tankin at skriva aldri hevur gjørt vart við seg fyrr enn fyri nøkrum árum síðani. Eg havi helst hildið, at rithøvundar hoyra til tey hægri løgini, og at blanda seg upp í har hevur verið tað reina blasfemi [...] óndskapinum, ið er um at fáa alt vald har um vegir. Hugflogið framat Tað var á háskúlauppihaldi í Danmark fyri trimum árum síðani, at hugskotið til hesa søguna spratt. - Eg var á einum styttri skriviskeiði, og [...] meiri. Til hesa útgávuna havi eg brynjað meg út til eitt sindur av hvørjum, tí hetta er jú nakað nýtt fyri meg. Tú letur veruliga nógv av tær sjálvari, tá ið tú skrivar, men gevur tú tað út, mást tú ikki verða
Seinni hava aðrir so roynt at seta ?spræna? í staðin fyri ?sproyta? - uttan at nakar veit hví. Allir føroyingar sproyta við sproytu, tá ið teir hava brúk fyri tí. Eingin sprænir við sprænu, men hetta má so sambært [...] vanligasta brúkið er, tá ið tann umsorgsfulla sjúkrasystirin gevur einum forpíndum patienti eina sproytu fyri pínu. Og tann sproytan er mikron-kløn. At siga spræna við sprænu er at spæla við orð, sum ikki eru [...] aftur, gjørd gerð fær onga vend, og nú hevur tann neyðar manndráparin so fingið frið. Men tað sømir seg ikki væl at umtala hendingina við ógvisligum ella skemtiligum orðabrúki um at leggja saman ástir og
Sjúrður Knudsen. Stjórin fyri Búnaðargrunnin heldur ikki, at lánipolitikkurin hjá grunninum er orsøk til, at vinnan hevur tað trupult. - Tað er onkur, sum klárar seg, og onnur klára seg ikki, sigur Sjúrður [...] nakað skeivt við at krevja persónliga trygd fyri lán, ið vit veita, sigur Sjúrður Knudsen. Spurdur, hví tað er rímuligt at ein bóndi skal hefta persónliga fyri lán, ið verða tikin til vinnuliga virksemið [...] altíð ein meting, ið Stýrið fyri grunnin til seinast skal góðkenna, sigur Sjúrður Knudsen. Sambært stjóranum er Búnaðargrunnurin til at ”forhandla við”, sum hann málber seg. Eingin bremsa Í aðrari grein
ng á Sundi, er púra burturvið. Fyri tað fysta er fjørðurin alt ov smalur, og hóast vit høvdu kunna bygt havnina, so høvdu skipini verið noydd at venda í Tangafirði, fyri síðani at bakka inn til Sund. Tað [...] sum verjir innsiglingina Fyri mær virkar tað ikki sum tað er nøkur saklig orsøk at forða eini útbygging av Tórshavnar Havn í Havn. Tá eg hoyri eitt nú arkitektarnir úttala seg, so ljóðar tað sum at Tórshavn [...] bestu sømdirnar fyri góðshavn, ferðafólkahavn og samstundis verja okkara skansa. Mín áheitan vil tí vera til Tórshavnar Býráð, at halda rimmar fast í ætlanini, og ikki vika eitt komma fyri kritikki og snikk
so í hvussu so er í stóran mun ávirkaður av USA. Søgan frá Golf krígnum er um at endurtaka seg. Har vísti tað seg eftir kríggið, at tann myndin almenningurin fekk av krígnum gjøgnum fjølmiðlarnar var tann [...] eisini fara at vera við krígnum í Irak, sum nú er um at beina fyri Tony Blair politiskt eins og Anders Fog Rasmussen, sum leyp á leistum fyri USA, er farin at orna um skallan. Annað álopið á fjølmiðlarnar [...] spælið, mangan kennir seg sum verandi staddur í kafaskum høpi, var eisini hetta álop heilt burturvið. Men bæði álopini hava tað til felags, at tey avdúka, at teir, ið nú ráða fyri borgum, vilja ikki gj
