt

Fyrsta umfarið gekk annars sera javnt á. Hvørgin parturin vildi geva seg, og hóast spælið sum so ikki var nakað at reypa av, so gjørdi javna støðan sítt til, at nervin alla tíðina var til staðar.

Hjá VÍF var tað sum ikki eina ferð leikandi venjarin, Ioana Rápa, sum gjørdi um seg í álopspartinum. VÍF fekk tíggju mál fyrra umfarið, og av teimum fekk rumenin hjá teimum ikki færri enn sjey. Á mótstøðuliðnum var eisini ein rumeni at síggja, men hóast Ileana Manolescu er ein fínur leikari, sum hevur styrkt munandi um neistaliðið, so megnar hon ikki á sama hátt at átaka sær ein avgerandi leiklut.

Helst hongur hetta eisini saman við teirri sannroynd, at fysiska styrkin hjá Ioanu er øgilig. Líka mikið hvussu mótstøðuleikararnir royna at forða fyri tí, so megnar hon aloftast at berja seg ígjøgnum verjuna, og fær hon skot á, er ikki lukkuligt at standa fyri.

Hóast nógvu málini frá vestmannavenjaranum, so megnaði Neistin kortini at fylgja við, og móti endanum av fyrra hálvleiki megnaðu tær at sleppa tvey mál fram um VÍF. Hetta var samstundis fyrstu ferð, at meira enn eitt mál var á muni.


Skrædnaði brádliga

Seinna helmingin av dystinum gekk eisini sera javnt á at byrja við. Um tað kann sigast, at nakað av liðunum átti munin, so var hetta helst Neistin, sum alla tíðina hevði hug at halda nøsini framman fyri VÍF.

Miðskeiðis í hálvleikinum kom tó brádliga vend í. Eina løtu riggaði einki í álopspartinum á neistaliðnum, og í hinum endanum lá alsamt betri fyri hjá VÍF. Eftir lítlari løtu vunnu tær seg trý mál fram um neistaliðið, og líkt var nú til, at sigurin skuldi fara til útiliðið.

Neistakvinnurnar góvust tó ikki á hondum, og skjótt vóru tær aftur bert eitt mál aftan fyri VÍF. Hetta takið kostaði tó ivaleyst nógvar kreftir, og seinastu minuttirnar av dystinum, kundu VÍF staðfesta sigurin.


Satsaðu nógv

Sum nevnt, so var tað eina løtu miðskeiðis í seinna hálvleiki, at VÍF megnaði at vinna sær fyrimunin, men vóru tær eitt sindur óhepnar, kundi tað eins væl koppað hin vegin.

Fleiri av málunum hjá VÍF komu nevnliga eftir skjótálop, har bólturin varð tveittur langt fram, og sjálvsagt er tað ein góð dygd, at leikararnir dga at nýta hetta vápn. Tað skal tó leggjast afturat, at ofta var líkt til, at bóltarnir, sum vórðu tveittir fram, ikki vóru ætlaðir nøkrum ávísum leikara.

Satsingin við longu sendingunum varð tó væl eydnað, og var hetta onnur av orsøkunum til, at VÍF kundi fáa stigini við sær heim aftur. Hin orsøkin var Ioana Rápa.

Sum nevnt, so er VÍF sera væl fyri í silvurdystinum nú. Tær hava tvey stig fleiri enn Neistin og Kyndil, men hinvegin hava hesi liðini ein dyst til góðar. Komandi vikuna skulu bæði havnarliðini tó til Klaksvíkar at royna seg, og tá VÍF næstu ferð skal royna seg móti Tjaldur, er lítið at ivast í, at tey bæði stigini helst gerast til fýra, tá komandi vikuskiftið er runnið.


Dysturin í tølum:

Málskjúttar:

Neistin: Katrin á Neystabø 7 (2), Ileana Manolescu 4, Mildrid Jacobsen 3, Inga Danberg 2, Marjun Jógvansdóttir 1, Gunnelyg Berg 1, Birita Wardum 1, Rúna Wardum 1

VÍF: Ioana Rapa 14 (3), Jacklin Durhuus 4, Óluvá Poulsen 2, Fríða Johannesen 2, Nicolina Joensen 1, Signhild Petersen 1

Brotskøst:

Neistin 2, VÍF 3

Útvísingar:

Neistin 3, VÍF 1

Dómarar úr Kyndli:

Hanus Kúrberg og Hans Thomassen