Álop
Norðoyatingmaður Tjóðveldisfloksins heldur seg ikki hava tað viðgerðina uppiborna, sum vikublaðið Fregnir hevur givið honum.
Tað harmar Heina O.Heinesen, tingmann Tjóðveldisfloksins í Norðoyggjum, almikið, at hann í Fregnum varð at kalla niðurgjørdur fyri sín lut á valfundinum í Norðurlandahúsinum beint undan fólkatingsvalinum.
Eisini vísir Heini O. Heinesen á, at tað tykist, sum hann ikki í aðrar mátar verður hidlin vera verdur at koma í blaðið. Í øllum førum hava fleiri samrøður verið millum hann og blaðið, uttan at hann er nevndur við einum orðið, hóast sjónarmið hansara verða brúkt.
?Eg veit ikki, hvussu aðrir politikara hava tað, men tað harmar meg, at míni sjónarmið verða brúkt, uttan at mítt navn verður nevnt, sigur Heini O. Heinesen.
Heldur linjuna
Heini í Kunoy er tjóðveldismaður av gamla slagnum við báðum beinum á jørðini. Og tað ætlar hann sær eisini at vera verðandi.
Hann heldur ikki, at hann ehvur klára seg so illa í politikki. Tað metir hann heldur ikki, at veljararnir halda,
?Tað skal meira lívsvísdómur til enn bara tað, sum stendur á einum próvskjali, sigur hann og heldur, at júst hansara royndir og hansara aldur eru hansara styrki.
Tað er ikki tað, at hann kennir seg hóttan av nýggjum kreftum í flokkinum. Men hann vísir á, at nú er alt vorðið so amerikaniserað við sjónvapi og slíkum, at tað kemur meira ann uppá, hvussu ein førir seg fram, enn hvat ein førir fram.
Nú gongur væl, og so eru nógv fólk knappliga tøk, vísir Heini O, Heinesen á. Men hann var formaður floksins, eftir at tað gekk illa í 1994 og var ein av høvuðsstuðlunum til at fáa Tjóðveldisflokkin upp til tað, hann nú er. Tað var ikki lætt, og tá ráddi sanniliga um at hava jørðforbindilsi.
Gloymska valdar
-Eg óttist eitt sindur fyri, hvat nýggir politikarar kunnu finna uppá, sigur Heini O. Heinesen, og sipar til, at tað er so skjótt at gloyma. Eingin tosar longur um, hvussu tað var, tá fiskaloysið var upp á tað ringasta í fyrru helvt av nítiárunum. Tí tey minnast tað ikki longur, sigur hann. Men vit, sum tá stóðu í heidnum stríði, vit vita, at tað kann henda aftur.
Tað er ikki vist, at tað verður populert at tosa um økisfriðingar og aðrar avmarkingar, nú alt skal snúgva seg um so nógva umsetiligheit sum gjørligt, sigur Heini O.Heinesen.
?Men eg fari so ongantíð at missa meg sjálvan burtur fyri at vinna ein stokkutan valsigur í sjónvarpi. Eg verði tann, eg eri, og tað hava veljararnir eisini givið til kennar, at teir halda vera rætt.
Stillar uppaftur
Hóast Heini O. Heinesen ásannar, at hann nú er á tí eldra liðnum, heldur hann seg enn hava ein boðskap at bera. Og tað ætlar hann eisini.
Tað er onkur, sum hevur hug at bera tey boð, at Heini ikki ætlar at stilla uppaftur. Men tað er ikki so, sigur hann. Hann ætlar avgjørt at royna aftur, sigur hann.
Sjálvandi er tað rætt at seta nýtt fólk við alla tíðina, men tað er í so morgírugt at vilja arva faðirin, áðrenn hann er deyður, heldur Heini O. Heinesen, løgtingsmaður.
Tað hava altíð verið ávísir spenningar millum ættarlið. Eisini politiskt. Og einki løgið heldur hann vera í, at tað eisini eru tað í Tjóðveldisflokkinum.
Men haðani frá og so til ta viðferð hann sjálvur hevur fingið eftir fólkatingsvalið, heldur hann vera í so langt.
Heini O. Heinesen heldur seg ikki hava gjørt tjóðveldisflokkinum nakað ilt. Flokkurin hevði eitt rímiliga gott fólkatingsval, vísir hann á, og at hann fekk færri persónligar atkvøður nú enn til seinasta fólkatingsval, hevur sínar heilt greiður orsøkir.
Tá fólkatingsval var í 1998, var Heini formaður í flokkinum og sum slíkur eitt upplagt høvuðsvalevni.
Nú er allur bygnaðurin broyttur, og Høgni Hoydal er formaður og eisini høvuðsvalevni. So tað er greitt, at hann fær ágóðan av »formanseffektini«.
?Eitt kann eg so altíð standa við, og tað er, at mín tala er erlig, sigur Heini O. Heinesen, tingmaður Tjóðveldisfloksins í Norðoyggjum.