at tað er sera óheppið, at eitt aðalráð, ið eigur at vera leyst av politisku skipanini, ger seg til talirør fyri eitt so ógrundað álop á fjølmiðlarnar sum hetta. Og at Annika Olsen, landsstýriskvinna í [...] samrøðuni í Degi & Viku róði landsstýriskvinnan fram undir, at tað eru leiðslurnar, sum ikki syrgja fyri, at peningurin, sum er játtaður til eldraøkið, kemur út til borgaran. Óbeinleiðis kundi hetta tulkast [...] sín, og kallaði hetta eina skelkandi niðurstøðu. Í greinini “Whistleblower á Hamragarði! – floyta fyri tey gomlu ella andstøðuni....?”, skrivar Bjarni Djurholm: “Á Hamragarði velja tey heldur at brúka
at hann kennir seg hóttan av nýggjum kreftum í flokkinum. Men hann vísir á, at nú er alt vorðið so amerikaniserað við sjónvapi og slíkum, at tað kemur meira ann uppá, hvussu ein førir seg fram, enn hvat [...] aðrar avmarkingar, nú alt skal snúgva seg um so nógva umsetiligheit sum gjørligt, sigur Heini O.Heinesen. ?Men eg fari so ongantíð at missa meg sjálvan burtur fyri at vinna ein stokkutan valsigur í sjónvarpi [...] Álop Norðoyatingmaður Tjóðveldisfloksins heldur seg ikki hava tað viðgerðina uppiborna, sum vikublaðið Fregnir hevur givið honum. Tað harmar Heina O.Heinesen, tingmann Tjóðveldisfloksins í Norðoyggjum
lagdir saman, leiðslur settar og samanleggingartilgongdin er byrjað. Kommunurnar hava eisini spent seg fyri at byggja nýggjar skúlabygningar. Hetta lyftið mugu tær halda, tí talan er um neyðugar íløgur í [...] virðing fyri sakligum orðaskifti um samanleggingar av skúlum, tí tær kunnu bæði hava fyrimunir og vansar við sær. Ein av vansunum, sum ikki slepst undan, er ótryggleikin millum starvsfólk fyri tí nýggja [...] viðgjørd, eru bæði næmingar, lærarar og foreldur, sum liggja ímillum. Skot fyri bógvin Fari at enda at takka Lærarafelagnum fyri fyrimyndarliga samstarvið, hóast glepsini onkuntíð koma óvart á. Tað skal
Avbjóðingarnar fyri framman eru stórar. Somikið stórar at ivaleyst átti at verið, at stríðst fyri framburði fyri fólkinum, sum her býr, og ikki ímóti teimum sum evstu ábyrgdina hava. Politikkur snýr seg um dreymar [...] setanartilgongdina í samband við setan av leiðara fyri Sandoyar Barnaverndartænastu. Hettar kanningararbeiði er sett í verk av nevndarformanninum fyri Sandoyar Barnaverndartænastu, og hevur Almannamálaráðið [...] reiðar um høvið aftur býðst í politikki, og dreymarnar fyri bygd, oyggj og landi beri eg framvegis í barmi. Fari til endans at takka øllum góðum stuðlum fyri teirra ótroyttiliga arbeiði, listanum og bygdini
er hetta gjørt fyri at lætta um arbeiðið hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Men um myndugleikarnir høvdu áhuga fyri tí, kundi tað við góðum samarbeiði lættliga verið staðfest, hvar brúk er fyri rist. Og svart [...] er hon bæði til hindurs fyri fiskievni í trolinum og í tí praktiska arbeiðinum á dekkinum. -Allur Føroya landgrunnur og onnur øki, har vandi er fyri hjáveiðu, eru bannlýst fyri svartkjaftaveiðu, og aftur [...] hvussu ristin virkar, og hvat kann broytast. Fyribils halda teir seg vera komnar eftir, at ristin darvar fiskiskapinum, og teir bera ótta fyri, at tað verður nógv verri ta tíðina, tá nógvur svartkjaftur er