? Sum havnin á Sundi er í løtuni, er hon ikki nóg góð.
? Eitt nú mátti Norrøna herfyri rýma av Sundi og hon hevur nú ligið á Havnini burturav síðani tá.
Sjómenn er ósamdir við Poul Mohr, stjóra á Skipasmiðjuni í Havn, og oddamaður í felagnum, sum ætlar at gera oljuhavn á Sundi.
Í Sosialinum í gjár vísir hann á, at tað er nógv betri at gera oljuhavn á Sundi enn í Runavík, ella á Drelnesi.
M.a. vísir hann á, at í illveðrinum leyardagin vóru tað fín líkindi á Sundi, ímeðan tað var so ringt veður í Runavík, at skipini máttu rýma haðani, og Smyril ikki fekk lagt at á Drelnesi.
Vit hava spurt tveir sjómenn, sum hava rættiliga drúgar royndir, bæði á Drelnesi og á Sundi, um teir eru samdir við Poul Mohr.
Tað eru teir ikki
Slitu tríggjar endar
Tann fyrri, vit hava spurt, er bátsmaðurin á Smyrli, Erland Jacobsen, ið hevur so nógvar royndir sum ongin annar, bæði á Trongisvágsfirði og í Havn.
Hann hevur siglt við Smyrli í 30 ár og hevur sostatt verið yvir 20.000 ferðir í Havn og á Tvøroyri.
Og hann kann yvirhøvur ikki taka undir við Poul Mohr, í hansara atfinningum at Drelnesi.
? Víst ber tað ikki til at liggja á Drelnesi altíð, minni enn so, sigur hann.
? Men vit hava so tann fyrimunin á Tvørafjørði, at er tað ikki ligjandi á Drelnesi, ber altíð til at fara yvir á Tvørakei, tí vit hava tvær havnir á fjørðinum. Og kann onnur ikki brúkast ein dag, kann hin, sigur hann.
Og hann leggur afturat, at leygardagin royndi Smyrli yvirhøvur ikki at leggja at á Drelnesi. Tað var óneyðugt, tí at hann altíð hevur møguleikan at leggja seg á tvørakei, tá ið tað ikki eru líkindi á Drelnesi.
? Og so kundi Poul Mohr eisini fortalt Sosialinum, at leygardagin sleit Smyril tríggjar endar inni í keihylinum í Havn. So viðurskiftini høvuðsstaðnum eru ikki frægari enn so, skoytir hann uppí.
? Men, hvar finnur tú læ í ódnarveðri, spyr bátsmaðurin á Smyrli.
? Tó skal eitt vera vist. At kemur tú inn á Vágsfjørð ella inn á Trongisvágsfjørð, liggur tú trygt.
Tað sama heldur hann ikki kann sigast um Sund, tí tað er vælkent, at har er brimpláss.
? Ístaðin fyri at úttala seg um slík viðurskifti, skuldi Poul Mohr heldur hildið seg til tað, sum hann dugir heilt framúr, og tað er at smíða skip, sigur Erland Jacobsen.
Mátti rýma
Hin sjómaðurin, vit hava tosað við, er Ólavur Hovsgarð, yvirmaður á Norrønu, sum hevur ligið heilt nógv á Sundi.
Men heldur ikki hann heldur, at havnin á Sundi er nakað at reypa av.
? Sum hon er í løtuni kann hon yvirhøvur ikki brúkast.
? Verður hon bygt út, ivist eg ikki í, at tað kann fáast ein góð havn á Sundi.
? Men tað kann mann fáa so nógva aðrastaðni eisini, leggur hann afturat.
? Men sum er ber tað slett ikki til at brúka havnina á Sundi, tí hon er so ókyrr.
Hann sigur, at tað suðar rættiliga illa at liggja á Sundi.
Og Norrøna hevur so ringar royndir av Sundi, at teir rýmdu herfyri og løgdu seg á Havnina fyri well.
?Tað, sum fekk bikarið at flóta yvir, var einaferð teir høvdu bundið Norrønu við bryggju á Sundi og sløkt motorarnar.
Men tað bar yvirhøvur ikki til at liggja har og ta einu ferðina fekk hon ein slíkan sendara inn ímóti keiini, at hon fekk fleiri buglur.
? Tá rýmdu vit á Havnina at liggja og noktaðu at fara aftur á Sund at liggja.
Sostatt hevur Norrøna ikki ligið á Sundi eina tíð.
Ólavur Hovsgarð sigur, at beinanvegin hann kemur eysturum, og fjørðurin verður opin aftur, er tað ikki liggjandi á Sundi.
Og teir hava eisini slitið fleiri endar, sum eru navaðir av, sum tað hevur suðað. Teir hava eisini gjørt tveir eyka fendarar til Norrønu, men tveir av teimum eru loysnaður aftur.